Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 104 - 3. juni 2008 Endurminningar Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo - Ivaleyst hildu summi meg vera ein stóran skurk. Men tað vóru jú eisini mong, ið hildu, at eg ikki var so galin allíkavæl. Orðini hjá Jógvani Sund- stein siga ikki so lítið um hansara grundleggjnadi lívs- sýn, soleiðis sum tað kemur fram í hansara endurminn- ingunum. Víst vóru tað viðurskifti, hann kundi ynskt sær øðrvísi, men í flestu førum fær hann tikið okkurt gott fram í tí mesta. Ein heild Endurminningarnar hjá Jógvani Sundstein hava fingið heitið Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð. Bókin er í høvuðsheitum býtt í tveir partar, har tann fyrri snýr seg um barnaárini og lívið saman við familj- uni, meðan seinni parturin lýsir politiska lívið hjá Jógvani Sundstein. Men, sum hann sigur, - í veruleik- anum kanst tú ikki skilja teir báðar partarnar sundur. - Tað politiska og tað privata er meir at kalla tvær síður av eini heild, ið ger meg til tað menniskja, eg eri. Til dømis styðjaði eg meg nógv til mína gudstrúgv í politiska lívinum, tí hon er ein týðandi partur at míni lívsfatan, sigur Jógvan Sundstein Veldug lívsroynd Jógvan Sundstein sat sum løgmaður frá 1989 til 1991 og sum fíggjarmálaráðharri frá 1991 til 1994. Hóast hann sostatt var ein av oddamonnunum i mest baldruta tíðarskeiðnum í føroyskum politikki, kendi Jógvan Sundstein seg ongantíð beinleiðis illa viðfarnan. - Tað vóru løtur, har eg kendi meg hunddálkaðan, men ongantíð so illa, at eg gjørdist beiskur av tí, sigur Jógvan Sundstein, sum ikki vildi verið sínar upplivingar sum politikari fyri uttan. - Beint, tá eg stóð í tí, hugs- aði eg onkuntíð: Hví skal eg uppliva hetta? Hinvegin, so fekk eg eina velduga lívs- erfaring, hasi árini. Tú búnast av slíkum og tekur tað onkursvegna við tær víðari fram á lívsleiðini, sigur fyrrverandi løgmaðurin. Onkur óheppin avgerð Jógvan Sundstein hevur ongantíð skrivað dagbøkur, og hevur tí fest hendingarnar á blað, soleiðis sum hann minnist tær. Kona hansara plagdi tó at klippa greinar og tekningar úr bløðunum, sum hava hjálpt væl at seta ferð á tankarnar hjá Jógvani Sundstein, meðan hann hevur skrivað bókina. Arbeiði við bókini hevur givið honum høvi at hugleiða um tað, sum fór fram. Og Jógvan Sundsetin dylur ikki yvir, at ivaleyst vóru tað onkrar politiskar avgerðir, sum í baksýni ikki vóru so hepnar. - Í dag kann eg til dømis ivast í, hvussu rætt tað var at steðga arbeiðinum við Vágatunlinum tá í 1989. Kanska hevði tað kortini borið til fíggjarliga at halda á við tunlinum tá, um onkur onnur íløga bíðaði, hug- leiðir Jógvan Sundstein. Hinvegin er hann sann- førdur um, at tað var rætt at bjarga Norrønu í 1983, hóast tey vóru mong, ið tá hildu tað vera ómannaverk. Kritiskar lýsingar Jógvan Sundstein hevur fyrr nevnt, at hansara endur- minningar fyrst og fremst eru ein lýsing av, hvussu hann persónliga hevur upp- livað hendingar, viðurskifti og persónar. Tí hevur hann eisini loyvt sær at gera metingar av samtíðar- persónum, sum onkursvegna fyltu nógv í hansara politiska lívi. - Onkrir verða róstir, meðan aðrir mugu standa fyri kritikki, men ongin verður eftir mínum tykki dálkaður, sigur Jógvan Sundstein. Tað fær illa verið øðrvísi, tá ein roynir at geva eina persónliga og samstundis so realistiska mynd av síni samtíð sum til ber, heldur fyrrverandi løgmaðurin, Jógvan Sundstein. Sundstein er ikki beiskur Hóast tey ofta vóru baldrut, vildi Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, ikki verið síni ár í politikki fyri uttan Mynd: Jens Kristian Vang Eisini løgmaður, Jóannes Eidesgaard, nýtti høvið at fáa eitt signerað eintak av endurminning­ unum hjá fyrrverandi løgmanninum, Jógvan Sundstein, í Gamla Bókhandli í gjár Mynd: Jens Kristian Vang Hóast hann var ein eyðsýnd skotskiva, tá harðast leikaði á í føroyskum politikki, kendi Jógvan Sundstein seg ongantíð illa viðfarnan sum politikara Alt tvøstið selt Tað hevur gingið heldur striltið hjá íslendingum at sleppa av við tvøstið av sjey nebbafiskum, sum hvalabátarnir skutu í 2006, men nú er tað seinasta selt, skrivar Morgunblaðið. Talan var um 60 tons, sum vórðu send við flutningsflogfari til Japan. Einki verður sagt um prísin. Sum skilst er eftirspurningur í Japan eftir stórhvalatvøsti, og tí er ætlanin at biðja íslendsku myndugleikarnar um loyvi at skjóta nakrar nebbafiskar afturat.