fríggjadagur 30. mai 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Nr. 102 • 30. mai 2008
Vikuskifti
Leikvøllin.
Sangur í Metroini
Moskva hevur eina gott og væl
líka væl fungerandi metro, sum
Keypmannahavn og London. Vit
endaðu í einum metrovagni, sum
var stúvstappaður við United-
viðhaldsfólkum, sum sungu
gallarnar úr sær. Meðan vit koyra
ímóti Luzniki Leikvøllinum ringja
Jákup Mørk og Jón Brian Hvidt-
feldt frá Rás2, men hvat teir og
lurtarnir hoyrdu frá mær, sum
var kvaldur av “Viva Ronaldo” og
øðrum United-slagsangum veit eg
ikki? Komnir út úr metro-vagninum
standa vit í komuhøllini, sum
hevði ein rúmklang av tí aðru verð.
Sum vit ganga ímóti rullutrappuni
gjellir “Viva Ronaldo” við so
nógvari fyllu, at sjálvt Liverpool
og Arsenal-viðhaldsmennirnir
í ferðalagnum mugu boyggja
seg fyri fantastiska og fanatiska
stuðlunum hjá teimum reyðu.
Komnir upp rullutrappirnar ganga
vit ímóti Olympiska Leikvøllinum,
nú best kendur sum Luzhniki
Leikvøllurin. Ávegis til okkara
seksjón, nevnd “C-3” skulu vit
gjøgnum fleiri trygdarinstansir.
Russiska løgreglan vil ikki, at
nakað óreglimenterað skal henda.
Komnir heilt nær leikvøllinum
standa teir mest fanatisku bláu og
reyðu viðhaldsmennirnir og rópa
idiotisk ókvæmisorð eftir hvørjum
øðrum, men tann stóri meirilutin
vísir sámiligheit og virðing. Kortini
syrgdu russisku myndugleikarnir
fyri, at tey skrásettu Chelsea- og
United viðhaldsfólkini komu við
hvør sínum flogførum, sum lendu
á ymiskum flogvallum, og sum
búðu á ymiskum gistingarhúsum.
Á Luzhniki leikvøllinum sótu
tey skrásettu reyðu og bláu
viðhaldsfólkini í hvør sínum enda
av vøllinum. Vit føroyingarnir
høvdu atgongumerkið til ta utt-
anveltaðu seksjónina. Vit taka
aftur nakrar myndir við flagginum
uttanfyri leikvøllin, og aftur eru
tað fleiri, sum vilja hava mynd av
okkum og flagginum!
Dystur yvir 2 dagar
Leikvøllurin var ein listafrøðilig
opinbering. Og framsýningar-
showið, sum var áðrenn dystin
man verða tað vakrasta, sum
er sýnt fram í Moskva síðani
olympisku setanina á sama
leikvølli í 1980. Chelsea og
United-viðhaldsfólkini skaptu
ein fantastiskan stemning í hvør
sínum enda av vøllinum, og hevði
rennibreytin ikki tikið nakað av
stemningin og broddinum, so
høvdu vit farið av leikvøllinum
við syngjandi, dulum oyrum. Tað
gjørdist fyrstu ferð í lívinum, at
ein fór til ein dyst, sum byrjaði
kl. 22.45 um kvøldið. Eitt skjótt
roknistykkið segði okkum, at
dysturin fór at verða spældur yvir
tveir dagar! 21. mai – also í 1.
hálvleiki - var United betri, teir
høvdu fleiri málmøguleikar, og
var tað misvísandi, at Chelsea
slapp at javna út beint áðrenn
steðgin. Ronaldo og Frank
Lampard skoraðu. 22. mai – í
2. hálvleiki – var Chelsea betri.
Samanlagt bleiv talan um nógvar
málmøguleikar, har Chelsea hevði
skotini á træverkið. 90 minuttir
vóru farnir, og øll kundu klappað
fyri teimum 22 á vøllinum. 1.
hálvleikur í umdystinum var
rættuliga góður, men 2. hálvleikur
í umdystinum var merktur av møði,
krampa og vreiði. Vit upplivdu eina
stuttliga løtu, har nærum triðji
hvør maður hevði krampað, men
vit upplivdu eisini eina rokmikla
løtu, har ein frustreraður Drogba
hjá Chelsea var vístur av vøllinum.
So var farið til brotssparkskapping.
Ronaldo, sum annars er ein ele-
gantur spælari, tók aftur nøkur
óneyðug fet, og brendi! Teir
fyrstu 4 hjá Chelsea skoraðu, og
støðan var 4-3 til Chelsea. Tá ger
Michael Ballack hjá Chelsea ein
brølara, sum sjónvarpshyggjarnir
ikki sóu. Hann lyftir sigurssælur
arminum ímóti Chelsea-fjøldini.
Nani fer fram. Brennir hann, so
hevur Ballack rætt. Hann skorar,
støðan er 4-4, men enn kann
Ballack fáa rætt. Stríðsmaðurin
John Terry skal skjóta fyri Chelsea.
Regnváti grasvøllurin, sum er
innfluttur úr Slovakia er vorðin
rættuliga hálur. Hann er lagdur
omaná 4. ættarliðsgraslíkisvøllin,
sum annars er fasta undirlagið til
dystir á Luzhniki Leikvøllinum.
Terry glíður, og United er bjargað,
fyri fyrst. United tekur føringina
6-5, Nicolas Anelka, sum áður
hevur spælt ímóti bæði Føroyum
og B36 skal halda Chelsea inni í
dystinum, men gamli hollendski
revurin í United-málinum, Edwin
van der Sar fer rættan veg. Vit 8
føroysku United-viðhaldsmennirnir
dansa og fegnast saman við øllum
hinum United-viðhaldsfólkunum.
Aftanfyri situr ein, sum hevur
Bayern München, sum sítt A-lið,
og Chelsea sum sítt B-lið. Hann
var eisini til finaluna á Nou Camp
í Barcelona í 1999, tá United vendi
0-1 til 2-1 ímóti Bayern München
í yvirtíðini. Hann hevur eitt sindur
ringt við at skilja tað, sum er hent.
Talan er nærmast um Deja Vu.
Onkur okkara millum er rørdur,
og aðrir hálvrørdir. Vit fáa tað
ikki størri enn hetta, og vit súgva
hvørt sekund av sigursløtuni og
steypahandanini til okkum.
Túsindtals hermenn
Millum teir yvir 20 føroyingarnir,
sum sótu saman, óansæð um ein
helt við Chelsea, United, ella var
uttanveltaður, var breið semja
um, at eitt fótbóltsupplivilsi
fæst bara ikki størri enn hetta.
Ein klípur seg í armin fyri at
fata, at ein er staddur til eina
so minnisríka løtu. Komnir út
úr Stadion-økinum bíðar okkum
enn ein forkunnug uppliving.
Tað eru fleiri russiskir hermenn
og løgreglufólk enn viðhaldsfólk
uttanfyri leikvøllin. Herfólkini
og løgreglufólkini forma eina
langa kolonnu, allan vegin frá
leikvøllinum, og nakrar kilometrar
til nærmastu metrostøðina. Tey
eru bæði til vinstru og høgru,
og tað er ikki ein hálvur metur
millum tey uniformeraðu fólkini.
Ein ótrúliga imponerandi sjón,
og hendan minniliga gangitúrin
fingu vit eina uppliving av
sovjetiskum dimensjónum. Allir
– taparar sum vinnarar – høvdu
fingið eina heildaruppliving,
fyri lívið. Vit fingu ikki høvið at
vitja Lenin, men tað verður ein
marginal uppliving samanborið
við minniligu Champions League-
finaluna á Luzniki-leikvøllinum
í Moskva. Eg eri lendur fysiskt,
men ikki mentalt!
num og gysari á Luzhniki
Føroyingar uttanfyri Luzhniki
leikvøllin. Frá vinstru: Poul
Helgi Jacobsen, Beinir Poulsen,
Eli Christiansen, Atli Leo, Heri
Simonsen, Gunleiv Rasmussen,
Børge Christiansen og Flóvin
Jespersen við sergjørda
merkinum uttanfyri Luzniki
Leikvøllin
Mynd: Ivan Eginson
Ein avgerandi løta í dystinum.
John Terry glíður, tá ið hann skal
skjóta sigursmálið fyri Chelsea.
Endin er at Chelsea tapir
Okkara maður á Reyða Torginum
Luzhniki leikvøllurin