Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 2. juni 2008 13 Aftursvar til landsstýriskvinnuna í samferðslumálum Fyrst vil eg takka lands­ stýriskvinnuni fyri sítt svar­ skriv til mítt lesarabræv. Uttan at leggja meg út í hennara politisku sjónar­ mið, vil eg leggja dent á, at eg havi stóra virðing fyri hennara grundleggjandi stevnumiði um ein búskap­ arliga forsvarligan leist í tunnilsmálinum, har landið ikki tekur á seg størri váða enn neyðugt og varðveitir sítt kredittvirði, og at sam­ felagið skal kunna byggjast út á øðrum neyðugum økjum enn á samferðslu­ økinum. Í sínum svari til mítt lesarabræv svarar hon so nøkulunda nøkrum av mínum viðmerkingum og spurningum, men fleiri standa enn ósvaraðir. Verkætlanin P/F Skálafjarðartunnilin er ikki eitt tilvildarligt privat partafelag, men eitt felag, sum kommunurnar við Skálafjørðin hava ein stór­ an leiklut í. Eisini stendur tað Tórshavnar kommunu í boði at koma upp í felagið. Hetta hevur fyri meg at síggja alstóran týdning, tí tað skal tryggja, at verk­ ætlanin verður gjørd í sátt og semju á ein hátt, sum ikki skapar trupulleikar og ónøgd kring fjørðin og tunnilin sum heild. Her hjálpir tað ikki bara at geva Skálafjarðartunli­ num eitt annað navn, taka hann úr hondunum á kommununum og látast sum um, at hann ikki hevur størri týdning fyri Skála­ fjørðin enn fyri aðrar partar av landinum. Hann fær sjálvandi týdning fyri alla Eysturoynna og nógv meira enn tað, men hann verður lagdur tvørtur um Skálafjørðin og millum Skálafjørðin og Sund­ Havnina, og tað eru hesi øki, ið verða ávirkaði av tunlinum fram um øll onnur øki í landinum. Er landsstýriskvinnan samd í hesum sjónarmiði, og hvussu vil hon í eini møguligari almennari verkætlan tryggja, at kommunurnar fáa ta neyðugu ávirkanina? Váðin Eftir føroyskum mátistokki eru Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin tvær veldiga stórar verkætlanir, og sjálvandi er fíggjarligi váðin samsvarandi stórur. Fyri at nevna bara eitt dømi um hetta, so verður mett í frágreiðingini “Sam­ ferðsluætlan 2008­2020”, sum er undirskrivað av táverandi landsstýrismanni í mars 2006, at tann bílig­ asta loysnin við Sandoyar­ tunlinum kostar 661 mió. kr. umframt avleiddar íløgur. Í sínum lesarabrævi (í mai 2008, altso meira enn 2 ár seinni) sigur lands­ stýriskvinnan, at í hennara roknistykki eru byggiútreið­ slurnar fyri hesa somu verk­ ætlan settar til 690 mió. kr. Kann tað vera rætt, at kostnaðurin einans er hækkaður við góðum 4 % seinastu meira enn 2 árini, meðan oljuprísirnir eru hækkaðir við meira enn 100 % hetta sama tíðar­ skeið? (her kann leggjast afturat, at ein tílík verk­ ætlan er rættiliga orku­/ oljukrevjandi). Hetta verður ikki nevnt fyri at mótarbeiða Sand­ oyartunlinum, men einans fyri at vísa dømi um tann fíggjarliga váðan. Viður­ skiftini eru tey somu fyri Skálafjarðartunnilin, so tann samlaði váðin bara í tilknýti til hetta dømi snýr seg ikki um smápengar. Um tær ætlaðu tilknýttu verkætlanirnar til Skála­ fjarðartunnilin (sum nokk eisini kunnu diskuterast) verða lagdar afturat, kann eitt alment felag eftir míni meting lættliga standa og skylda nærri tvær enn eina milliard krónur eftir tey fyrstu 10 árini, um tilmæl­ ið hjá landsstýriskvinnuni verður fylgt. Eg havi ilt við at ímynda mær, at tað onga ávirkan fer at hava á kredittvirði landsins, um landið um 10 ár stendur og skyldar eina tílíka milliardaupphædd heldur enn at vera skuldarfrítt. Landsstýriskvinnan vísir á, at um verkætlanirnar gerast dýrari enn mett, eru tað bert tveir partar, sum kunnu gjalda meirkostn­ aðin: brúkarin og landið (sum er skattgjaldarin). Hvør er “brúkarin” í hesum føri, tá Sandoyar­ tunnilin ikki klárar at geva nakað íkast til rentur og avdráttir? Er tað ikki brúkarin av Skálafjarðar­ tunlinum? Er tað ikki so, at í hesum føri leggur landið allan váða av báðum verkætlan­ um á herðarnar á brúkara­ num av Skálafjarðartun­ linum, meðan hesin sami brúkari í eini privatari verk­ ætlan einans átekur sær váðan av sínum egna tunli? Hví skal mannamunur gerast á okkum, sum til­ vildarliga hava tørv á ein­ um tunnilssambandi mill­ um Skálafjørðin og høvuðs­ taðin (og fegin vilja gjalda henda tunnil sjálvi), og øðr­ um borgarum í landinum? Ella um landið (skatt­ gjaldarin) skal gjalda ein meirkostnað: fer tá ikki grundstøðið undan tí ógvu­ liga optimistiska rokni­ stykkinum um, at landið “einans” skal gjalda 50 mió. kr. um árið í 10 ár? Fyri meg vísir hetta júst á ein høvuðsmun millum eina privata verkætlan og eina almenna, tí tað privata felagið má tekna ein ávísan partapening fyri júst at kunna standa ímóti tílíkum váðum og taka nosini, tá tey koma. At tað verður tikið nakað fyri henda váða í formi av einum ávísum avkasti av eginpeninginum, er ein natúrligur partur av spæli­ num. Annars fæst eingin at spæla við. Men tú veitst ikki, hvussu nógv, felagið tekur fyri henda váða, fyrr enn tú hevur samráðst við tað, tí tað hongur saman við øllum øðrum viðurskiftum við verkætlanini. Postulatið um munin á einari privatari og almennari verkætlan Í mínum seinasta lesara­ brævi fregnaðist eg eftir, hvaðani landsstýriskvinnan hevði tølini frá, sum liggja til grund fyri postulatinum um ein veldugan mun á kostnaðinum, um Skála­ fjarðartunnilin verður bygdur alment ella privat. Til tað sigur landsstýris­ kvinnan seg ikki at hava nevnt nakað um prísin á einum privatum Skála­ fjarðartunli, tí hon av góð­ um grundum ikki kennir lánsrentuna, um tunnilin verður gjørdur privat. Samstundis heldur hon í sínum svarskrivi upp á, at um Skálafjarðartunnilin verður lagdur í eitt alment felag saman við Sandoyar­ tunlinum heldur enn at verða gjørdur privat, ber til at byggja báðar tunlarnar við avleiddum verkætlan­ um. Alt hetta sigur hon lættliga kann fíggjast við nýtslugjaldi saman við 500 mió. kr. úr landskassanum (50 mió. kr. um árið tey fyrstu 10 árini). Tá nýtslugjaldið í Sand­ oyartunlinum neyvan kann rinda fyri raksturin av hes­ um tunli, má nýtslugjaldið, sum skal rinda fyri rentur og avdráttir av øllum íløg­ unum (minus tær 500 mió. kr. úr landskassanum), koma frá brúkarunum av Skálafjarðartunlinum. Um eg ikki havi misskilt okkurt grundleggjandi her, er tað altso prísmunurin í kostnaðinum fyri Skála­ fjarðartunnilin, um hann verður bygdur og rikin alment heldur enn privat, sum – um nýtslugjaldið verður tað sama – skapar eitt avlop, sum kann brúkast til at gjalda fyri nevndu íløgur, sambært roknistykkinum hjá landsstýriskvinnuni. Royna vit at seta tøl á kostnaðin fyri hesar íløgur, fáa vit hesi tøl (sambært upplýsingum frá lands­ stýriskvinnuni og Vinnu­ málaráðnum, og áðrenn lagt er upp fyri nøkrum serligum prísvøkstri í seinastuni): Sandoyartunnilin = 690 mió. Avleiddar verkætlanir, Sandoyartunnilin (tøl frá áður nevndu Samferðslu­ ætlan) = 165 mió. Avleiddar verkætlanir, Skálafjarðartunnilin = 200 mió. Goldið av landinum = ­ 500 mió. Samanlagt = 555 mió. kr. (sum óivað kann gerast einar 600­700 mió. kr., um hædd verður tikin fyri prís­ vøkstrinum tey seinastu árini). Sum skilst, skulu allar hesar íløgur fíggjast av prís­ muninum, um Skálafjarðar­ tunnilin verður gjørdur alment heldur enn privat. Í mínum hugaheimi er hetta ein veldugur prísmunur. Men hvussu vita vit, um roknistykkið hjá lands­ stýriskvinnuni er rætt? Nevndi prísmunur kann sum áður nevnt hava tvær høvuðsgrundir: 1) At ein privatur tunnil krevur ein ávísan eginpening, sum skal hava eitt avkast, með­ an tann samsvarandi upp­ hæddin í einum almennum tunli kann fíggjast bíligari, og 2) At lánsrentan fyri restina av kostnaðinum má roknast við at vera heldur dýrari í einum privatum enn í einum almennum tunli. Grundin til, at eg í mín­ um seinasta lesarabrævi kallaði tann velduga prís­ munin eitt postulat var, at hvørki landsstýriskvinnan ella nakar annar kann kenna støddina á avkasti­ num á eginpeninginum á einum privatum Skála­ fjarðartunli, tí tað má avtal­ ast gjøgnum samráðingar við p/f Skálafjarðartunn­ ilin. Higartil hava nærum ongar tílíkar samráðingar verið, nú meira enn eitt ár síðan løgtingssamtyktina. Tí ber heldur ikki til at siga nakað kvalifiserað um, hvussu stórur munur kann vera á kostnaðinum fyri henda partin av fíggingini fyri tunnilin, um hann verð­ ur privatur ella almennur. Nú upplýsir landsstýris­ kvinnan eisini, at hon ikki kennir nakað til munin á lánskostnaðinum, tí hon av góðum grundum ikki kenn­ ir rentuna, sum p/f Skála­ fjarðartunnilin skal gjalda lánsveitarunum. Tá hvørgin av hesum grundleggjandi fortreytum fyri einum tílíkum rokni­ stykki eru kendar, kann roknistykkið ikki gerast annað enn reint hypotetiskt – og úrslitið verður sjálv­ andi hareftir. Hvør er hesin sakkunn­ leiki, sum burtur úr ongum sakligum grundarlagi kann siga landsstýriskvinnuni og Føroya fólki, júst hvat land­ ið kann spara og fáa ráð til av alskyns íløgum, um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur alment heldur enn privat? Ein møgulig loysn? Higartil hevur tað kostað okkum brúkarum og landi­ num rættiliga stórar upp­ hæddir (umleið 10 mió. kr. um mánaðin), at lands­ myndugleikarnir hava drigið og framvegis draga hetta mál út, og enn er slett eingin trygd fyri, at sitandi samgonga finnur nakra loysn á málinum. Eg kundi tí skotið upp, at tit sum skjótast royna at fáa eina avtalu við p/f Skálafjarðartunnilin um at fara undir at byggja tunnil­ in, men at tit seta eina treyt í loyvið um, at landið til eina og hvørja tíð kann yvirtaka verkætlanina ímóti at halda felagið skaðaleyst. Á tann hátt kundu tit loyst Skálafjarðartunnilin úr tí hafti, hann nú er bund­ in í. Og so kunnu tit, tá og um tit einaferð verða samd um hetta, skipa hann, sum tit finna best. Í mínum eygum er ver­ andi støða óvirðilig bæði fyri tykkum, sum ráða fyri borgum, og mótvegis okkum brúkarum, sum framvegis verða hildnir gíslar í tunnilsmálinum. Tunnilsmálið einaferð enn Martin V. Heinesen Tá formaðurin í Fiski­ mannafelagnum nú heitir á Reiðarafelagið um at forða fyri, at manningar sjálvar gera sáttmálar við skipini, teir sigla við, haldi eg, at soleiðis hava leiðararnir í gamla Eysturtýskalandi eisini havt tað, tá teir hoyrdu duni frá teimum, sum fóru at bróta Berlin­ múrin niður. Vit í Reiðarafelagnum hava nú í tvey ár gjørt vart við, at trupulleikarnir, vit nú hava, fóru at koma. Vit hava roynt uppá ymsar mátar at fáa manningar­ feløgini at skilja, at hetta er ein trupulleiki, vit mugu loysa í felag. Hetta hevur verið úrslitaleyst, sjálvt um øll feløgini hava gjørt sáttmála um at gera nakað við málið, er onki hent. Fiskimannafelagið hevur boðað okkum frá, at teir ætla ikki taka á seg lut í oljuútreiðslunum, sum nú taka grundarlagið undan okkum, tað er greið tala. At vera við til nakað ann­ að, sum kan hjálpa skipun­ um at bera hesar ovurstóru útreiðslurnar, er eisini blankt víst aftur. Í dag síggja vit, at skip frá hond verða løgd, reiðarí­ ini orka snøgt sagt ikki meiri. Tað er í lagi at verja vunnin rættindi, men tá vanligt vit og skil má víkja, eru vit farin ov langt. Um menn nú sjálvir ætla at gera sáttmálar, er hetta eitt púra náturligt yvir­ livilsis instinkt, sum býr í okkum øllum, teir kenna alternativið. Kring landið liggja skip svínabundin; teir sum sigla við hesum skipunum hava sjálvandi sínar dagligu útreiðslur at svara til. Hvat ger Fiski­ mannafelagið fyri hesar menn. Kanska hesi skipini høvdu hóra enn, um manningar og reiðaravirki høvdu fingið loyvi at tosað saman um sáttmálan. Formaðurin í Fiskimanna­ felagnum hevur ofta tosað um Gáblarnir í Havnini. Nú haldi eg, at hann er farin í kórið við teimum. Tá Titanic hevði siglt á ísfjallið, vóru tað sjálvandi teir har frammi, sum fyrst sóu, hvat ið hent var og vóru klárir yvir hvønn veg tað bar. Á afturdekkinum gekk tó dansurin uppá tað besta, og í hugaheiminum hómi eg nú knokkin á Jan Højgaard mitt í orkestrininum. Vælsignaður Jan, kom fram og hjálp okkum, dugir tú ikki at síggja, hvat ið er við at henda í landi okkara, ella ert tú farin í tað kórið, sum heldur, at fleiri fiskimenn sum verða arbeiðsleysir, tess betri er tað fyri landið. Jan, kom fram og hjálp okkum formaður Føroya Reiðarafelag Viberg sørensen