Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 102 - 30. mai 2008 Vanur lá dalur frá fornari tíð Latin úr alvísum hondum í eystri sæst havið við Lambalíð alt albeitt at fjørusondum So friðfylt reisir seg Glyvrafjall Við liðina Gásafelli Høgaleiti og Reynabrúgv Hvítna av mosa og elli So grøn er líðin og ovara lág og Tungubrúgv er har digst íhjá Við spælandi lombum um summartíð Á hjálmabakka og grasgóðu líð Nú stoytt er við klettin um Kópafles Tað andar av hvirru um flúr og nes Um Skammarøkur og Illendisstøð Grasgóðan haga til ovastu røð Góðveður tám hylir hól og heyt Ógloymandi summarløtur Brandandi sól á vesturleið Gyllir Glyvradals fløtur John Reynbú 20/3-08 Glyvradalur Rasmus Glyvradal 16. mars fingu Elsebeth og Ludvík Lydersen, Viðareiði, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3640 gr. 3. mai fingu Joan Purkhús og Kjell Orseth, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3485 gr. 8. mai fingu Barbara Nolsøe og Karl Øster, Trongisvágur, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3650 gr. 10. mai fingu Linda og Elnar Holm, Porkeri, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4900 gr. 23. mai fingu Ala og Allan Bjarnason, Vágur, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2580 gr. 24. mai fingu Elisa Dam Joensen og Jón í Gong, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr. 24. mai fingu Kristina Dahl Joensen og Rúni L. Samuel­ sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4050 gr. 26. mai fingu Onika Norðgerð og Emil Lund Gjógvará, Leirvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2600 gr. 27. mai fingu Heidi Johansen og Høgni Lauritsen, Tórs­ havn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3900 gr. 28. mai fingu Durita Rasmussen og Frank Davidsen, Tórs­ havn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3350 gr. 28. mai fingu Olga og Sigmund Petur Skorastein, Leirvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3950 gr. 28. mai fekk Petra Mohr Jensen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3850 gr. 100 ára føðingardagur 2. juni fyllir Maurits Sørensen, av Kirkju, búsitandi á Norðoya Ellis­ og Vistarheimi, 100 ár. Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla millum kl. 16 og 19. nøvn MC-Sølan, sum hevur hildið til á Norðasta Horni, letur upp í nýggjum hølum mánadagin 2. juni við móttøku og fleiri góðum tilboðum MC Mánadagin 2. juni kl. 10 letur MC Sølan í Havn upp í nýggjum hølum í Slætta­ nesgøtu 10, niðan fyri hjá P/F Wenzel. Tá verður mót­ tøka við kaffi og køkum. MC­Sølan umboðar mot­ orsúkklumerkini Suzuki, Kawasaki og Ducati, umframt trygdarútgerð so sum ryggverjur, hjálmar, stivlar, handskar, draktir og fleri sløg av dekkum. Anders Berg frá MC­ Søluni sigur, at orsøkin til at nýggjur handil verður latin upp, er fyri at veita eina enn betur tænastu til kundan, bæði hvat viðvíkjur handli og verkstaði. Hendan dagin hava teir fleiri góð skutara­ og motor­ súkklutilboð. Tey sum keypa nýggjan skutara fáa ókeypis hjálm og handskar, og við keypi av nýggjum motorsúkklum hava teir nøkur helt serlig tilboð. MC-Sølan í nýggjum hølum Dagurin 31. mai. Petronella, deyð umleið ár 100. Ein kend halgikona í fornkirkjuni. Halgisøgan sigur, at hon var dóttir Pætur ápostul, men tað skal helst skiljast sum andaliga dóttir hansara. 1. juni. Nikomedes, deyður umleið ár 300. Rómverskur borgari ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. 2. juni. Marcellinus, prestur í Róm, sum varð hálshøgdur umleið ár 300. Góði Vermund, tá eg fyri fáum døg­ um síðani var á gátt hjá tær, ánaði eg ikki at hetta skuldi verða okkara síðsta samrøða saman, eg fæti tað næstan ikki at tú ert farin. Fyrstu ferð vit hittust var í Kaldbak í 1961, eg var bert 11 ára gamal. Síð­ an tá havi eg hugsað um teg, sum vart tú stóribeiggi. Tú og Fanny høvdu møtt hvørjum øðrum, og gift­ ust tit stutt eftir. Ikki kann sigast, at lagnan hevur verði tykkum blíð, veit ikki um nøkur onnur sum hava mist so nógv sum tit, men hóðast hetta hava tit hildið trúfast saman og elska hvønn annan til síðsta dag. Mær dámdi so væl at verða saman við tær, helst tá tað bara vóru vit báðir, mangan høvdu vit tað stuttligt og hugnaðu okkum saman, vit prát­ aðu um líkt og ólíkt, tú var altíð so skilagóður. Sera væl minnist eg í mars 1961, vit báðir sótu uppi og lurtaðu eftir dystinum ímillum Inge­ mar Johansson og Floyd Patterson, tá Ingemar var útsligin, minnist eg, at eg hugsaði, hatta hevði hann ikki klárað at gjørt við Vermund. Faktisk var eg ikki sørt stoltur av at hava fingið ein so sterkan og væl bygdan svágur. Men góði Vermund, tað sum eg mest minnist teg fyri, var tað ferð­ ina tú fekk meg yvirbevístan um at orð Guds var sannleiki. I nøkur ár arbeiddu vit saman, sjálvt um tú var sera stillur og lítillátin hevði eg stóra virðing fyri tær, hevði tú sagt at soleiðis skuldi tað verða, ja so skuldi tað bara vera soleiðis. At tú fanst tær Fanny til konu var tín lukka, tí tað vita vit øll, at betur konu kundi tú ikki valt tær. Góða Fanny og børnini, ja nú mistu tit aftur, má Jesus verða hjá tykkum øllum og halda tykkum uppi. Eg kann vissa tykkum um, at so víst sum eg kendi Vermund, var hann ferðabúgvin. Góði Vermund, hvíl í friði. svágur Minningarorð um mín kæra svágur Vermund Joensen Heini Guttesen frá MC- Søluni uttan fyri nýggja bygningin í Slættanesgøtu 10