Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 103 - 2. juni 2008 - Tað er so upp til Fiskimálaráðið at meta um, um teir vilja siga upp mítt farloyvi, nú eg eri farin at arbeiða fyri eitt oljufelag Farloyvismál Jan Müller jan@sosialurin.fo Sigurð í Jákupsstovu, sum til november í fjør hevur verið stjóri á Jarðfeingi í mong ár, tók herfyri við sum tekniskur stjóri hjá Atlantic Petroleum við ábyrgd fyri framleiðslu og leiting. Sigurð fór annars til Íslands í fjør og fekk sam­ tíðis farloyvi frá stjórastarv­ inum í Jarðfeingi í tvey ár. Hann varð tó settur at vera ráðgevi í ymsum málum hjá Jarðfeingi. Nú hevur spurningurin so tikið seg upp alment, í Degi og Viku sendingini fríggja­ kvøldið, har spurnartekin varð sett við, hvussu gott tað er fyri Jarðfeingi, at fyrrverandi stjóri tess í far­ loyvi tekur við stjórastarvi í einum oljufelag bert gott hálvt ár eftir, at hann fór í farloyvi. Sambart Degi og Viku gjørdist oljuvinnan illa við, tá Atlantic Petroleum 16. mai í ár boðaði frá, at fyrr­ verandi stjórin á Jarðfeingi hevur tikið við stjórastarvi í oljufelag, tí Sigurð í Jákups­ stovu hevur atgongd til trúnaðarupplýsingar. Ikki gingið í Noregi ­Var talan um eina líknandi støðu í Noregi, vórðu avleið­ ingarnar komnar beinan­ vegin, so trúvirðið á stovnin ikki fekk ov neyvan skaða. Hetta sigur Per Valebroks við Dag og Viku. Hann er blaðstjóri á E24, sum er størsti norski vinnulívsport­ alurin. –Tað hevði jú skapt reaktiónir, og eg trúgvi ella vóni í hvussu er, at viðkom­ andi hevði mist sítt farloyvi beinanvegin. Og hevur man ikki karantenureglur at ganga eftir, so átti man at gjørt slíkar, tí tær eiga at vera fyri eitt slíkt starv. Uppá fyrispurning hvussu hetta kann ávirka trúvirðið hjá Jarðfeingi sigur norski blaðstjórin, at tað veldst um, hvat hendir nú. Um myndugleikarnir siga, at hetta kunnu teir ikki góð­ taka og taka inn aftur far­ loyvið og seta karantenu­ reglur í gildi, so átti tað ikki at skatt oljufyrisitingina. Men umdømið hjá fyrrver­ andi stjóranum hevur tikið skaða ella sum hann málber seg ”fått ridser i lakken”. Sigurð í Jákupsstovu sig­ ur við Dag og Viku, at hann er greiður yvir, at hann ikki má brúka ta vitan hann hevur fingið frá øðrum í trúnaði. Hann leggur aftrat, at henda vitan er so komn­ plex, at hann er ikki førur fyri at geva hana víðari. Hann er fyrst og fremst sett­ ur at taka sær av framleiðsl­ uni hjá Atlantic Petroleum, sum verður í bretskum og írskum øki. Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskivinnu­ og Tilfeingis­ ráðnum, sigur við Kring­ varpið, at tey eru greið yvir trupulleikan, og at Sigurð ikki verður brúktur sum ráðsgevi longur. Annars verður spurningurin um far­ loyvið kannaður. Triðja umfar til oljuleiting verður í løtuni fyrireikað. Spurningurin er, hvussu trygg oljufeløgini kunnu kenna seg at lata Jarðfeingi trúnaðarupplýsingar sigur Dagur og Vika fríggjakvøld­ ið. Jarðfeingi vísir til Fiskimálaráðið Sosialurin hevur spurt Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi, hvat hann heldur um málið. – Síggja tit tað sum ein trup­ ulleika, at tykkara stjóri í farloyvi er farin í stjórastarv hjá oljufelag? ­ Okkara støða er rættiliga einføld. Hann hevur fingið farloyvi, og hetta hava vit einki við at gera. Tað var upprunaliga Vinnumálaráð­ ið, sum gav loyvið, og nú er tað so Fiski­ og Tilfeingis­ málráðið, sum umsitur mál­ ið, og tað kunnu vit bara fyrihalda okkum til. Tað haldi eg ikki vit kunnu leggja okkum út í. ­ Men sær tú sum verandi stjóri ein trupulleika, at Sigurð í Jákupssstovu, með­ an hann er í farloyvi frá Jarðfeingi, tekur við stjóra­ starvi í einum oljufelag? ­ Eg má bara taka støðuna sum hon er, og vit arbeiða víðari, sum vit plaga. Meira havi eg ikki at siga. Skal taka støðu til farloyvið Sosialurin hevur eisini tosað við Sigurð í Jákupsstovu. ­ Eg søkti og fekk far­ loyvi, og nú havi eg sagt ja til at arbeiða hjá Atlantic Petroleum. Tað er ikki nógv longur enn tað. ­ So tú heldur fram í far­ loyvinum, sjálvt um tú er farin at arbeiða hjá einum oljufelag? ­ Tað kann man siga beint nú. Men eg havi ikki ordi­ liga tikið støðu til mína framtíð á Jarðfeingi. Eg eri bara ikki komin til at taka eina støðu til tað, men tað er nakað eg skal gera. ­Men hvussu sær tú uppá hetta at skula hava eitt bein inni hjá tí almenna Jarð­ feingi og eitt annað bein inni hjá privatum oljufelag! ­ Nú eri eg í farloyvi. So beinið inni hjá tí almenna er jú ikki har. Tað er lagt á hyllina. Tó skal sigast, at síðani eg fór í november havi eg starvast við ávísum uppgávum fyri Jarðfeingi, men tað er við at blívað stegðað. Tað er ikki so, at eg skal hava eitt bein í hvørj­ um leiri. Arbeiði sum rágevi ­ Gevst tú við uppgávunum fyri Jarðfeingi. ­ Man kann ikki stegða øllum dag frá degi, tá tað ikki eru so nógv fólk, so í løtuni er tað eitt forstáilsi um, at eg havi onkrar upp­ gávur, men tað minkar burt­ ur skjótt. Tað er bara í eini yvirgangstíð, og tað er bara á orkuøkinum, ikki á olju­ økinum. Meiningin var, at Sigurð skuldi arbeiða við elveiting ol. Men eftir valið broyttist alt tað, soleiðis at elveitingin varð verandi í Vinnumála­ ráðnum, meðan Jarðfeingi varð flutt í Fiski­ og Tilfeing­ ismálaráðið. ­Tí var tað, sum eg ætlaði at arbeiði við í Íslandi, ikki til longur fyri meg. Grundarlagið fyri mín­ um arbeiðsdegi her broyttist fullkomiliga, og eg skal jú hava okkurt arbeiði. Eg sigi ikki, at eg skal hava hetta farloyvi í tvey ár. Man tekur tingini, sum tey koma. Fyri fyrst havi eg sagt ja at arbeiða fyri At­ lantic, og so fari eg at taka støðu til, hvussu verður við farloyvinum. Sigurð í Jákupsstovu sigur víðari, at hann er ikki meira á Jarðfeingi, enn tey vilja hava seg. Tað er ikki hansara avgerð. Um Fiskimálaráðið ella Jarðfeingi siga, at hann ikki skal arbeiða við orku­ uppgávum fyri Jarðfeingi, so er tað í lagi sigur Sigurð og heldur fram: ­ Tað er so upp til Fiski­ málaráðið at meta um, um teir vilja siga upp mítt far­ loyvi, nú eg eri farin at arbeiða fyri eitt oljufelag. Undir trúnaðarskyldum ­ Tað vilja altíð vera tey, sum halda, at tað er óheppið hjá einum fyrrverandi Jarð­ feingisstjóra í farloyvi at ar­ beiða fyri eitt privat olju­ felag um somu tíð sum hann framhaldandi hevur farloyvi og so stutt eftir, at hann gavst hjá Jarðfeingi! ­ Tað veit eg ikki. Eg eri undir trúnaðarskyldum. Eg kann ikki og havi ikki loyvi til at misbrúka mína vitan. Men tá eg eri í farloyvi má eg kunna søkja mær annað arbeiði. Eg havi so ongan klausul um tað heldur. Sigurð í Jákupsstovu, Jarðfeingisstjóri í farloyvi: -Tað má vera upp til Fiskimálaráðið at meta um, um teir vilja siga upp mítt farloyvi Fiskimálaráðið avgera lagnuna hjá Jarðfeingisstjóra í farloyvi Av landinum at ferðast Annar hvør íslendingur ætlar sær av landinum at ferðast í summar. Tað vísir ein nýggj kanning hjá Gallup. Har siga 51 prosent, at tey fara uttanlands, men 33 prosent av teimum ætla sær eisini at ferðast innanlands. Samanlagt ætla 68 prosent at ferðast innanlands í summar, og tað er júst tað sama sum í 2006, skrivar Morgunblaðið. Kanningin vísir, at tað eru serliga fólk í høvuðsstaðarøkinum, sum fara av landinum at ferðast. Múgvandi norðmenn Norski búskaparfrøðingurin Gunnar J. Torgensen hevur roknað seg fram til, at norsku olju­ og gassleiðirnar hava so stórt virði, at tað svarar til góðar sjey milliónir danskar krónur í part til hvørt einasta mansbarn í Noregi. Útrokningin vísir, at tann góði oljuprísurin kemur Noregi væl við, tí sambært Gunnari J. Torgensen er ognin hjá hvørjum einasta norðmanni økt meiri enn 2,3 milliónir krónur tey seinastu fýra árini, skrivar Aftenposten. Annar hvør íslendingur fer uttanlands í summar Mynd: Morgunblaðið