mánadagur 2. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 103 - 2. juni 2008 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um fína vitjan, tá
Fremad Amager í gjár
spældi dyst móti Glostrup
sunnudagin.
Millum
gestirnar
á
Stadion var nevnliga ein
tann størsta danska fót
bóltshetjan seinastu nógvu
árini, Peter Schmeichel.
Tað vakti sjálvandi ans
millum áskoðarnar, at so
var, og ivaleyst vóru fleiri,
sum grunaðu um, hvør
orsøkin mundi vera.
Ein møguleiki er sjálv
andi, at Peter tann stóri skal
upp í ambitiøsu ætlanina
við FC Amager. Sjálvur
hevur málverjin áður roynt
seg sum felagseigara, men
sæð burtur frá at ævintýrið
í Hvidovre kostaði mál
verjanum nakrar av teimum
mongu milióununum, sum
hann hevur forvunni sær á
yrkisleiðini, so var av
markað, hvat annað kom
burtur úr teirri ætlanini.
Við í stadion-ætlan
Hinvegin hevur Schmeichel
áður verið íblandaður eina
verkætlan um at gera nýtt
stadion í Keypmannahavn.
Sum vit skrivaðu í hós
dagsútgávu okkara, so er
Fremad
Amager
Invest
annar av stovnarunum av
Copenhagen
Multiarena,
sum eftir øllum øllum sólar
merkjum at døma skal
standa fyri bygging av
nýggjum
stórstadion
á
Amager.
Og tí er serstakliga væl
hugsandi, at Todi Jónsson
& co. við hesum vilja toga
eitt tað størsta danska
ítróttarnavnið nakran tíð
við í ætlanina. Um tað so
eydnast ella ikki, er helst ov
tíðliga at siga nakað sum
helst um. Men undir øllum
umstøðum er tað neyvan
vánaligt pr, um eitt somikið
stórt navn verður knýtt at
ætlanini gjøgnum gitingar í
miðlunum.
Sosialurin tosaði í gjár
við Heina Zachariassen,
nevndarformann í Fremad
Amager Invest, men hann
segði seg bara kunna vátta,
at Schmeichel var á Stadion,
og
aðrar
viðmerkingar
hevði hann ikki til tað.
Schmeichel vitjaði
á Amager
Fyrrverandi danski landsliðsmálverjin hevur áður verið blandaður í tos um nýtt
stórstadion, og vitjan hansara á Amager kann illa metast sum annað enn ein roynd
at fáa stóra málverjan við í nýggju ætlanina á Amager
Lærlingurin hitti meistaran. Hans Jørgensen, sum er
eykamálverji hjá Fremad Amager, og sum um vikuskiftið
spældi ein branddyst fyri U-18 liðið hjá felagnum, nýtti
sjálvandi møguleikan, nú ein av bestu málverjunum í
fótbóltssøguni var á vitjan