Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 • 30. mai 2008 Vikuskifti 17 Í august í fjør fór Sóley Heradóttir Hammer til Reykjavíkar, har hon byrjaði á Lærda Háskúlanum sum lesandi í altjóða samskifti. Ein útbúgvin, ið snýr seg nógv um politisk viðurskifti, har til ber at velja ymsar linjur. Fyri ungu klaksvíkskvinnuna var tað natúrligt at velja viðurskiftini í smáum statum sum linju. Spurd um, hvussu tað bar til, at hon valdi Ísland, sigur Sóley Heradóttir Hammer, at hon er hálv íslendsk, og at hetta vigaði tungt, men eisini tí, hon heldur Ísland vera eitt rættiliga spennandi land. - Eg haldi, at Føroyar kunnu læra nógv av Íslandi, sigur Sóley Herdóttir Hammer. Í løtuni arbeiðir hon sum starvslesandi á føroysku sendi- stovuni í Reykjavík, har hon tekur sær av fyrispurningum frá fyritøkum og privatpersónum, ið vilja hava eitthvørt kannað í Íslandi. Eisini hendir tað meiri enn so, at íslendingar venda sær til sendistovuna og spyrja um ávís viðurskifti í Føroyum. Sóley Heradóttir Hammer viðgongur, at tað var kanska eitt sindur torført at byrja at lesa í Íslandi, men hetta er skjótt at koma eftir, heldur hon. Í byrjanini eru tað oftani nøkur orð, sum tú ikki kennir, men tá tú so skilir tey, er lættari at skilja samanhangin í tí, tú lesur. Eg skilji væl, at nógv halda seg aftur at fara til Íslands, tí tað kann vera eitt sindur torført við málinum, men eg vil viðmæla teimum at koma, tí tað er ikki so torført kortini. Íslendingar gera nógv av at gera teirra egnu orð fyri fremmandaorð, og júst her kann knípa at fylgja við. - Hetta eru orð, sum oftani slettis ikki líkjast tí altjóða orðinum, men við hjálp frá orðabók, gongur hetta saktans. Tá tú so hevur fangað eitt orð, so skilir tú oftani ein heilan samanhang. Lesnaðurin hjá Sóley Heradóttir Hammer í Reykjavík tekur tvey ár. Eftir hetta kundi hon hugsað sær at farið roynt okkurt annað uttanfyri Føroyar. Starvslesandi á sendistovu Ein av teimum heilt fáu føroyingunum, sum lesa í Reykjavík, er Sóley Heradóttir Hammer úr Klaksvík, ið tekur útbúgving innan altjóða samskifti. Hon mælir ungum føroyingum til at koma til Íslands at lesa, tí landið er sera spennandi at lesa og liva í. Sum sæst á myndini, hava starvsfólkini á sendistovuni beinleiðis útsýni yvir á Altingið Mynd: Álvur Haraldsen Sóley Heradóttir Hammer úr Klaksvík valdi at fara til Íslands at taka sína útbúgving í altjóða samskifti. Ikki bert tí mamma hennara er íslendsk, men tí hon heldur grannalandið fyri norðan hava nógv at bjóða uppá hevur framvegis rættiliga nógvar forðingar, sigur Gunnvør Balle. Sera snotulig høli Føroyska sendikvinnan hevur ikki hava merkt nakað til flaggstríðið, sum tók seg upp í fjør, tá sendi- stovan skuldi setast á stovn. - Nei, tað er øgiliga friðarligt á tí økinum og koyrir væl. Allir íslendingar vita, hvørjir føroy- ingar eru, og yvirfyri hinum sendistovunum hava vit gjørt eitt ávíst arbeiði við at vitja aðrar sendiharrar og greitt teimum frá, hvussu Føroyar eru skipaðar í rikisfelagsskapinum við Danmark. So hetta er ikki nakað, vit merkja í dagligdegnum. Tit eru altso væl móttikin av bæði íslendingum og diplomatiska umhvørvinum í Reykjavík? - Ja, og við 12 sendstovum er altjóða umhvørvið ikki stórt. Vit kenna okkum ikki á nakran hátt uttanfyri ella yvirsæð, men eru við, har sum tingini henda, sigur Gunnvør Balle. Hon er sera væl nøgd við hølini og plaseringina av sendistovuni í hjartanum av Reykjavík beint yvir av Altinginum. - Nógv hava tað á orðið, hvussu snotulig og hugnalig hølini eru. Tað er føroyski arkitekturin, Sverri Heinesen, ið hevur staðið fyri inntættingini og sjálvur sniðgevið partar av møblunum, sum eisini eru framleiddir í Føroyum. Vit fáa heilt ótrúliga nógvar afturmeldingar um, hvussu vakurt her er, og hvussu materialir og innbúgv hóska væl saman. Hølini eru sera ljós, tí við vindeygum í báðum síðum sleppur ljósið sera væl ígjøgnum. Og ikki minst er listin á vegginum, ið er lænt frá Listasavni Føroya, nakað sum fólk veruliga leggja merki til. Hon er sera fjølbroytt, tí vit hava valt verk frá ógvuliga ymiskum listafólkum. Gunnvør Balle sigur frá finska sendimanninum í Reykjavík, at hann segði seg ikki nakrantíð hava verið í vakrari hølum enn teimum hjá Sendistovu Føroya í Reykjavík. Útisetar Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo