fríggjadagur 30. mai 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 102 - 30. mai 2008
tíðindi
– Tað var fantastiskt
at fara heim og vera
frísk.Tú ynskir at
trúgva tí, men tað
liggur kortini alla
tíðina og lúrir – torir
tú veruliga at trúgva
tí? Eisini hóast tú við
tíðini fær tað upp á
avstand, koma tíðir,
har tú ivast. Lívið er
dýrabart – eg takki
fyri hvønn morgun,
eg vakni
KRABBAMEIN
Brynhild Høgnadóttir
Jólaaftanskvøld
2003.
Dunnuroykur
og
jingle
bells.
Møðgurnar,
tvær
vaksnar gentur og mamma
teirra standa í baðiverilsinum
og gera seg klárar til jóla
hugnan. “Mamma, vart tú
hjá lækna, og fekst móður
merkið kannað, sum tú lov
aði í summar?” “Nei.” Vón
brot og grátur.
Móðurmerkið á bakinum
var elalítið og blásvart og
skriðaði at kalla slettis ikki.
Við tað at tað eru tey fæstu,
sum hava yvirlit yvir húðina
á bakinum, hevði Birgith
við Sandá, nú 55 ár, ikki
sjálv givið merkinum gætur.
So tað var ikki fyrrenn dótt
irin sá tað, hon hugsaði um
tað.
Í sínum ungu døgum
hevði Birgith sjálv solariu
salong. Hetta var í 80’unum,
tá tú skuldi vera brún, fyri
at síggja væl út – og hetta
helst alt árið. So solariusal
ongin varð dúgliga brúkt –
eisini av Birgith sjálvari,
bæði vetur og summar.
Lítið og einki var at hoyra
um vandar í hesum samban
di, og at doyggja av tí var
rætt og slætt úrtøkiligt at
ímynda sær. Hoyrdi hon
onkran tosa um vandan við
solarium, hugsaði hon: ”Á,
tað mann ikki vera so vanda
mikið kortini”. Birgith hev
ur reyðbrúnt hár, og hevur
ikki tað bleika, frøknuta
húðarslagið sum eyðkennir
norðbúgvar, so hon mundi
um nakar tola solarium.
Á baðiverilsinum fyri
skjótt fimm árum síðani lov
aði Birgith enn einaferð at
fara til lækna.
Eg mátti lova teimum at
fara til kanningar, tí sum
tær søgdu, “vit vilja ikki
missa teg, mamma.” Visti
ikki, at tær hildu hetta vera
so álvarsligt. So eg lovaði
teimum, at fyrsta dagin
læknaviðtalan læt upp eftir
jólafrítíðina, skuldi eg ring
ja og biðja um tíð. Lækn
in helt heldur ikki, at tað sá
alarmerandi út: “Birgith,
hatta sær púra harmleyst út,
men tað er tín avgerð. Vilt
tú hava, at eg taki tað, so
geri eg tað.” So tað varð
lagt upp til mín. Hetta er
hugvekjandi, og eg havi síð
ani hugsað, at tá tað kemur
til móðurmerki, er umráðan
di, at ein sjálv ikki er ov
myndugleikatrúgv, men hin
vegin setir krav um at fáa
illgrunasom
móðurmerki
tikin. Eg bað hann taka tað
burtur, tað hevði eg jú lovað
familjuni at gera, og hann
so gjørdi. Hann segði mær,
at eg kom at hoyra aftur um
einar tvær vikur, tí tað skul
di sendast niður til kanning
ar. Tá eg var farin út frá
læknanum, gloymdi eg alt
um tað. Nú hevði eg gjørt,
sum familjan ynskti, so nú
vóru øll glað. Eg var sann
førd um, at mær feilti ein
ki.
Ófrættaboð
Tað gingu góðar tvær vikur.
Birgith sat inni í stovuni, tá
tað bankaði uppá, og har
stóð sjálvur kommunulækn
in.
Eiheldur tá ringdi nøkur
klokka hjá mær – tað var so
hugnaligt, at hann kom.
“Birgith, eg havi tíverri ikki
góð boð at bera tær. Hatta
var illkynjað, har var krabba
mein í móðurmerkinum.
Vit noyðast at senda teg víð
ari.” Eg fór at frætta aftur
frá sjúkrahúsinum. Tað var
so undarligt. Eg hoyrdi, at
hann tosaði um krabbamein,
men tað var ikki meg, hann
tosaði um. Eg tosaði við
hann um ymiskt fyrifallandi,
og fór at gera kaffi. Tá hann
fór, spurdi hann, um hann
ikki
skuldi
sjúkramelda
meg. Eg noktaði, eg skuldi
til arbeiðis morgunin eftir,
mær feilti jú onki.
Tá eg legði høvdið niður
á koddan sama kvøldið,
reageraði eg. Hann hevði
sagt, at eg hevði krabba
mein! Eg fór at skelva og
fekk ein ræðuligan skelk.
Maður mín mátti halda um
meg, og tað var vónleyst at
sova. Eg fór upp at vaska
og strúka klæði, og rokaðist
alla náttina. Fór kortini til
arbeiðis á sjúkrahúsinum
eftir eina svøvnleysa nátt.
Stutt eftir eg var komin til
arbeiðis ringdi læknin av
sjúkrahúsinum,
at
hann
hevði fingið boðini, og bað
meg koma inn til eina sam
røðu. Hann bað meg eisini
vera púra róliga, tí teir helst
longu høvdu fingið allan
krabban burtur, tá móður
merkið var skorið burtur.
Men hann segði eisini, at
tað mark er sett, at um tað
er yvir 1 millimetur skal
ein kannast nærri í sjúkra
hússkipanini. “Hjá tær er
tað akkurát farið upp um,
tað er 1,05, tí má eg senda
teg víðari. Um tú vart undir
1, hevði einki verið gjørt.”
Hann lovaði at fáa meg víð
ari so skjótt sum gjørligt.
Verið jalig
Frá tá av megnaði Birgith
ikki at arbeiða, og varð
sjúkrameldað. Maðurin og
hon gjørdu av, at tey skuldu
biðja børnini koma heim
eitt í senn.
Hetta var tað ringasta,
sum eg havi verið úti fyri í
lívinum. At skula siga mín
um børnum frá hesum var
so nógv verri, enn at fáa at
vita, at eg hevði krabbamein.
Men eg bønaði tey um at
vera positiv, tí eg hevði valt
at trúgva, at eg var frísk og
fór at verða verandi frísk.
Eg bað tey hjálpa mær at
vera positiv. Ikki tosa nega
tivt og ikki vera ólukkulig.
Men dagarnir vóru ringir at
koma ígjøgnum. Ein dagin
lá eg á sofuni, og hevði
onga megi til nakað. Tann
elsta dóttirin kom inn, og
segði við meg: “Mamma,
ert tú um at fáa eina depres
sión?” Tey orðini slógu meg
Sólarmamman sløkti
”
- Tað er syndarligt at síggja hesi ungu
solariubrún. 14-16 ára gomul hugsa ikki
um at tað kann vera vandamikið at taka
sól. Aldursmark á 18 ár eigur at verða
umhugsað.
Birgit við Sandá, sum fekk
krabbamein men gjørdist frísk
Mynd: Jens Kristian Vang