mánadagur 2. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 103 - 2. juni 2008
- Fiskiflotin er nú í so
stórari kreppu, sum
hann neyvan hevur
verið í áður, sigur
formaðurin í Føroya
Reiðarafelag, Viberg
Sørensen
FiskiFloti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú listaprísurin á olju til
skipini táttar í 6 krónur fyri
liturin, ásannar formaðurin
í Reiðarafelagnum, Viberg
Sørensen, at rættilig kreppa
er í okkara fiskiskipaflota.
- Sum støðan er nú, mugu
vit bara ásanna, at vit eru í
eini so stórari kreppu, sum
vit neyvan hava verið í áður,
sigur hann.
Eingin trolveiða
Herfyri var Reiðarafelagið
á fundi við løgmann og
fiskimálaráðharran, har hes-
ir vórðu kunnaðir um støð-
una í okkara fiskiskipaflota.
Á fundinum greiddu umboð
fyri ymisku veiðibólkarnar
frá, hvussu torfør støðan í
veruleikanum er.
- Ringast er í Suðuroynni,
har flestu stóru trolararnir
eru, men nú fara skip at
verða løgd um alt landið.
Tað ber snøgt sagt ikki til at
dríva trolfiskiskap við so
dýrari olju, sigur Viberg
Sørensen.
Í grein á heimasíðu Reið-
arafelagsins vísir formaður-
in á, at fleiri av skipum okk-
ara koma til lands full undir
lúkurnar við fiski.
- Men tá reiðarin sær, at
skipið, hann hevur ábyrgd
av, hevur størri útreiðslur
enn inntøkur ein slíkan túr,
hevur hann einki annað val
enn at binda skipið til
bryggju.
Manningartrot
Í greinini vísir formaðurin í
Reiðarafelagnum á, at línu-
bátarnir brúka minni olju,
men hjá teimum er støðan
ring vegna manningartrot.
Viberg Sørensen sigur
seg kortini vóna, at nýggja
útlendingalógin fer at bøta
um støðuna hjá línubátu-
num.
- Vit mugu bara ásanna,
at fiskiflotin hevur so stórar
trupulleikar at dragast við,
sum vit neyvan hava vitað
um áður, sigur formaðurin í
Føroya Reiðarafelag.
Vit kunnu leggja aftrat, at
Kreppan í fiski-
flotanum størri
enn nakrantíð
Húsavirðið ov høgt
Hús og íbúðir í Danmark hava als ikki tað virðið, sum tey eru
mett til. Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, sigur í einari meting,
at danska húsa- og íbúðarvirðið er 15 prosent oman fyri tað
veruliga virðið. Búskaparfrøðingarnir hjá grunninum siga, at
fellandi húsa- og íbúðarvirði saman við møguligum
rentuhækkingum kann raka danska búskapin meint. Sambært
IMF eru Spania og Frakland í at kalla somu støðu sum Danmark.
Donsk hús hava als ikki tað virðið, sum tey eru mett til (Mynd: DR)
Hveragerði í Íslandi
og okkara heimliga
Nes kommuna eru
vinarbýir, og nú
Hveragerði varð rakt
av jarðskjálvta, hevur
føroyski vinarbýurin
sent samkenslufjarrit
samkensla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í vikuni rakti ein harður
jarðskjálvti
Ísland
við
miðdepli í Selfossi, sum
liggur einar tríggjar kilo-
metrar frá Hveragerði, ið
er vinarbýur við Nes komm-
unu.
Nes kommuna hevur í
hesum sambandi sent bý-
ráðnum í Hveragerði sam-
kenslufjarrit.
Í fjarritinum verður ynskt
kommunu og borgarum alt
tað besta í komandi døg-
um.
- Vit vóna og biðja eftir,
at tit koma væl burtur úr
teimum skaðum, sum hava
rakt býin, sigur kommunan
í fjarritinum.
Á heimasíðuni hjá Nes
kommunu siga tey seg hava
frætt, at øll hava tað gott í
Hveragerði, men nógvir
bygningar hava fingið stór-
an skaða av jarðskjálvta-
num.
Umboð
fyri
Nes
kommunu vóru á vitjan í
Hveragerði síðsta heyst, og
tá er myndin tikin, sum vit
prenta saman við hesum
greinastubbanum.
Samkenslufjarrit
til Hveragerði
Borgarstjórin í
Hveragerði, Aldis
Hafsteinsdóttir og
borgarstjórin í Nes
kommunu, Símun
Johannesen
Mynd: Nes kommuna
Teir vilja ikki veita fiskiflotanum stuðul til olju, men hava einki
ímóti at leggja stein omaná byrði hjá sethúsaeigarum – við
oljuavgjaldi til landskassan