Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 2. juni 2008 15 Tríggjar nýggjar myndabøkur, ein detektivsøga og ein bók um at missa mammu sína eru júst komnar í bókabúðirnar Nýggjar bøkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tær tríggjar myndabøkurnar Kvagg kvagg, Malja, Tuut tuut Malja og Hvar er systir mín? eru ætlaðar teimum smærru børnunum, meðan størru børnini kunnu gleða seg til bøkurnar Biograf­gá­ tan og Puman. Loynidómar ”Summi kallaðu mammu Sannu f­yri eina heks, meðan hon enn livdi. Men tá hon ikki longur var á lívi, gjørdu tey tað sjálvandi ikki. ... Sanna kundi ikki torga tað. Um teimum ikki dámdu mammuna áðrenn, nýttust teimum ikki at látast, sum tey gjørdu tað nú. Hon hevðið kunnað skot­ ið tey øll somul ígjøgnum høvdið. Ella heldur onkra­ staðni, har tey f­ingu ordiliga ilt” Soleiðs byrjar bókin Puman ef­tir Laura Trenter. Hetta er ein innilig søga um Sannu, sum hevur mist mammu sína, og um hvussu hon sum f­rægast roynir at arbeiða seg burtur úr sorg­ ini. Men Puman er eisini ein sera loyndarf­ull søga um ymiskt løgi og óskilj­ andi, sum hendir, tá ein puma byrjar at ganga í gøt­ unum og hjálpa teimum hjálparleysu ... Burturfluttir hundar Børn og løgnar gátur gera eisini bókina Biograf­gátan rættiliga spennandi. Før­ oysk børn kenna uttan iva longu Lassa og Maiu, sum enn einaf­erð mugu hjálpa politistinum í Válavík at greiða eitt løgi mál. Hesu­ f­erð ræður um at f­inna ein gátuf­øran brotsmann, sum stjelur hundar og krevur pengar af­turf­yri, um eigar­ arnir vilja hava hundarnir af­tur. Biograf­gátan er sætta bókin í røðini av gátubókum ef­tir svenska rithøvundan Martin Widmark. Stuttligar myndabøkur Til tey allarminstu eru kom­ nar tvær nýggjar myndabøk­ ur um Malju. Hesuf­erð er ein toystrimmil f­estur í bøk­ urnar við einum plastringi í endanum, sum ger, at bøkur­ nar kunnu heingjast í eitt nú ein barnavogn. Myndabókin Hvar er syst­ ir mín? er til tey eitt sindur størru børnini. Bókin er um ein beiggja, ið leitar ef­tir systur síni, sum allatíðina hvørvir, tí verðin er so stór og systirin so f­orvitin. Sam­ an við beiggjanum kunnu lesararnir royna at leita ef­tir systrini á sera vøkru og litríku myndunum. Tað er Bókadeild Føroya Læraraf­elags, sum gevur út nýggju bøkurnar til børn og ung. Fjølbroytt bókarúgva til børn og ung Bókadeild føroya lærarafelags hevur júst givið út fimm nýggjar bøkur til børn og ung. Myndir: Jens Kristian Vang