týsdagur 3. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 104 - 3. juni 2008
Tveir mans ætlaðu at
gera kvetti, tá ið teir
smuglaðu ein stolnan
til Føroya. Hetta
var professionelt og
væl fyrireikað, men
takkað verið einum
árvaknum politisti,
varð svikið avdúkað,
sigur Finn Ougaard,
varafúti
Smugling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta var professionelt og
væl fyriskipað.
Hetta vóru orðini, sum
Finn
Ougaard,
varafúti,
brúkti í landsrættinum í
gjáramorgunin.
Á ákærubonkinum sótu
tveir mans, sum vóru ákærd-
ir fyri at hava smuglað ein bil
til Føroyar og sostatt vóru
teir eisini ákærdir fyri at hava
snýtt landskassan fyri toll og
skrásetingargjald.
Tað høvdu teir gjørt
soleiðis, at teir høvdu sent
ein gamlan bil úr Føroyum
til Danmarkar.
Har høvdu teir so stolið
ein bil, sum var næstan
sama slag og síðani flutt
stellnummar og plátuna við
framleiðslunummarinum
og typunummarinum yvir á
tann stolna bilin, umframt
teir eisini tóku nummar-
spjøldrini av føroyska bilin-
um og settu tey á tann stolna
danska bilin.
Síðani kom bilurin aftur
til Føroyar.
Men smuglingin varð
avdúkað og hendan mis-
eydnaða smuglararoyndin
hevur nú kostað teimum
báðum monnunum dýrt.
Avdúkað av tilvild
Tá ið Landsrætturin við-
gjørdi málið í gjár, staðfesti
varafútin, at hetta málið er
eitt skúladømi um at bilar
vera umdoyptir fyri at
sleppa undan at gjalda toll
og skrásetingargjøld.
Málið byrjaði, tá ið ein
maður keypti ein gamlan
brúktan bil í Føroyum.
Einaferð, bilurin var til
umvælingar á verkstaði í
Havn, funnu tey útav, at
hann trongdi til so stórar
ábøtur, at tað var bíligast at
senda hann uttanlands til
umvælingar.
Í hesum sambandi fekk før-
oyski eigarin fatur á einum
føroyingi í Danmark, sum
fæst við at umvæla bilar og
avtalan var, at bilurin skuldi
sendast niður til hansara.
Bilurin var í Danmark í
sjey mánaðir og sambært
varafútanum var tað tí, at
tey leitaðu eftir einum hósk-
andi bili at stjala ístaðin.
Tað eydnaðist at finna
ein bil, sum hevði áleið
sama lit, men hann var fýra
ella fimm ár yngri og í nógv
betri standi.
At alt tók so langa tíð, vís-
ir, at hetta var eitt væl skip-
að ætlan, heldur varafútin.
Men tað var púra av til-
vild, at málið varð avdúkað
og Finn Ougaard staðfesti,
at tað var einans takkað ver-
ið einum árvaknum politisti
í Danmark, at menninir nú
standa til svars fyri sínar
gerðir.
Tað hendi, eftir, at politiið
í Danmark steðgaði føroy-
inginum, sum skuldu um-
doypa bilin í Danmark og
rannsakaði bilin hjá honum
í sambandi við at hann var
meldaður fyri at hava stolið
ein generator av einum
ídnaðarøki.
Tá fann politiið eina plátu
við stellnummarinum á før-
oyska bilinum og avmyndaði
tað.
Politiið í Danmark kann-
aði so eftir, hvaðani stell-
nummarið
stavaði.
Teir
funnu fram til bilin í Føroy-
um og boðaðu føroysku
myndugleikum frá.
Í Føroyum undraðu tey
seg yvir, at bilurin varð ikki
frámeldaður í skrásetingini
og tí høvdu tey eyga við bil-
inum.
Fútin heldur, at tann veru-
leiki, at teir skóru stell-
nummarið úr føroyska bilin-
um, sum varð sendur til
Danmarkar og koyrdu runt
við tí í bili í Danmark, vísir
bara, at ætlanin var ongantíð
var at umvæla bilin.
Teir høvdu stellnummarið
liggjandi til teir funnu ein
hóskandi bil at stjala og
seta stellnummarið í.
Nakað eftir, at stolni
bilurin so er komin aftur til
Føroya, verður hann kall-
aður á Akstovuna til sýn og
tá fór kavablakið á rull.
Akstovan kannaði bilin
væl og virðiliga og tað vísti
seg, at hóast varafútin helt,
at alt var væl fyrireikað,
vóru fleiri viðurskifti, sum
vóru so illa frágingin, at tað
avdúkaði teir.
Tað sóust týðilig spor eftir
sveisingum rundanum stell-
nummarið og bæði typu-
pláta og framleiðslupláta
vóru sett føst við vanligum
skrúvum ístaðin fyri teim-
um upprunaligu nittunum.
- Man kann ikki siga, at
tað sá serliga “fabriksmont-
erað” út, helt ein sakkønur
á Akstovuni speiskliga fyri
í Landsrættinum.
Lykilin til bilin passaði
bara til tendringina og tær
báðar fremru hurðarnar, tí
teir høvdu tikið tendring og
lás av gamla bilinum. Men
lykilin passað ikki til við-
førisrúmið.
Tendringin var illa sett í
og tað var karvað av panel-
inum rundanum hana og
hóast bilurin var myrkur
innan, var handtakið í teirri
eini hurðini reytt, tí tað var
tikið úr tí gamla bilinum,
Og bilurin, sum varð
sendur niður, hevði koyrt
góðar 250.000 kilometrar,
men bilurin, sum kom aftur
til Føroyar hevði koyrt langt
yvir 400.000 kilometrar og
sostatt skuldi hann havt
koyrt yvir 150.000 kilometr-
ar upp á eitt ár, ella so.
Undraði hann ikki
Varafútin helt, at tað kundi
rætt og slætt ikki passa, at
maðurin, sum átti bilin, ikki
sá, at talan var um ein heilt
annan bil.
Maðurin noktaði seg sek-
an. Hann hevði ikki undrað
seg yvir, hví bilurin upp á
onga tíð hevði koyrt heilar
150.000 kilometrar, tí hann
hugdi ikki eftir kilometra-
teljaranum. Tað hevði held-
ur ikki undrað hann, at bil-
urin hevði skift lit bæði inn-
an og uttan, tí hann segði,
at avtalan hevði alla tíðina
verið, at setrini skuldi klæð-
ast av nýggjum.
Annars segði hann, at hann
var burtur tað mesta av árin-
um og tí koyrdi hann millum
lítið og onki í bilinum.
Maðurin, sum stóð fyri
stuldrinum í Danmark var
ikki til staðar, men í Føroya
Rætti hevur hann greitt frá,
at hann hevði ikki umvælt
bilin sjálvur, men hevði sent
hann á verkstað í Flensborg.
Hvussu tey høvdu manøvrer-
að, visti hann onki um og tí
visti hann onki um stuldurin.
Kostaðu 200.000
krónur í part
Tað er gamalt, at bæði tjóv-
urin og tann, sum tekur
ímóti einum stolnum luti,
fáa somu revsing og so var
eisini í hesum føri.
Í Føroya rætti, varð mað-
urin, sum hevði staðið fyri
at stjala bilin í Danmark og
sum hevði doypt hann um
til ein føroyskan bil, dømdur
at sita í fýra mánaðir.
Men av tí, at málið var so
gamalt, slapp hann undan
at sita, bara hann onki ólóg-
ligt ger í tvey ár.
Maðurin í Føroyum, sum
átti bilin, varð fríkendur
fyri at hava tikið ímóti ein-
um stolnum luti, tí rætturin
helt ikki, at tað kundi prógv-
ast, at hann visti, at bilurin
var stolin.
Hinvegin
vórðu
báðir
menninir dømdur at rinda
toll og skrásetingargjald til
landskassan, tilsamans næst-
an 90.000 krónur.
Men teir blivu eisini
dømdur at betala 150.000
krónur í part í bót fyri at
hava roynt at snýtt í tolli.
Men fútin helt, at maður-
in, sum átti bilin í Føroyum,
varð sloppin ov lætt og tí
varð málið skotið inn fyri
landsrættin við kravi um, at
hann eisini varð dømdur
fyri at hava tikið ímóti ein-
um stolnum luti, tí tað
kundi ongin ivi vera um, at
hann visti av, at bilurin var
stolin.
Hinvegin hildu teir báðir
dømdu, at teir vórðu dømdir
ov hart, so teir skulu eisini
dómin inn fyri landsrættin
við kravi um fríkenning ella
linari revsing.
Men tað loysti seg slett
ikki hjá teimum, tí lands-
rætturin gav fútanum við-
hald. Landsrætturin kom til
ta niðurstøðu, at maðurin,
sum skuldi hava bilin í Før-
oyum, mátti vita, at hann
var stolin, serliga tá ið hugs-
að var um, hvussu nógv
hann var broyttur og tí varð
hann dømdur at í fongsul í
fimm mánaðir, men av tí, at
málið var so gamalt, sleppur
hann frá at sita, bara hann
onki annað revsivert ger tey
bæði næstu árini.
Annars staðfesti lands-
rætturin, at teir skulu betala
150.000 krónur í part í bót
fyri at hava roynt at snýta í
tolli og harafturat skulu teir
skulu betala 90.000 í skrá-
setingargjaldið
og
tolli,
tilsamans.
Men klárar annar teirra
ikki at betala sínar 45.000
krónur, noyðist hin at betala
alt.
Og bilin mistu teir sjálv-
andi eisini, so nú standa teir
eftir á berum, við ongum
bili og tilsamans 390.000
krónur fátækari.
Kostaði dýrt at smugla
stolnan bil til Føroyar
Tveir mans hildu seg hava funnið fidusin. Fyri at fáa ein fínan Mercedes at koyra í, stjólu teir
ein bil, lótu hann doypa umaftur og flutti hann til Føroyar. Men teir vórðu avdúkaðir og tí sita
teir nú eftir við eini rokning upp á næstan 400.000 krónur-og ongum bili
Bilboksikapping
á Viðareiði
Fyri fyrstu ferð verður bilboksikapping í Føroyum. Hetta verður á
økinum eystan fyri Hotel Norð á Viðareiði fríggjadagin. Ein bilboksi-
kapping er tað, at gamlir og skrottaðir bilar uttan nummarspjøldur
sleppa at dystast á einum avmarkaðum øki. Bilarnir koma at krasja
hvønn annan, til annar teirra ikki kann koyra meira. Tveir bilar dystast í
senn, og tann sum vinnur kemur ”víðari”. Tó skulu bilførararnir halda
ávísar treytir. Luttakararnir skulu hava sín egna ”skramlikassa” og
hjálm við. Onkur serligur bilur verður eisini vístur fram. Tilmelding til
kappingina fer fram á tlf. 451244 og 217020.
Umhugsar floksskifti
Í seinastuni hevur innanhýsis ófriður verið í grønlendska
flokkinum Demokratarnir, og nú hóttir sjálvur formaðurin, Per
Berthelsen, við at taka seg úr flokkinum og at fara upp í annan
flokk. Í samrøðu við blaðið AG í dag sigur hann, at tað eru
kreftir, sum hava oyðilagt flokkin, og at hann ætlar sær ikki at
taka dystin upp við tær. Per Berthelsen fekk 65 prosent av
atkvøðunum, sum Demokratarnir fingu á seinasta
landstingsvali.
Per Berthelsen umhugsar floksskifti
Mynd: Polfoto