Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juni 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 103 - 2. juni 2008 ] Ronaldo-avgerð í vikuni Stórfavoritturin til heitið sum heimsins besti fótbóltsspælari í 2008, Ronaldo, sigur nú, at avgerðin um framtíð hansara fellur í hesi vikuni. Real Madrid hevur seinastu tíðina støðugt sýnt stóran áhuga fyri spælaranum, og ein keypsprísur upp á eina milliard krónur hevur verið nevndur. Hinvegin noktar Manchester United púrasta blankt fyri at selja spælaran. Seinast hevur Sir Alex Ferguson sagt, at vil heldur seta Ronaldo á beinkin enn selja hann til Real Madrid. Milan vil hava álopsstjørnu AC Milan var eitt stórt vónbrot í Seriu A, og boðini úr felagnum eru eisini, at tey avgjørt ikki eru nøgd við fimta plássið, sum talan gjørdist um. Hetta skal betrast, og ein háttur í so máta er at skjóta fleiri mál. Higartil hevur felagið styrkt miðvøllin við Mathieu Flamini og Gianluca Zambrotta, men álopssparturin er viknaður við søluni av Alberto Gilardino til Fiorentina. Roknað verður við, at Samuel Eto’o er eitt gott boð um nýggjan áleypara, og hetta verður eisini váttað av Adriano Galliani, sum er varaforseti í felagnum. Hinvegin sigur hann eisini, at teir hyggja at øllum teimum fremstu áleyparunum í Europa, og nevnir hann Didier Drogba, Emmanuel Adebayor, Mario Gomez og Karium Benzama. Tey fýra, sum stríðast fyri at spæla seg upp í fremstu deildina, vunnu øll hesa ferð Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað gekk sum eftir bókini, tá ið tað í vikuskiftinum var fult umfar í næstbestu deild­ ini. VB/Sumba, 07 Vestur, AB og TB eru tey einastu, sum hava møguleika at flyta upp, og tey fýra vunnu øll fulla úrtøku. Mest sannførandi úrslitið var í dýrdarveðrinum á Vágseiði, har VB/Sumba vann 6­0 á teimum næst­ bestu hjá EB/Streymi. Har­ við varð vikan rættiliga góð hjá vágbingum og sumbing­ um og øllum hinum úr oynni, sum eru við til at manna liðið. Superveteranurin Birgir Jørgensen dugir framvegis at brúka høvdið. Tað stað­ festi hann við at skora trý mál ímóti EB/Streymi. Mest eyðsýndi spælarin var Jón Krosslá Poulsen. Hann skoraði eina ferð, og hann var við í uppspælinum til fleiri av hinum. Pól Thor­ steinsson er vorðin miðvall­ ari, og hansara fótbólts­ gløgni skapir góða javnvág. 07 Vestur var í Gundadali, og tað eydnaðist at vinna 2­ 1 á HB. Talan var um tætta og eftir umstøðunum ferð­ mikla uppgerð. Merkisvert var tað, at ein spælari hjá hvørjum liðnum varð rikin av vølli í 2. hálvleiki. Hetta mundi vera fyrsta reyða kortið, sum HB miðvallarin Emil Nolsøe Leifsson nakr­ antíð hevur sæð. Hjá HB stríðist Marcin David við at endurvinna plássið á Formulaliðnum. Tróndur Vatnhamar hevur verið stinnur, síðani hann fekk møguleikan, tá ið David varð skaddur. Í sam­ bandi við langskotsmálið hjá Jóan Peturi á Stongum til 1­0, var málverjin ikki sørt passivur. Emil Nolsøe Leifsson javnaði við brots­ sparki, sum varð dømt fyri hands, og so skoraði Jóan Petur á Stongum aftur við langskoti. Á Svangaskarði stríddist B68, sum telist millum tey niðastu, ógvuliga væl. Tað eydnaðist toftamonnum at leggja seg framum bæði 1­ 0 og 2­1, og í 2. hálvleiki, tá ið tað leingi reið um snarið, hevði heimaliðið eins stórar møguleikar sum AB. Kortini eydnaðist tað AB at vinna 3­2. Emil Olsen legði heima­ liðið framum í 4. minutti eftir innlegg úr høgru. Tróndur Sigurðsson javnaði í 9. minutti, eftir innlegg úr høgru, og tá ið eitt korter var farið, var tað ógvuliga evnaríki Jóan Símun Ed­ mundsson, sum legði B68 framum aftur. Í 22. minutti svaraði AB aftur. Málskjútti var Allan Mørkøre, eftir at innlegg var komið úr høgru. Tíðliga í 2. hálvleiki sendi Jóan Símun Edmundsson hjá B68 bóltin í stólparótina, og í næsta álopið var tað Dion Splidt hjá AB, sum fluktari í tvørtræið, og so var tað, at Allan Mørkøre skoraði sigursmálið. TB vann 3­1 á teimum næstbestu hjá KÍ, og tað var fyrstu ferð í ár, at TB hevur vunnið fulla úrtøku á úti­ vølli. Hetta var eisini fyrsta ferðin í fýra teimum sein­ astu umførunum, at TB hevur vunnið trý stig. KÍ legði seg skjótt fram um 1­0. Málskjútti var ung­ lingaspælarin Eli Simonsen, sum eftir snarálop skoraði úr 20 metra fjarstøðu. Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði TB. Óli Johannesen skoraði við høvdinum, eftir at horna var komið innfyri úr vinstru. Tá ið ein tími var farin, legði Pætur Holm TB á odda. Tað var eisini eftir horna úr vinstru, og tað var eisini eftir at Óli Johannesen hevði roynt við høvdinum ímóti málinum. Tá ið tað restaðu fimm minuttir staðfesti Johan Eyvind R. Mouritsen TB sigurin. Tað gjørdi hann við at umseta brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Olivur Abrahamsen varð feldur í brotsteiginum. Í gjár spældu NSÍ og Vík­ ingur við Løkin í Runavík. Uppgerðin var óruddulig, og einki mál varð skorað í 1. hálvleiki. Tá ið tað restaði eitt stórt korter legði Vík­ ingur seg á odda. Málskjútti var Hjartvardur Hansen, sum eftir sending mitt fram eftir vøllinum varð leysur og setti bóltin framvið Pre­ drag Stankovic í NSÍ máli­ num. NSÍ trýsti nógv eftir at Víkingur hevði mist ein mann. Útjavnandi málið skoraðu teir í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Málskjútti var Monrad Holm Jacobsen, sum eftir innlegg úr høgru og eitt sindur av aftur og fram setti bóltin í málið. Kia Carnival úr kr. 334.800 Kia Motors hevur bygt sína egnu bilverksmiðju í Evropa og floymir nú yvir evropeiska marknaðin við rúkandi ferð. Talan er um eina bilverksmiðju, sum hevur stórar ætlanir í Evropa. Verksmiðjan er ein tann mest framkomna í øllum heiminum, og í 2007 tóku teir allan bilaídnaðin á bóli við at geva heilt upp til 7-ára garanti upp á sínar bilar. Málsetningurin hjá Kia Motors er heilt greiður. Teir skulu verða millum heimsins størstu bilframleiðararnar. KIA Magentis Við sínum 4,7 m er hann ein stórur bilur. Plássið innan er øgiligt. Hann er fult á hædd við dýrari bilar í sama flokki. Í bíligastu útgávuni kostar hann millum helvt og triðing av tí, luksusbilar í hesum flokkinum annars kosta. Kia Magentis er ein lekkur privatbilur og familjubilur, vælegnaður sum firmabilur eisini. Talan er um eitt ”tíðarleyst design”, hetta er ein supermodernaður og vælútgjørdur bilur við eini klassiskari sedan- útsjónd, sum ongantíð fer av móta. úr kr. 224.800 Kia – millum heimsins fremstu bilaframleiðarar Kia Picanto úr kr. 124.800 Kia Sorento úr kr. 375.800 Kia Rio úr kr. 159.800 Kia Carens úr kr. 256.800 Kia cee'd úr kr. 184.800 Berg Motors Staravegur 1-3 · FO-100 Tórshavn · tel 31 35 35 · fax 31 77 35 Stoksoyrarvegur 8 · 700 Klaksvík · tel 45 74 74 · fax 45 74 11 info@bm.fo · www.bm.fo Toppurin liggur á kósini