mánadagur 2. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 2. juni 2008
11
tíðindi
Eins og í Føroyum
og øðrum londum
uttan um okkum,
sum reka fiskivinnu,
er fiskiflotin í
Danmark í eini svár
ari orkukreppu. Nú
verður skotið upp
at leggja oljuavgjald
á fisk fyri at kom
pensera øktu olju
útreiðslurnar
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Støðugt veksandi prísirnir á
olju hava rakt fiskiskipaflot
an sera meint. Meðan olju
prísirnir eru nógv øktir, er
fiskaprísurin um somu tíð
lækkaður. Tí stúrir Dan
marks Fiskeriforening nú
av álvara fyri fiskiskipa
rakstrinum.
Støðan hjá donsku
fiskivinnuni er líka so álvar
som, sum í suðurevropeisku
londunum, har vit hava
hoyrt um ymisk tiltøk sein
astu tíðina.
Tað sigur formaðurin í
Danmarks Fiskeriforening,
Flemming Kristensen.
Danskir politikarar verða
eggjaðir til at veita fiski
skipavinnuni eina hjálpandi
hond í truplu støðuni.
Franska stjórnin veitir
2,35 krónur í stuðli fyri
hvønn litur av olju, sum
skipini brúka. Hetta avlagar
kappingina í fiskiskipavinn
uni millum ymsu londini,
eitt nú tá donsk, fronsk og
týsk skip landa upsa í Dan
mark,
sigur
Flemming
Kristensen.
Oljuavgjald
Hann heldur, at um londini
ikki skulu út at kappast við
ríkisstuðli aftanfyri seg,
verður neyðugt at finna
eina varandi loysn á orku
trupulleikunum.
Dansk
Fiskeriforening
hevur tvey boð upp á,
hvussu byrgjast kann upp
fyri ringastu avleiðingu
num.
Minstiprísirnir á fiski,
sum ES hevur ásett, skulu
haldast. Hetta hevði trýst
marknaðarprísirnar
upp
eftir.
Í aðrar mátar skjýtir felag
ið hjá donsku fiskiskipa
vinnuni upp at áleggja fiska
keyparum eitt oljuavgjald á
fisk – á sama hátt, sum
flogfeløg leggja oljuavgjald
oman á ferðaseðlaprísir.
Avgjald á fisk
Eins og flogfeløg leggja
oljuavgjald omaná prísin
á ferðaseðlum, er kanska
ein gongd leið at leggja
oljuavgjald omaná hvørt
kilo av fiski, sum selt
verður
Flemming Kristensen,
formaður í Danmarks
Fiskeriforening
í longri tíð hevur helming
urin av okkara djúpvatnsflota
ligið, og herfyri løgdu øll
svartkjaftaskipini samstund
is, tí fiskiskapurin loysti
seg ikki, nú oljan er vorðin
so dýr, samstundis sum prís
irnir á ídnaðarfiski vóru so
lágir.
Fleiri nótaskip eru nú á
sild, hóast sildin enn ikki er
hin besta til dygdar eftir gýt
ing í vár. Ein partur av norð
havssildini verður soleiðis
veiddur, sum kanska skuldi
verið goymdur, til sildin er
betri.
Eingin stuðul
Í grein í Sosialinum herfyri
søgdu bæði løgmaður, Jó
annes Eidesgaard og fiski
málaráðharrin,
Tórbjørn
Jacobsen, at eingin oljustuð
ul fer at verða latin skipu
num, hóast oljan er við at
leggja
alla
trolvinnuna
lamna.
Sum skiltist á teimum
báðum, kemur slett ikki
upp á tal at veita fiskiskipa
vinnuni ein lætta í oljuni,
nú
oljuútreiðslurnar
hjá
summum skipabólkum telja
uppí 2/3 av veiðivirðinum á
túrum, sum annars eydnast
hampiliga væl.
Løgmaður helt í greinini
enntá fyri, at einki er so
ringt, at tað ikki kann vera
gott fyri okkurt.
Í hesum sambandi vísti
hann á, at høgu oljuprísirnir
kanska fara at fremja eina
tillaging í okkara fiskiskipa
flota.
Okey at “taka”
Tað er ikki bara hjá fiski
skipavinnuni, at oljan kostar
tað hvíta út úr eygunum.
Tað ger hon so sanniliga eis
ini hjá familjunum kring
um landið, sum rinda ein
alsamt størri part av netto
inntøkuni til olju fyri at
hava hita og heitt vatn í
húsunum.
Ein partur av høga olju
prísunum, sum húsarhaldini
rinda, er oljuavgjald, sum
landskassin tekur.
Men her er eftir øllum at
døma eingin trupulleiki hjá
Jóannesi og Tórbirni at taka
oljuavgjald frá barnafamilj
um, pensjónistum og øðrum
omaná methøga oljuprísin.
Báðir siga teir, at fiski
flotin noyðist at tillaga seg
broyttu umstøðurnar, men
teir siga – sjálvandi einki
um, at landskassin eisini
noyðist at tillaga seg – uttan
oljuavgjald.
Tað er í lagi at taka, men
bæði løgmaður og fiski
málaráðharrin eru fullsamd
ir um, at einki ískoyti skal
veitast
fiskiskipavinnuni,
ið er grundarlagið undir
okkara búskapi.
Nýggj summarsending í Útvarpinum
Í morgin byrjar nýggj summarsending í Útvarpinum. Sendingin fær navnið Radius, sum
eisini var nýtt seinasta ár. Tað eru tey fýra Kári Sólstein, Elin í Stórustovu, Finnur Jensen
og Fróði Løkságarð sum koma at standa fyri sendingini. Vit fyrstu ferð verður send
týsdagin 3. juni.
Fráboðan
um
umhvørvis
góðkenning
Við hesum verður gjørt
kunnugt, at Um
hvørvisstovan tann 29.
mai 2008, við heimild í
grein 26 í løgtingslóg
nr. 134 frá 29. oktober
1988 um umhvørvis
vernd og kunngerð nr.
54 frá 3. mai 1994 grein
1, nr. 4 og 4a, seinni
broytt í grein 5, nr. 1 og
4 í kunngerð nr. 90 frá
28. september 2007,
hevur góðkent:
Jarnmóttøkuplássið
hjá Tórshavnar
kommunu á
Sandvíkarhjalla
Góðkenningin liggur
alment frammi á
Umhvørvisstovuni.
Avgerðin kann kærast
til landsstýrismannin
við umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal
sendast
Umhvørvisstovuni,
Traðagøta 38, FO165
Argir, í seinasta lagi fýra
vikur frá dags dato.
Góðkenningin kann
somuleiðis síggjast á
heimasíðuni hjá
Umhvørvisstovuni,
www.us.fo.
Umhvørvisstovan
Hjá ávísum skipabólkum
er ikki nóg mikið longur, at
fiskiskapurin er góður. Tað
hongur ikki saman kortini, nú
oljan er vorðin so dýr
Mynd: Vilmund Jacobsen
Formaðurin í Reiðarafelagnum, Viberg Sørensen, noyðist nú at
ásanna, at fiskiskipaflotin er í størstu kreppu nakrantíð
Mynd: Vilmund Jacobsen