Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 103 - 2. juni 2008 ] Frem undir strikuna Tað gongur av skriðuni hjá Frem. Í gjár fekk liðið hjá Atla Danielsen ein sekk uppá 4-1 í Fredericia. Hálvleiksstøðan var 2-0. Frem fekk ikki sítt mál fyrr enn í yvirtíðini, men tað bøtti lítið um støðuna. Køge tapti 3-0 í Silkeborg, hálvleiksstøðan var 0-0, men í 2. hálvleiki gjørdi Silkeborg bart. 2 umfør eru eftir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Køge og Frem spæla í Køge næstu ferð. Á síðsta leikdegnum tekur Frem ímóti Vejle, og Køge skal spæla í Gladsaxe ímóti AB. Amager fingið ferð á Nú eru tað bert 2 stig sum skilja Roskilde og Fremad Amager. Sunnudagin vann Amager 2-0 á heimavølli ímóti Glostrup. Mohammed Abdalas skoraði beint áðrenn hálvleik, og Thomas Myssing økti við eini sannari perlu eitt korter fyri leiklok. Rókur av Fløtum Jespersen byrjaði millum teir fyrstu 11 hjá Amager, men noyddist av vøllinum eftir bara 24 minuttum. Oddaliðið Roskilde snávaði á útivølli ímóti Greve, Roskilde var á odda 2-0, men síðsta korterið spældi Roskilde 10 ímóti 11, og hesa yvirvág gagnnýtti Greve við at skjóta 2 mál. Hóast rokmikla EM-undankappingar- dystin millum Dan- mark og Svøríki í Parkini ífjør, so halda 46% av dønum við Svøríki. Politikken fer at fylgja tætt við tí svenska landsliðnum Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Danska blaðið Politikken hevur gjørt eina lesarakann- ing millum sínar ítróttarles- arar, um hvønn tey fara at halda við í EM-endaspælin- um í fótbólti, sum verður leikt í Eysturríki og Sveis. Og hóast Danmark og Svø- ríki hava leikt heilar 99 A- landsdystir ímóti hvørjum øðrum síðani byrjanina av 20. øld, og hóast stórt rok var í samband við EM-und- ankappingardystin ímillum londini bæði í Parken í Keypmannahavn í juni ífjør, so er annarhvør danskur fót- bóltsfjeppari ivaleysur: Hann heldur við Svøríki. Svøríki hevur fingið næstan fimm ferðir fleiri atkvøður enn Týskland, sum er tað landið danir halda næstmest við. 10% siga seg halda við Týsklandi. Spania er numm- ar trý við 7%, Italia nummar fýra, og Holland er nummar fimm. Tað rørir ikki danska fótbóltsfjepparan, at talan er um arvafíggindan í bæði fótbólti, og í søguligum høpi. Tá Danmark og Svø- ríki spældu javnleik 2-2 í bólkaspælinum í EM-enda- spælinum, í Portugal í 2004, og harvið sendu Italia út í myrkrið, var partur av italsku pressuni ikki í iva, at talan var um eina norður- lendska samansvørjing. Og danskir fótbóltsfjepparar vísa seg nú, sum góðir norð- urlendingar. Fara at fylgja Svøríki Politikken hevur tikið av- gerð um, at blaðið skal fylgja svenska landsliðnum sum var tað teirra “egna” landslið, nú tá Danmark er við. Ítróttarblaðmennirnir hjá Politikken fara at fylgja Zlatan, Elmander, Henke, Mellberg, Ljungberg og Mellberg eins tætt og var talan um eina danska EM- luttøku. Christian Lind- hardt, tíðindaleiðari hjá Politikken sigur: - Vit fara at lova lesarun- um, at vit fara at fylgja tætt við tí svenska landsliðnum undir EM-endaspælinum, bæði áðrenn, undir og aft- aná dystirnar. Vit fara at fylgja tí svenska landslið- num, sum var tað okkara egna. Tann drúgvi journal- istiski dekningurin fer at verða stuðlaður við nógvum undirhaldandi tilfari, fakta og myndum. Ígjøgnum okk- ara reportara, Tommy Grøn, sum fer at fylgja tí svenska landsliðnum undir EM- endaspælinum fara vit at arbeiða fyri møguleikanum, at lesarnir hjá Politikken kunnu stilla beinleiðis spurningar til teir svensku spælarnir, og fólkini aftan fyri liðið. Lesarnir hjá Politikken halda minst við Grikkalandi, bara 0,7% halda við Grikka- landi. Og skal ein meta eftir spælistílinum, so fer Grikka- land heldur ikki at vinna nógv hjørtu hesaferð. Joe Zewe, sum áður hevur roynt seg hjá Viborg, skal styrkja um KÍ-álopið í seinnu kappingarhálvu Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Heimasíðan hjá KÍ skrivar, at 24 ára gamli Joe Zewe kemur til Klaksvíkar sunnu- dagin. Sterki amerikanski álopsspælarin hevur í tvey ár spælt í donskum fótbólti, men seinasta árið hevur hann spælt í USA. Í Dan- mark spældi Joe Zewe fyrst fyri 2. deildarliðið B1909, har hann skoraði nógv mál. Hetta hevði við sær, at Viborg keypi Zewe, sum hevur spælt fyri Viborg í bæði superliguni og Royal League. Í fjør gekk sátt- málin hjá Zewe við Viborg út, og síðani hevur hann spælt í USA. Dreymurin hevur allatíð- ina verið at sloppið aftur til Europa at spæla, og nú fær hann møguleikan í KÍ. Part- arnir hava gjørt eina avtalu um, at Joe Zewe skal spæla fyri KÍ restina av hesum kappingarárinum, men part- arnir hava samstundis avtal- að eina royndartíð fram til summarsteðgin. Joe Zewe er uppvaksin í einum forstaði til Pittsburg í Pennsylvania, og hann hevur millum annað spælt fótbólt fyri Penn State. Zewe er 184 sentimetrar høgur og verður roknaður sum ein sterkur og íðin álopsspælari. Hann hevur eisini royndir sum kant- spælari. 46% av dønum halda við Svøríki Amerikanskur styrkur til KÍ So skjótt sum flytingarvindeygað letur upp, verður spæliloyvið hjá Joe Zewe flutt til KÍ Zlatan og Svøríki verða donsku hetjurnar, tá EM- endaspælið fer av barkastokki um vikuskiftið Mynd: polfoto/AP