fríggjadagur 30. mai 2008síða 56
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 30. mai 2008
Ein guide er
gott hugskot
Undirhaldandi og informativir, álítandi og professionellir við við staðligari og up-
to-date vitan, gera Blue Badge Tourist Guides eina góða uppliving til eina framúr
uppliving. Tað lovar Blue Badge Guide í hvussu er á heimasíðu síni. Og vit kunnu
bara mæla til, at fáa sær ein slíkan guide, tí hesi eru útbúnir ferðaleiðarar, sum
veruliga gera ein túr informativan og áhugaverdan. Upplæringin er umfatandi og
eksamian strong, so tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eina slíka útbúgving.
Eisini verður lagdur stórur dentur á, at guidin tosar tungumálið hjá
ferðafólkunum, sjálvt um tað helst verður trupult at finna ein, sum tosar føroyskt.
Skipað verður fyri øllum sløgum av útferðum, gongutúrar (har mugu vit altso
viðmæla góðar gonguskógvar) sigth-seeing við bussi, museums- og
gallarívitjanir. So vilt tú hava sum mest burtur úr Londonvitjanini, er tað eitt gott
hugskot við guide.
56 lýsingartilfar
KRAM
KRAM SP/F
HEIÐAVEGUR 24
600 SALTANGARÁ
TLF. 44 77 77
KRAM
KRAM SP/F
HEIÐAVEGUR 24
600 SALTANGARÁ
TLF. 44 77 77
VIKUBLAÐIÐ
Vitin Kristiligur Bókhandil
Heiðav. 42 · 600 Saltangará · tel 44 91 62
Handilin við teimum
góðu vørunum!
Útgávur á enskum,
norskum og donskum
Ferðast í Vágum & Mykinesi
Vága Kunningarstova
Tel 333455 www.vagar.fo
2008