Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 103 - 2. juni 2008 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jarðarferðin hjá Ver­ mund Joensen verður úr Ebenezer mánadagin klokkan 13. Sjúrður Páll Nielsen, ættaður úr Saltangará, búsitnadi í Syðrugøtu, andaðist á Klaksvíkar Sjúrkshúsi fríggjadagin 30. mai, 79 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Dagurin 3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð illa píndur, men komst undan og doyði í friði og náðum. Navnið kemur av grikskum orði, ið merkir elskar. Mánadagin 26. mai varð skipað fyri lítlari samkomu í sambandi við at forvitnislig gávu við elligomlum post­ skjølum varð latin postverk­ inum. Tað var Jógvan Joensen, sum lat postverkinum skjala­ gávuni. Jógvan, sum býr í Odense í Danmark, er pen­ sioneraður postassistentur. Frá 1956 til 1960 starvaðist hann sum ungur postassist­ entur í føstum starvi á post­ kantórinum í Tórshavn. Í 1963 til 1966 var hann avloysari. Hetta var tá postkontórið var niðri í postbygninginum í miðbýnum. Tað var vanligt tá, at starvsfólk aftrat høv­ uðsstarvsuppgávuni høvdu eina minni eykauppgávu, sum skuldi røkjast, tá stund­ ir inn í millum vóru til tað. Hjá Jógvani var eykaupp­ gávan m.a. at rudda upp í skjalagoymsluni. Arbeiðs­ setningurin var at burtur­ beina øll postlig skjøl eldri enn 1930. Táverandi postmeistari Martin Djurhuus hevði sagt honum, at týðandi skjølini á goymsluni hevði leiðslan í Keypmannahavn fingið, og restin skuldi tí burtur­ beinast. Jógvan segði okk­ um, at har vóru skjøl heilt aftur til 1870. Av sínum eintingum legði Jógvan kortini nøkur áhuga­ verd skjøl til viks, tí hann helt, at tað var skeivt at burt­ urbeina alt. Hann hevur øll árini goymt skjølini við hús. Fyri umleið hálvum ári síð­ ani vendi hann sær til post­ verkið við spurningi, um áhugi var fyri hesum skjøl­ um. Tað játtaðu vit sjálvsagt beinan vegin og avtalað varð, at Jógvan í sambandi við vitjan í Føroyum í mai sjálvur skuldi lata posverk­ inum tey. Jógvan er føddur og upp­ vaksin í Danmark. Hann er ættaður úr Hesti. Pápi hans­ ara, Jóhann Petur Joensen var eitt skifti lærari í Klaks­ vík og seinni landsskúlaráð­ gevi í Føroyum. Jógvan er giftur danskari konu, sum eit­ ur Grethe. Hon er eisini útbúgvin postassistentur. Ár­ ini 1957 til 1960 búði hon saman við manni sínum í Før­ oyum og arbeiddi tá av og á sum avloysari á posthúsin­ um. Grethe var við Jógvani, nú skjølini vóru handað post­ verkinum. Í dag búgva tey sum sagt í Odense. Arne G. Nielsen, pension­ eraður deildareliðari í Post­ verk Føroya, var boðin við á samkomuna, tí hann kendi væl Jógvan frá tíðini í 50 og 60­unum. Teirra millum var sjálvsagt prátað um farnar dagar. Av skjølunum kunnu nevnast skjal, sum kunn­ gerð, at posthúsið í Tórshavn í mai 1908 fekk status sum „postkontor“. Postkantórið í Tórshavn hevur sostatt 100 ára føðingardag. Frammanundan hevði post­ húsið havt status sum „post­ ekspedition“. Postkantórið fekk við hesi broyting mun­ andi størri heimildir. Sam­ stundis fekk postkontórið rættiligan postmeistara. Hetta siga skjøl eisini frá. Fyrsti rættiliga postmeistari var C.C. Danielsen. Hann var postekspeditørur frá 1898 til 1908, tá hann gjørd­ ist fyrsti postmeistari í Føroy­ um. Hetta starv røkti hann til 1917. Forvitnisligu skjølini eru klípir í føroyska postvarðan, sum vónandi einaferð í framtíðini kemur at standa sum eitt gott søguligt minni um ein almennan stovn, sum í meira enn eina øld var ein týðandi partur í før­ oyska samskiftiskervinum. Forvitnislig gomul skjøl til postverkið Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Jens Lisberg andaðist og varð jarðaður. Eisini takka vit teimum, ið starvaðust á G1, fyri ta góðu røkt og viðgerð, hann fekk har. Tøkk til Marjun Lómaklett, prest, sangarar, organist, kirkjutænarar og gravarar fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina. Tøkk til tykkara, sum bakaðu, sum stóðu fyri og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar. Stóra tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hanna Eli, Dánjal Johan og Malan v/ familju Tøkk Hjartans tøkk øll tit, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 70 ára føðingardegi mínum. Blíðar heilsanir Jákup Olsen Jarðarferð Kæri maður, pápi og abbi okkara Jarleivur Hilduberg fer til gravar ur Ebenezer týsdagin 3. juni 2008 kl 13.00. Malan, Rúna, Mathea og Øssur Sofus Clementsen, postverksstjóri, og Jógvan Joensen við gomlu skjølunum Jógvan Joensen A. G. Nielsen, fyrrverandi deilarleiðari á postverkinum, og Grethe og Jógvan Joensen