mánadagur 2. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 103 - 2. juni 2008 ]
HB dømt
at tapa
VB/Sumba hevur
fingið viðhald í
kæru um at næst
besta liðið hjá HB
hevur nýtt ólóglig
an leikara. Dystur
in millum liðini
endaði upprunaliga
33, men nú er HB
dømt at tapa dystin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað kann kosta dýrt at
nýta ólógligar leikarar í
føroyskum
fótbólti.
Hetta hevur nú kostað
næst besta HB-liðnum
eitt stig, tí liðið nýtti
Hendrik
Rubeksen
á
vøllinum í 1. deildar-
dystinum
ímóti
VB/
Sumba hin 10. mai í ár.
Fýra dagar undan hesum
hevði hann spælt við
Formula-liðnum hjá HB
móti Víkingini, og hann
hevði ikki lokið regl-
urnar um at leypa dyst
um, áðrenn hann spældi
við eykaliðnum hjá HB.
Ivaleyst er her talan
um misskiljing hjá HB.
Sama dystardag, sum
eykamenninir
spældu
móti VB/Sumba, spældi
besta HB-liðið hálv-
finalu í kappingini um
Løgmanssteypið. Men
reglurnar siga greitt, at
talan skal verða um
landskappingardyst,
sum spælari skal sita
yvir, áðrenn flytast kann
til lægri deild.
Dysturin
endaði
upprunaliga 3-3, men
HB er nú dømt at tapa
dystin við støðuni 0-0.
Talan var annars um
ein drúgvan hósdag hjá
Aganevndini. Umframt
kæruna frá VB/Sumba
skuldi nevndin eisini
taka støðu í tveimum
øðrum málum. 2. deild
hjá B36 varð dømd at
tapa dyst móti TB vegna
nýtslu
av
ólógligum
spælara, og í somu deild
varð 07 Vestur dømt at
tapa dyst móti MB, tí
felagið nýtti spælara,
sum av røttum var
leikbannaður.
Janus Jakobsen setti
enn einaferð persón
ligt met í spjótkasti,
tá Hvirlan skipaði
fyri kastikapping um
vikuskiftið
Frælsur ítróttur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sunnudagin skipaði Hvirlan
fyri kastikapping. Enn er
tað kastivøllurin við Eystur-
skúlan, sum er karmur um
hesa, og vóru fýra luttakarar
við í kappingini.
Millum hesar var Rógvi
Højgaard, og var hetta
fyrsta kapping hansara, síð-
ani hann fyri tveimum mán-
aðum síðani meiddi sær
armin. Tað bar eisini við
sær, at Rógvi var sera varin,
og kastaði hann einans
tríggjar ferðir, áðrenn hann
valdi at gevast.
Hóast drúgva steðgin frá
spjótkastinum, so kastaði
Rógvi 52,58 metrar, sum er
eitt rættilgia gott úrslit.
Ungi Janus Jakobsen bøtti
um sítt einans tríggjar vikur
gamla persónliga met tá
hann í síðsta kastinum fekk
spjótið út á 44,85 metrar.
Í hamarkast vísti Randi at
hon aftur er við at stabilisera
teknikkin eftir nakrar vikur
av meira óstøðugum úrslit-
um. Hon kastaði hamaran
út á 35.77 m, sum er besta
úrslit síðan 30. mars í ár, tá
hon setti verandi felags-
metið, ið er 36.95 m. Heri
betraði um felagsmetið við
nøkrum centimetrum tá
hann kastaði hamaran út á
44.97.
Janus tekur seg fram
Tað er í spjótkasti, at Randi Kúrberg hevur gjørt mest um seg,
men seinastu tíðina hevur hon eisini tikið seg nógv fram í
hamarkasti
Mynd: www.hvirlan.fo
Eitt annað fótbólts
felag enn FCA sigur
seg ætla sær á Amager
at vera lokala og sið
bundna valið í staðin
fyri tað føroyska og
privata hjá Toda
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ætlanin hjá Toda Jónsson
um at savna øll fótbólts-
feløgini á Amager í eitt lið,
sum innan alt ov rúma tíð
skal spæla í superliguni,
sær ikki út til at gerast til
treytaleysan veruleika.
Tað hevur eydnast at
savna fleiri av feløgunum í
FC Amager, men ikki øll,
og nú ætla onnur feløg á
Amager at ganga saman um
felag, sum skal hava annan
heimavøll enn FCA, og
sum innan rúma tíð ætlast
at spæla í næstbestu deildini
hjá monnum og kvinnum.
Tað eru Tårnby Boldklub
og AB 70, sum eru feløgini,
og heikmavøllurin verður á
Tårnby Stadion. Ætlanin er,
at
felagið
skal
verða
veruleiki í september í ár.
Fyrireikararnir dylja ikki,
at talan er um ætlan, sum
skal síggjast sum andsøgn
til FC Amager og ætlanirnar
hjá
Toda
Jónsson
og
øðrum:
- Hetta felagið skal verða
alternativ til FC Amager.
Tað felagið er grundað á
føroyskar íløgur og privatar
íleggjarar. Tað er ein verk-
ætlan, sum hvørki Tårnby
Boldklub ella AB 70 síggja
at vera relevana í menning-
ini av fótbóltinum á Amag-
er. Vit ætla at syrgja fyri
karmum fyri lokalum og
nationalum íleggjarum, ið
kenna seg aftur í virðunum,
sum Tårnby Boldklub og
Amager Boldklub af 1970
altíð hava staðið fyri, verður
sagt í tíðindaskrivi.
Aftanfyri Toda Jónsson
og FC Amager eru fýra
fótbóltsfeløg á Amager:
Fremad Amager, Kløver-
markens Forenede Bold-
klubber, Dragør Boldklub
og Amager Fodbold For-
ening. Fomliga leggja hesi
feløgini saman í FC Amager
1. juli í ár.
Todi fær kapping
Spjótkast
Havn
kast
met
Rógvi Højgaard
52,58
Felagsmet
Janus Jakobsen
44,85
Persónligt met
Randi Kúrberg
30,08
Klingruvarp
Heri Ziska
41,11
Rógvi Højgaard
29,63
Janus Jakobsen
20,89
Persónligt met
Sleggjuvarp
Heri Ziska
44,97
Felagsmeg
Randi Kúrberg
35,77
Rógvi Højgaard
29,77
Janus Jakobsen
19,65
Úrslitini
Týskland vann á Serbia
Týskarar spældu venjingardyst ímóti Serbia á Schalke-
Arena í Gelchenkirchen um vikuskiftið. Úrslitið var 2-1 til
Týskland, hálvleiksstøðan var 1-0 til Serbia. Basko Janko-
vic legði Serbia á odda eftir 18 minuttirs spæl. Síðsta kort-
erið vaknaði Týskland veruliga. Oliver Neuville javnaði til
1-1 í 74. minutti, og í 82. minutti skoraði liðskiparin, Mic-
hael Ballack til 2-1. Estland, sum Føroyar skal spæla ímóti
mikukvøldið tapti 1-0 ímóti Litava í Baltic Cup kappingini,
sum er ein kapping millum Estland, Letland og Litava. Sig-
ursmálið hjá Litava fall í 87. minutti, og var tað Valerijus
Mizigurskis, sum skoraði fyri Litava.
Svøríki tapti ímóti Ukraina
Svøríki tapti 1-0 ímóti Ukraina um vikuskiftið. Svøríki hevur tikið lut í 12
EM og HM-endaspølum áður, og svenskarar hava ongantíð áður tapt tann
síðsta venjingardystin áðrenn eitt endaspæl. Nú Svøríki skal til sítt 13. enda-
spæl koppaði hendan stolta siðvenjan. Málið hjá Ukraina skeyt Sergei Naza-
renko í 87. minutti. Svensku áskoðarnir vóru alt enn nøgdir við, at Svøríki
tapti síðsta venjingardystin áðrenn EM-endaspælið. Danmark leikti á úti-
vølli ímóti Póllandi, og eins og hóskvøldið ímóti Hollandi fekk Danmark
aftur ein 1-1 javnleik. Martin Vingaard legði Danmark á odda í 28. minutti,
Jacek Krzynowek javnaði beint áðrenn steðgin. Pólland brendi eitt brots-
spark í 1. hálvleiki. Holland vann á heimavølli 2-0 á Wales, eftir hálvleiks-
støðuna 1-0. Arjen Robben og Wesley Sneijder skutu málini hjá Hollandi.