Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 55

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 30. mai 2008 lýsingartilfar Jack the Ripper túrur Áhugin fyri illa gitna drápsmanninum, Jack the Ripper, er alsamt vaksandi, og í dag bjóða fleiri fyritøkur seg fram við Jack the Ripper-túrum runt í Whitechapel- økinum, har Jack the Ripper drap fimm skøkjur í 1888. Túrarnir ganga gjøgnum alt økið og vitjað verður á teimum fimm støðunum, har Jack the Ripper framdi drápini. Tað er ongantíð eydnast løgregluni at finna fram til, hvør Jack the Ripper var, men fleiri teoriir eru settar fram, og greitt verður frá um hesar á túrinum. Eisini verða myndir vístar sum sýna, hvussu gøtur og bygningar sóu út tá Jack the Ripper gjørdi um seg. Flestu av drápsplássunum eru ikki til í dag í tí líki tey vóru í 1888, men myndir hjálpa til at stimbra hugflogið í so máta. Onkur av hesum fyritøkum leggur enntá leiðina framvið løgreglustøðini, har detektivarnir arbeiddu, ið royndu at loysa gátuna um Jack the Ripper. So hava loyndarmál og morðgátur tín áhuga, er ein Jack the Ripper-túrur avgjørt eitt upplivilsi vert. 55 2007 2008 Spælið við í stóru summarkappingini hjá Sosialinum. Vinningar fyri 1/4 millión. Puntar eru í Sosialinum frá 19. mai til 20. juni. Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo hugnalig og vælútgjørd summarhús á bygd og í bý Stikk  Sv  Tórshavn www  NÝTT!!! Opin Skipstroyggja Design: Katrin Haraldsen, tex.des.            Heiðavegur · Saltangará · Tel 448558 Check Pattern Tilboð frá 26. mai til 6. juni. -30%