fríggjadagur 30. mai 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 97 • 23. mai 2008
Vikuskifti
umborð
Í Fuglafirði reka einir seks bátar
regluligan útróður. Ein av hesum
er Eyðin, sum er ein longdur
íslendskur bátur av slagnum
Gáski. Eyðin er 40 føtur langur, og
eigari og einsamallur á bátinum
er útróðrarmaðurin, Samson í
Lambanum, sum hevur róð út
burtur av síðan 1987, tó ikki øll
árini á egnum kjøli. Línan verður
rikin um í landi, og síðan verður
sett úr trakt. Agnið er fyri tað
mesta gágga.
Samson veit at siga, at
útróðrarbátarnir nú hava borið
við hvíting, sum er vanligt hesa
tíðina á árinum, og um dagarnar
hava eitt nú Høvnin úr Leirvík og
Líðhamar úr Klaksvík gjørt góðar
setur norður úr Kallinum.
- Eg havi skilt, at Høvnin hevur
gjørt tríggjar túrar, sum góvu
ávikavist 6.500, 7.000 og 8.000
pund, og Líðhamar hevði tann
eina dagin 7.000 pund. Sum skilst,
hevur prísurin á hvítingi verið
góður, einar 15 krónur fyru kilo.
Sjálvur hevur Samson ikki verið
á hvítingi í ár, tí sum hann sigur,
so kann hetta vera eitt sindur
strævið hjá einum manni.
- Hvítingurin, sum bátarnir fáa
norðanfyri, er vanliga størri enn
fiskurin eystanfyri, men hetta er
kortini lutfalsliga smáur fiskur,
kanska sum hýsa 3 ella har um-
leið. Tí er eisini leingi at kryvja
eina stóra nøgd av hvítingi.
Men Samson, sum hevur róð út
øll hesi mongu ár, er nærlagdur
útróðrarmaður sum veit, hvar hann
kann fara fyri at fáa nakrar fiskar.
- Seinastu útróðrardagarnar
havi eg roynt á leiðunum norður
úr Mykinesi, har eg at kalla bara
havi fingið stóran og góðan tosk,
sum er seldur fyri einar 22 krónur
í miðal fyri kilo.
Týsdagin fekk Samson soleiðis
3.200 pund á 30 línum, og miku-
dagin hevði hann 1.700 pund á
20. Støddin er toskur 1, 2 og 3, og
hann letur væl at, hvussu fiskurin
er í holdum.
- Teinurin úr Fuglafirði og
vestur á leiðirnar norður úr
Mykinesi er einar 35 fjórðingar
úr Rivtanga. Eyðin hevur eina
cummins-maskinu, sum er 430
HK, og báturin gongur einar 18
míl. Oljan er dýr, og vanliga sigli
eg við 11-12 míla ferð. Tá tekur
hesin teinur mær einar fýra tímar
hvønn vegin, sigur Samson.
Spurdur, um hetta ikki er langur
og strævin dagur hjá einsamøll-
um manni, heldur hann, at hetta
ikki er verri, enn man ger tað til
sjálvur.
- Einar tveir tímar eftir, at fyrsti
línustubbin er komin í sjógv, leggi
eg á at draga, og tá øll línan er
drigin, er eisini alt kruvt, sigur
útróðrarmaðurin.
Ein slíkan dag brennur báturin
fyri einar 2.000 krónur í olju.
Samson kryvir fiskin niður
í ísvatn, og har liggur hann,
til hann verður hivaður upp á
bryggjuni í Klaksvík, har hann
síðan verður seldur um uppboðs-
søluna hjá Fiskamarknaði Føroya.
Í skúri sínum í Fuglafirði hevur
Samson einar 2-3 eldri menn,
sum rekja línuna um, og hetta
gongur væl.
- Ungdómurin er meira óstøðug-
ur. Teir koma bara, tá teimum
vantar nakrar krónur.
Samson ger av og á onkran túr
á leiðunum norður úr Mykinesi,
og tað ikki bara um hesa tíðina,
at dagarnir kunnu eydnast hjá
honum. Um heystarnar plagar
hann eisini at leita vestur hagar.
- Neyðugt er, at veðrið er gott
og streymurin góður, sigur hann.
Útróðrarmaðurin í Fuglafirði
hevur havt Gáski-bátin í eini fimm
ár, men fyri ta tíð hevði hann ein
annan Eyðin.
Tíðin sum útróðrarmaður
byrjaði við útróðrarbátinum
Brandi, sum hann var við í eini
tvey ár. Um vetrarnar róðu vit út
við línu undir Føroyum, og um
summarið vóru vit onkran túr í
Íslandi við snellu.
Nú venda vit aftur til útróðrar-
bátin, Eyðin.
- Eyðin merkir eydna ella lukka.
Tað var kona mín, sum fann hetta
orðið orðabókini, leggur hann aftrat.
Samson róði eisini út kreppu-
árini fyrst í nítiárunum, men hann
heldur ikki, at hendan tíðin roynd-
ist teimum so ógvuliga vánalig.
- Nei, tað var slett ikki so
galið hjá okkum. Eg minnist,
at vit egndu bara gággu, og
tá minni var at fáa, kubbaðu
vit annan hvønn teym undan
línuni og høvdu soleiðis bara
annan hvønn eftir. Tað vísti seg
nevniliga, at veiðan var betri við
minni tættleika millum húkarnar.
Samstundis brúktu vit minni agn.
Tá fiskurin so kom aftur nøkur ár
seinni, knýttu vit teymarnar undir
aftur línuna.
Útrórðarmaðurin í Fuglafirði
hevur sett úr trakt í eini 8-9 ár.
Í bátinum hevur hann gággu-
knúsara, sum riggar væl. Vantar
honum gággu ein útróðrardag,
tí útróður hevur verið fylgjandi
dagar, kann hann í ringasta føri
draga rúsurnar á veg til útróðrar
og fáa gággu til eina minni setu,
kanska einar 10-12 línur.
Samson fiskar alt agnið sjálvur,
og vanliga fiskar hann niðurfyri,
tá eingin útróður er. Onkuntíð
noyðist hann kortini at draga
rúsur og línu sama dag.
Hann heldur, at fesk gágga
roynist væl sum agn, og tá árið
er liðugt, er av hesi orsøk eisini
meira toskur uppi í veiðin.
- Tað vísir seg, at teinurin at
fáa fatur á gággu til agns gerst
longri og longri, tí gággan á
gomlu leiðunum gongur undan.
Nú útróðrarbátar royna eftir
hvítingi, veit Samson at siga,
at gágga einki nyttar til hvíting.
Her roynast makrelur, sauri og
høgguslokkur munandi betri.
Hinvegin heldur hann, at gágga er
hampiliga gott hýsuagn.
- Í eini fýra ár hevði eg ein
ungan mann við mær á útróðri.
Hetta var ein raskur, ágrýtin og
dugnaligur drongur. Hann gavst
fyri hálvum øðrum ári síðan, tí tað
gav honum ikki siglingstíð at vera
við útróðrarbáti. Maðurin siglir
við flakatrolaranum Vesturvón, og
nú nærkast við siglingstíðini.
Samson ásannar, at tað var
hugabetri at vera tveir á báti
heldur enn ein.
- Tú kundi fara út í øðrum
veðri, enn tú fert einsamallur, tú
kundi seta meira línu, og tú hevði
onkran at práta við, samstundis
sum arbeiði umborð á bátinum
fall lættari.
Hóast Samson hevur róð út
burtur av síðan 1987, hevur hann
eisini siglt sum fiskimaður við
størri skipum.
Í fleiri ár, áðrenn hann legðist
heima at rógva út, sigldi hann við
donskum nótabátum úr Hirtshals.
- Fyrst var eg við Onnu Polaris,
fyrrverandi Sólborg og seinni
við Ariga, sum var gamla Maria
Polaris. Flestu menn umborð vóru
føroyingar.
Samson fór til Danmarkar at
sigla í 1979, og frammanundan
átti hann ein beiggja, sum sigldi í
Danmark sum skipari og ein, sum
sigldi sum stýrimaður.
- So, vit kunnu siga, at skeggið
var nær høkuni, og tí slapp
eg niður at sigla, sigur hann
skemtandi.
Samson fór til skips sum 16
ára gamal við línuskipinum
Nesbúgvanum.
- Vit vóru tveir túrar í Ný
Foundlandi. Hesir vardu einar
tríggjar mánaðir hvør. Egnt varð
við hond, og her kom tað mær
rættiliga til góðar, at eg hevði
egnt nógv sum smádrongur. Tí
fall egningin mær ikki tung, og
eg hevði nógvar steðgir, tí væl lá
fyri. Hjá øðrum ungum monnum,
sum ikki vóru vanir við at egna,
var hetta einki serligt lív.
Útróðrarmaðurin minnist
aftur á onkrar stuttligar hend-
ingar, meðan hann var við
Nesbúgvanum.
- Ein dani kom við okkum. Vit
høvdu lítlan vatngerara umborð,
og tá hesin hevði hug at fara undir
brúsu einaferð um dagin, mátti
hann steðgast, tí tað bar slett ikki
til. Vatnið gekk so skjótt undan.
Í øðrum lagi minnist Samson
ein íslending, sum eisini kom við
Nesbúgvanum.
- Eg haldi, at hesin púrasta
hevði misskilt, hvat tað var, hann
var komin til. Einasta, hann hevði
við sær umborð á Nesbúgvan, var
eitt tjald, sigur fuglfirðingurin og
brosar.
Samson sigur, at hann sær ljóst
upp á útróðurin.
- Jú, eg haldi, at hetta sær
gott út. Við fiskiskapi gongur
upp og niður. Tað vita vit, sum
hava fiskað í nógv ár. Onkur
fiskastovnur veksur, annar minkar
– og síðan vendir. Soleiðis hevur
tað altíð verið, og soleiðis fer tað
altíð at vera. Náttúran má sær
sjálvari ráða.
Samson í Lambanum sigur, at
árið í fjør royndist væl, heilt væl, og
higartil í ár hevur eisini gingið væl.
- Eg eri á útróðri, tá líkindi
eru, og eg haldi, at hetta er eitt
perlulív, sigur útróðrarmaðurin í
Fuglafirði.
- Eg havi eitt perlulív
Samson í Lambanum, útróðrarmaður, minnist aftur á onkrar stuttligar hendingar, tá hann
sum 16 ára gamal var við Nesbúgvanum í Ný Foundlandi. – Ein av túrunum kom ein
íslendingur við, men eg haldi, at hann púrasta hevði misskilt, hvat tað var, hann var komin til.
Einasta, hann hevði við sær umborð, var eitt tjald, sigur fuglfirðingurin brosandi
- Jú, eg haldi, at hetta sær gott út. Við fiskiskapi gongur upp og niður. Tað vita
vit, sum hava fiskað í nógv ár, sigur Samson í Lambanum, útróðrarmaður
Mynd: Vilmund Jacobsen
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo