Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 103 - 2. juni 2008 Skerjing góða ávirkan Á íslendska sjómannadegnum leygardagin segði fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson, at avgerðin hjá stjórnini at skerja toskakvotuna hevur havt góða ávirkan á summi viðurskifti. Eitt mú hevur vinnan fingið størri ágóða burtur úr minni nøgd við at menna tøknina. Hann ásannaði samstundis, at tað fellandi krónuvirðið hevur mótvirkað teirri skerdu kvotuni, soleiðis at niðurskurðurin hevur ikki ávirkað úrtøkuna so nógv sum væntað. Vilja hava tunnil Í svenska býnum Helsingborg vilja fólk fegin hava ein undirsjóvartunnil yvir um Oyrasund til danska býin Helsingør. Sambært einari kanning vilja næstan tveir triðingar av Helsingborg-búgvunum hava tunnil heldur enn verandi ferjusamband. Býráðið í Helsingborg ætlar sær at virka fyri at fáa ein tunnil, og málið verður ætlandi sent stjórnini í Stockholm í næstum. Ein tunnil millum Helsingborg og Helsingør verður um fýra kilometrar. Venjingarhylurin hjá Skúlanum á Trøðni verður eftir ætlan liðugur í august. Men skal vatn latast í hylin til ta tíð, má skúlin søkja um eykajáttan til øktar oljuútreiðslur Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leingi er tað, ið væl skal vera: Nú eru endiliga útlit fyri, at venjingarhylurin hjá Skúlanum á Trøðni, sum hevur staðið sum ein skomm í úti við hálvtfjórða ár, verður liðugur. Sosialurin skrivaði í desember í fjør, at venjing- arhylurin fyri børn við breki hevði staðið í hálvum gekki í trý ár. Landsverk hevur ábyrgdina av arbeiðinum, og haðani verður nú sagt, at hylurin verður liðugur í august. Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, sigur við Sosialin, at av tí at arbeiðið gekk so seint, varð upprunaligi byggiharrin tik- in av uppgávuni. Men tor- ført var at finna ein annan, tí so nógv byggivirksemi er í landinum. - Men vit fingu so ein til endans. Hesin lovaði í fyrsta umfari, at arbeiðið skuldi vera liðugt í apríl. Men undir umvælingunum komu ávísar forðingar undan kavi, so tíðarætlanin varð broytt til august, sigur Oyvindur Brimnes. Tá hand- verkararnir skuldu umvæla flísarnar í botninum, sóu teir, at botnurin var brotin, og tí dró arbeiðið meira út enn ætlað. Skundar undir Í Skúlanum á Trøðni ganga starvsfólk, næmingar og foreldur spent og bíða. Upphitaði venjingarhylurin manglar í gerandisdegnum, har hann átti at verið brúktur til at stimbra og menna børnini kropsliga og and- liga. Jan Christiansen, skúlastjóri, er fegin um, at Landsverk nú lovar, at arbeiðið verður liðugt í august. - Men so skal arbeiðslagið upp, tí her gongur sera strilt- ið, og vit síggja bara ein handverkara av og á, sigur skúlastjórin, sum eisini sær fyri sær, at játtanin til skúl- an má hækkast, tá hylurin verður tikin í nýtslu. Krevur eykajáttan Seinastu tíggju árini hevur rakstrarjáttanin til Skúlan á Trøðni staðið í stað. Í fíggj- arlógaruppskotinum, sum júst er samtykt, var tó ein meirjáttan uppá knappa hálva millión krónur til lønir og líknandi. - Skúlin er frammanund- an so niðurpíndur, at fíggj- arliga er ikki grundarlag fyri at lata ein dropa av vatni í hylin. Ein upphitaður venjingarhylur sum hesin brúkar nógva olju, kanska einar 6000 litrar árliga. Saman við øktari el-nýtslu, millum annað til reinsi- verkið, umframt viðlíkahald og reingerð, krevur tað meirjáttan á umleið 100.000 kr. árliga, sigur Jan Christi- ansen, sum hevur ætlanir um at venda sær til Menta- málaráðið við umbøn um eykajáttan, so hylurin kann vera klárur, tá børnini koma í skúla og barnagarð aftur. Háfoss uppí málið Sambært Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í skúla- málum, er tað nýtt fyri hana, at peningur ikki er tøkur til at reka venjing- arhylin. Tí hevur hon nú ætlanir um at seta seg í sam- band við leiðslu skúlans, so tey í felag kunnu finna eina loysn útfrá fíggjarætlanini hjá skúlanum. - Tí sjálvandi skal hylurin kunna brúkast, tá vit nú hava sett hann í stand, sigur Kristina Háfoss, sum sigur seg hava havt stóran ampa av, at umvælingarnar hava ligið á láni í skjótt fýra ár. Venjingarhylurin klárur komandi skúlaár - Skúlin er frammanund­an so niðurpínd­ur, at fíggj­arliga er ikki grund­arlag fyri at lata ein d­ropa av vatni í hylin, sigur Jan Christiansen, skúlastj­óri, her saman við Halli Mohr, pápa at einum d­rongi í skúlanum Mynd­: Jens Kristian Vang - Sj­álvand­i skal hylurin kunna brúkast, nú vit hava sett hann í stand­, sigur Kristina Háfoss, land­s- stýriskvinna í skúla- og mentamálum Frá sj­ómannad­egnum í Reykj­avík (Mynd­: Vísir) Sosialurin skrivaði í d­esember í fj­ør, at venj­ingarhylurin fyri børn við breki hevði staðið í hálvum gekki í trý ár