Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 • 30. mai 2008 Vikuskifti 16 Um ikki av størstu býum í heims­ samanhangi, so hevur Reykjavík eftirhondini fingið nakað yvir sær, sum í mangar mátar fær hann at líkjast einum stórbýi. Og býurin og alt økið uttan um høvuðstaðs Íslands er vaksið ómetaliga nógv seinnu árini. Í dag búgva væl meiri enn helmingurin av teimum 300.000 íslendingunum í Reykjavíkar­økinum. Sjalvt um stígur er komin í íslendska búskapinum, er hetta ikki til at fáa eyga á í býarmynd­ ini, har stórir byggikranar stinga seg upp allastaðni. 1. oktober í fjør byrjaði Sendi­ stova Føroya alment sítt virksemi í íslendska høvuðsstaðnum, og fyrsta sendiumboð Føroya í Reykjavík er ein kvinna. Tað er Gunnvør Balle, ið kom úr einum starvi á Løgmannsskrivstovuni, har hon arbeiddi við uttanríkis­ viðurskiftum, og sum tey næstu árini hevur sum høvuðsuppgávu at menna samstarvið millum Føroyar og Ísland. Eitt av hjartamálum hennara er at fáa fleiri ungar føroyingar at fáa eyguni upp fyri teimum góðu lestrarmøguleikunum í Reykjavík og aðrastaðni í Íslandi. Sum nú er, lesa í mesta lagi 10 føroyingar har yviri árliga. Gunnvør Balle vísir á, at tað er skjótari at koma til Íslands enn til Danmarkar og Bretlands, sum eru tey londini, ið føroyingar framvegis hella seg mest til. ­ Málið er ivaleyst ein høvuðs­ orsøk til, at føroyingar halda seg aftur at koma hendanvegin, sjálvt um tað eisini ber til at taka útbúgvingar í Íslandi á enskum máli. Og sjálvandi er málið ein forðing í byrjanini, tí tað vil altíð vera nógv, tú skal brúka íslendskt til, sigur Gunnvør Balle. Dreymur hennara er at fáa í lag eitt samstarv millum íslendska ríkisútvarpið­ og sjónvarpið og Kringvarp Føroya um at seta sendingar á skránna hjá hvørj­ um øðrum, so føroyingar og íslendingar á tann hátt hava betri møguleikar at læra málið hjá hvørjum øðrum. ­ Eg havi fingið avtalu við stjór­ an á íslendska ríkisútvarpinum fyri at finna útav, um møguleiki er at fáa regluligar sendingar og kanska eina stutta dagliga tíðinda­ sending á skránna í sjónvarpinum í Føroyum og umvent. Á tann hátt ímyndi eg mær, at málið gerst ein minni forðing, tá man sum føroyingur regluliga og kanska dagliga hoyrir íslendskt. So funnu fólk kanska útav, at málið kortini ikki er tann stóra forðingin. Hetta trúgvi eg hevði verið ein sera góður hurðaopnari fyri at fáa fleiri fólk at koma hendanvegin at lisið og útbúgvið seg. Kanska eisini at arbeitt í eina tíð, og í heila tikið at søkja meir til Íslands, sigur Gunnvør Balle. Føroyska sendikvinnan í Íslandi vísir á, at sjálvandi er málforð­ ingin ikki einasta orsøkin til, at føroyingar ikki velja at fara tann vegin. ­ Tað er helst nógv lættari at velja Danmark, tí vit hava so sterk bond tann vegin. Vit hava familju har, øll kenna vit Keypmannahavn, vit hava ferðast nógv í Danmark, so alt hetta liggur djúpt í okkum. Hetta er tann týdningmiklasta orsøkin til, at vit velja Danmark, sigur Gunnvør Balle. Framvegis handilsforðingar Um ikki nógv samskifti er innan útbúgving, so er tað hinvegin rættiliga nógv samband millum føroyska og íslendska vinnulívið. ­ Ja, og tað virkar, sum um tað er vaksandi, síðani vit komu her, uttan at eg kann siga, at hetta júst er hent, tí vit nú eru komin yvir her. Men vit fáa ógvuliga nógvar fyrispurningar og áheitanir frá privatum virkjum, sum vilja gera okkurt, og vit fara helst at síggja tað menna seg uppaftur meir. Her er góður gróðrarbotnur fyri, at vit fara at vaksa sum frálíður. Og vónandi kunnu vit fáa Hoyvískssáttmálan til at vera tað millumliðið og fundamentið, ið skal til, og sum eg trúgvi longu, hann er við at gerast. Kanska vóru forðingarnar áðrenn, men tað at hava sendistovur hjá hvørjum øðrum er við til at loysa hendan trupulleikan. Infrastruktururin í hesum sáttmálanum fær nógv at hugsa, at nú eiga vit at kunna fara í gongd hjá hvørjum øðrum, og at forðingar kunnu beinast av vegnum. Eg trúgvi, at alt hetta hjálpir til at menna samskiftið og samstarvið millum londini bæði, sigur Gunnvør Balle. Íslendingar bera orð fyri at duga væl at verja ella seta forð­ ingar í veg fyri útlendskum handli og vinnulívi. Merkja tit nakað til hetta? ­ Ja, hatta tosa vit oftani við íslendingar um og arga teir eitt sindur við. Teir halda seg tvørturímóti hava latið sera nógv upp fyri umheiminum í mun til, hvussu tað hevur verið. Og sjálvandi skal man síggja tað í mun til, hvussu ótrúliga proteksjónistiskt tað hevur verið. Men tá Ísland fór upp í EBS­samstarvið í 1994, bar hetta í sær, at íslendingar vórðu tvingaðir at lata meiri upp. Nú halda teir tað vera nærmast fría kapping, men so er ikki. Landið Føroyingar eiga at lesa í Íslandi Føroyska sendikvinnan í Íslandi hevur sett sær fyri at fáa fleiri ungar føroyingar til Íslands at lesa. Hon heldur, at føroyingar á flestu økjum hava meiri til felags við íslendingum, enn til dømis dønum Útisetar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sendikvinna Føroya í Reykjavík, Gunnvør Balle, mælir ungum føroyingum til at koma til Íslands at nema sær útbúgving Mynd: Álvur Haraldsen