Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 103 - 2. juni 2008 ] Føroyar og Estland, sum mikukvøldið fara at spæla fótbóltslandsdyst, hava spælt fýra ferðir áður, og føroyingar hava staðið seg verri seinnu ferðirnar, enn teir gjørdu fyrru ferðirnar Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tíðliga í morgun – við pyjamsrutuni sum danir plaga at taka til – lætti fót­ bóltslandsliðið úr Vágum. Kósin er til Estlands, har landsdystur verður á skránni mikudagin. Hetta verður fimta ferðin, at føroyingar og estlending­ ar (og ikki estar sum tað ofta verður tikið til) hittast í fótbóltslandsdysti. Higartil hava estlendingar vunnið tvær ferðir, eina ferð hevur verið javnt, og Føroyar hava vunnið eina ferð. Tveir teir fyrru dystirnir eru hugaligari at minnast aftur á, enn tað er at minnast aftur á tvær tær seinnu ferðirnar. Fyrsti dysturin var á Kypros 24. februar 1996. Føroyska landsliðið við Allani Simonsen á odda var á venjingarlegu, og tað var Estland eisini. Uppgerðin endaði 2­2. Føroyskir mál­ skjúttar í Pyla vóru Óli Johannesen og Henning Jarnskor. 6. august í 1997 vitjaðu Føroyar í provinsbýnum Tartu. Tað hilnaðist væl, tí Føroyar vunnu 2­0. Ivaleyst var úrslitið væl betur, enn føroyingar í fyrstu syftu góvu sær far um. Tvær tær seinnu uppgerðirnar hava víst, at Estland nú eigur væl betri landslið enn Føroyar eiga. Í undankappingar­dystin­ um í Tallinn 4. juni í 1998 var talan um satt skrædl, tí Estland vann 5­0. Hjálpar­ venjari hjá Jógvani Martin Olsen hesa ferð er Jens Martin Knudsen. Hann og føroyski liðformaðurin hesa ferð, Jákup Mikkelsen, minnast heilt væl túrin fyri tíggju árum síðani. Teir kappaðust um plássið mill­ um stólparnar, og Allan Simonsen valdi Jens Martin at verja málið. Men Knud­ sen varð rikin av vøllinum fyri at nýta neyðbremsuna, og tískil varð Jákup Mikkel­ sen skiftur inn á vøllin. Tá ið Estland vitjaði á Tórsvølli 4. september í 1999 varð vónað, at tað skuldi bera til at vinna stig. Tí var tað stórt vónbrot, at estlendingar fóru úr Føroy­ um við 2­0 sigri. Bæði mál­ ini vórðu skorað í 2. hálv­ leiki. 1997 var eitt tað besta landsliðsárið yvirhøvur hjá Føroyum. Umframt 2­0 sigurin í vinardystinum í Estlandi, eydnaðist tað Føroyum at vinna tveir undankappingardystir ímóti Malta. Úrslitið var báðu ferðirnar 2­1. Eftir vitjanina í Tartu spældu Føroyar tríggjar undankappingardystir. At støðið var á góðari leið, verður undirstrikað av, at tað kendist sum ikki sørt av vónbroti at tapa 2­0 á heimavølli og útivølli ímóti Tjekkia og at tapa 3­1 á úti­ vølli ímóti sjálvum Spania. Tað er bara Jákup Mikkel­ sen eftir í ferðalagnum hesa ferð av teimum, sum vóru við til at vinna 2­0 í Estlandi fyri knappliga ell­ ivu árum síðani. Ta ferðina vardi Jákup Mikkelsen mál­ ið, meðan Jens Martin Knudsen sat á beinkinum alla tíðina. Hann var tann einasti, sum ikki fekk møguleikan á vøllinum. Liðið sá soleiðis út í fyrsta og higartil einasta sigrinum á Estlandi: Jákup Mikkelsen –Bartal Eliasen, Óli Johan­ nesen, Pól Thorsteinsson, ­ Allan Mørkøre (Øssur Han­ sen, 75.), Magni Jarnskor, Julian Johnsson (Jan C. Dam, 62.), John Petersen (Sámal Joensen, 62.), Jens Erik Rasmussen, Henning Jarnskor – Jan Allan Múller. Símun Joensen verður ikki at síggja á KÍ-liðnum næstu mánaðirnar. Hann fer ístaðin at ganga tvørtur um Spania Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Slitsterki miðvallarin hevur annars verið ein fastur partur av Formula­liðnum hjá KÍ seinnu árini, men komandi mánaðirnar fer hann at ganga 774 kilo­ metrar úr Suðurfraklandi og til Compostela. Talan er um eina pílagrímsferð, sum er partur av katólskari sið­ venju. Talan er um ferð, sum Símun sigur seg hava hugs­ að um í eina tíð, men tað eru fyrst og fremst argandi skaðar, sum hava fingið Símun at taka avgerðina júst nú. ­ Eg havi í eina tíð havt trupulleikar við báðum bein­ unum. Talan er um bruna í einum slímsekki í hælsin­ uni, og trupulleikar við knænum. Tað hevur gjørt, at eg ikki havi fingið spælt ella vant við fullari ferð í hampuliga langa tíð, og í longdini er tað ikki serliga nøktandi. ­ Tí havi eg valt at taka ein steðg við fótbóltinum. Hóast tað eisini er krevjandi at ganga góðar 20 kilomet­ rar um dagin, so er hetta ikki tað sama, sum at renna á fótbóltsvølli, so eg rokni við, at hetta kann gerast. Ferðin tvørtur um Spania er sett at taka 35 dagar. Keflavík tapti Eftir at hava vunnið fyrstu fýra dystirnar máttu Keflavík og Símun Samuelsen í gjár taka til takkar við 3­2 tapi í dystinum móti Þrótti. Leingi stóð á jøvnum 1­1, men eitt korter fyri leiklok kom Þróttur upp á bæði 2­ og 3­1. Og so munaði lítið, at Keflavík minkaði um munin móti dystarenda. Javnleikur til Rógva Eftir eina sera góða kappingarbyrjan er Hødd seinastu vikurnar skramblað nakað nógv niður á stigatalvuni í næst bestu norsku deildini. Sunnudagin vann felagið sær tó eitt stig, tá dysturin móti Sandefjord endaði við 2­2 javnleiki. Joachim Magnussen skoraði bæði málini fyri Hødd, og var annað av hesum upp á brotsspark. Fyri viku síðani misnýtt Rógvi Jacobsen brotsspark, og tí var skjúttin skiftur hesaferð. Símun Samuelsen Elsta søgan er tann hugaligasta Av teimum, sum í 1997 vunnu 2-0 á Estlandi, er tað bert Jákup Mikkelsen, sum framvegis spælir á landsliðnum Pílagrímsferð fram um fótbólt Skaðar hava seinastu tíðina argað Símun Joensen somikið nógv, at hann fyribils tekur ein steðg við fótbóltsspælinum