mánadagur 2. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 103 - 2. juni 2008
Mánadagin 26.
mai 2008 varð nýtt
vinnufelag stovnað.
Tað eru ráðgevandi
virkir innan føroysku
byggivinnuna, sum
hava tikið stig til
at stovna nýggja
felagið; Ráðgevara
felagið. Felagið
hevur 20 limir, sum
eru fyritøkur, sum
veita ráðgeving
innan byggivinnuna,
skrivar Vinnuhúsið á
heimasíðu síni
VINNUFELAG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á aðalfundinum vóru Rúni
Abrahamsen
frá
MAP-
arkitektum, Árni Winther,
frá Arkitektavirkinum Árna
Winther Arkitektum og Kim
Hansen, frá LBF valdir í
nevndina. Sum eykalimir
vóru Árni Jakobsen frá
Sofus M. Jakobsen og Pætur
Húsgarð frá PB-Consult
valdir. Nevndin hevur skipað
seg við Rúna Abrahamsen
sum formanni.
Endamál felagsins er at
savna allar ráðgevandi fyri-
tøkur við heimstaði í Før-
oyum, serliga í byggivinn-
uni at útinna felags áhuga-
mál. Í virki sínum skal
felagið skipa fyri felags
menning í vinnugreinini,
bæði í virkjunum, og av
teimum karmum virkað
verður undir. Millum limir-
nar skal felagið stuðla undir
samskifti
og
førleika-
menning, og úteftir virka
sum felags málgagn mót-
vegis myndugleikum,
stovnum og aðrari vinnu.
Eitt av týdningarmestu
málunum, sum felagið ætlar
at taka upp beinanvegin er,
at fáa samband við almenna
byggiharran
um,
hvørji
viðurskifti
skulu
vera
galdandi, tá byggiverkætl-
anir verða skipaðar. Ráð-
gevarafelagið heldur, at tað
er av alstórum týdningi, at
føroyskar
fyritøkur
fáa
javnbjóðis høvi at bjóða seg
fram ájavnt við útlendskar
fyritøkur. Dømi eru um
útbjóðingar har føroyskar
ráðgevandi fyritøkur ikki
hava
fingið
javnbjóðis
møguleikar.
Føroya
Arbeiðsgevara-
felag fegnast um, at ráð-
gevandi virkir innan byggi-
vinnuna taka seg saman í
vinnufelag, og at felagið
hevur valt at húsast saman
við Arbeiðsgevarafeløgun-
um og vinnufeløgunum í
Vinnuhúsinum.
Bilradio verður nú
flutt til týsdag
Sendingin Bilradio á Rás2, sum higartil
hevur verið send hósdag millum kl. 16 og
17. verður frá í morgin av flutt til týsdag
millum kl. 16 og 18. Sendingin verður
endursend fríggjamorgun millum kl. 8 og
9 og leygardag kl. 13.
Atli hjálpir til á
Jellingfestivalinum
Tá myndamaður okkara leygardagin vitjaði Jellingfestival-
in, hitti hann Atla Godtfred úr Havn framman fyri stóru
senuna. Atli er við Reyða Krossi á Jellingfestivalinum. Atli
Godtfred er saman við sjey starvsfeløgum frá Reyðakrossi
Føroyar niðri á Jellingfestivalinum, har tey hjálpa til í vakt-
arskipaninin hjá Reyðakrossi í DK. Talan er um ólønt ar-
beiði, og Reyðikrossur Føroya sendi eisini fólk niður á
festivalin í fjør. Tá portalurin hittiAtla, var hann í gongd
við sína vakt, sum varar 12 tíma.
Petur Holm bjóðar
nú føroyingum,
íslendingum og
grønlendingum
luksus yachtirnar
Azimut, sum er
eitt ógvuliga kent
italienskt merki av
stuttleikabátum
STUTTLEIKABÁTAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað gerst alt meir vanligt, at
føroyingar
keypa
sær
stuttleikabátar. Tað skuldi
eisini ligið til okkara at balst
á sjónum og mongu báta-
stevnurnar bera eisini boð
um, at føroyingum dáma
væl at hugna sær í báti.
Nú er so eisini komið eitt
føroyskt umboð fyri kendu
italsku
stuttleikabátarnar,
Azimut. Tað
er
Paolo
Vitelli, sum stovnaði fyri-
tøkuna í 1969, og saman
við hálendsku skipasmið-
juni, Amerglass, byrjaði
hann at byggja hesar stutt-
leikabátarnar. Hetta sam-
starvið helt fram til 1985, tá
Azimut fyritøkan keypti
Benetti skipasmiðjuna.
Fyritøkan hevur alsamt
vaksið
um
útboðið
av
bátum, og í dag byggir
Azimut 17 støddir av fly-
bridge bátum og fimm
støddir av opnum bátum. Í
fly-útgávuni fært tú bátar
úr 39 fót heilt upp í 116
føtur. Opnu bátarnir fáast
úr 43 fót upp í 103 føtur.
Tað er Petur Holm, fyrr-
verandi stjóri í Kaupthing,
sum
nú
hevur
fingið
einaumboð
fyri Azimut
bátarnar í Norðurhøvum,
tað
vil
siga
Føroyum,
Íslandi og Grønlandi.
- Tað verður kanska
einahelst 39 fót flybridge
bátarnir, sum hava áhuga
millum føroyingar. Teir eru
ógvuliga snøggir og ikki so
dýrir. Teir fáast fyri umleið
2,7 milliónir krónur um-
framt mvg, sigur Petur
Holm,
stjóri
á
Melfar
Marine Motoryachts.
Báturin hjá Peturi Holm
sjálvum er ein Azimut 43S,
sum er ein sonevndur opin
bátur. Hann er, sum navnið
sigur, 43 føtur langur og
hevur tveir Volvo Penta
motorar, sum hvør hevur
435 hestar. Skipasmiðjan
sigur bátin hava eina mestu
ferð upp á 33-34 míl, men
Petur Holm sigur, at hann á
túrinum úr Danmark til
Føroya fekk hann heilt upp
á 38 míl. Báturin kostar
uttan eyka útgerð 4.050.000
krónur,
og
við
teirri
eykaútgerð sum er umborð
á bátinum hjá Peturi Holm,
kostar hann 4,7 milliónir
krónur umframt mvg.
Sum nevnt byggir Azimut
bátar heilt upp til 116 føtur,
og tann dýrasti báturin, sum
Petur Holm veit um er
seldur av hesum slagnum,
kostaði 75 milliónir.
- Men tað verður helst
ikki so nógvir av tí slagnum
seldir í Føroyum, sigur
Petur Holm.
Umframt at hava umboð
fyri bátarnar í Føroyum,
Íslandi og Grønlandi, um-
hugsar Petur Holm eisini at
selja Azimut aðrastaðni.
Reint flótandi luksus
Petur Holm kom á Havnina
við nýggja Azimut 43S
bátinum leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýtt vinnufelag stovnað
Báturin hevur tveir Volvo Penta motorar
sum eru 435 hestar hvør, og teir heva eina
mestu ferð upp á heilar 38 míl
Mynd: Álvur Haraldsen