Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 104 - 3. juni 2008 Bet You are William á Fjarðafestivalin Skjótt fløguaktuelli BET YOU ARE WILLIAM verður at hoyra á Fjarðafestivalinum í ár. Petur William Háberg spældi í fjør eina ta bestu konsertina á festivalinum. - Ì oysandi regni stóð han har og sparkaði hágóðskurokkin langt inn millum fjarða við eini kraftmiklari konsert. Eingin ivi um, at tað verður ikki minni í ár. So tað er við gleði at vit kunngerða BET YOU ARE WILLIAM á ársins Fjarðafestivali, sigur Eyðun Jaocbsen, fyriskipari. Vilja friða kóp Amerikanski stovnurin Center for Biological Diversity roynir nú at fáa kópin í tí arktiska økinum á yvirlitið yvir djórasløg, sum eru í vanda fyri at doyggja út. Stovnurin hevur sent amerikonsku stjórnini málið, nú USA hevur skrásett ísbjørnina sum hótt djóraslag, skrivar New Scient- ist. Altjóða umhvørvisverndarfelagsskapurin IUCN sigur, at ísbjørnin kom í yvirlitið, tí vísindafólk vænta, at stovn- urin fer at minka 30 prosent í komandi árum. Eins og ísbjørnin verður arktiski kópurin kanska eisini friðaður Mynd: Polfoto) Eitt av hæddar­punkt­ unum í tiltakinum »Mentanar­vikuskifti«, sum Sør­vágs Komm­ una skipaði fyr­i um vikuskiftið, var­ kjós­ anin av ár­sins bor­gar­a ÁRSINS BORGARI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Borgarstjórin í Sørvági, Jákup Suni Lauritsen, er sera væl nøgdur við tiltakið um vikuskiftið. Alt hepnaðist framúr, sigur hann. Hetta er fyrstu ferð at skipa verður fyri einum slík- um mentanartiltaki, og tað er soleiðis eisini fyrstu ferð, at »Ársins borgari« verður kosin. Til tess at finna fram til ársins borgara varð ein nevnd sett at velja millum innkomnu uppskotini. Tað komu 16 ymisk upp- skot inn, tó fleiri teirra vóru samanfallandi nøvn. Tískil hevði nevndin seks ymiskar persónar at velja ímillum, sigur Jákup Suni Lauritsen. Nevndin, sum var saman- sett av Finnboga Niclasen, Eyð Ellingsgaard og Andras Henriksen. Valið fall á Tummas Henr- iksen, reiðara, fyri hansara stóra arbeiði at útvega bygd- ini arbeiðspláss aftur. Í janu- ar 2006 tók hann yvir eftir pápan, Jósup Henriksen, tá hann fór, og síðani hevur Tummas Henriksen fingið trý onnur skip til bygdina. Heiður til Tummas Við handanina av blómu- tyssi, heiðursbrævi og pen- ingagávu segði borgar- stjórin, Jákup Suni Laurit- sen soleiðis: »Vit fara nú í holt við nakað heilt serstakt, ið vit her í kommununi ikki hava roynt áður. Hóast øll hava sama virði, ber til at virðis- meta tann ella tey ið á onkr- an hátt hava skara framúr, gingið undan ella á annan hátt víst eitt gott fyridømi fyri øllum okkum, ið eisini royna at lata ein so væl frá- gingnan arbeiðssetning frá okkum sum til ber. Í Orminum Langa sigur stavnamaðurin, ið var ein ser- ligur álitismaður, við kongin tá ið harðast leikaði á: Kongur tú sást meg aldri so ræddan Eg tordi ei á at herja Goym tú lyfting so væl í dag Sum eg skal stavnin verja Álitisfólkum hevur eitt og hvørt samfelag harliga brúk fyri – eisini Sørvágs kommuna«. Ætlanin er, at hetta skal gerast eitt afturvendandi tiltak. Vit pr­enta her­ r­øðuna, sum Jákup Suni Laur­itsen helt, tá hann setti mentanar­vikuskiftið Gott fundarfólk!! Tað er mær sum borgarstjóri í Sørvágs kommunu ein sonn gleði, at bjóða tykkum øllum at vera vælkomin til hetta serstaka høvi: Eitt mentanarvikuskifti í Sørvágs kommunu. Sum lýst hava vit mangt og hvat á skránni ið ber á tann mentanarliga bógvin, so sum konsertir, listaframsýningar, hugleiðingar, sang og mangt annað. Harafturat hevur ein trýmanna- nevnd kosið ársins borgara í Sørvágs kommunu. Ì nevndini vóru Eyð Ellings- gaard, Andras Henriksen og Finnbogi Niclasen. Tað er ein arbeiðsbólkur í kommununi sum ikki bara er komin við hesum frálíka hug- skoti um eitt mentanarvikuskifti, men sum eisini hevur givið tí lív og skap, til tað nú er farið av bakkastokki. Kommunan hevur fylgt hesum hugskoti við vælvild. Vert er at nevna, at tiltøk verða í øllum bygdum í komm- ununi, í Sørvági, úti í Bø, í Gása- dali og vesturi í Mykinesi. At vit eiga fróðarfólk í komm- ununi, er eingin loyna. Hesi hava virka ígjøgnum tað skrivaða orðið, gjøgnum listina, tónleikin og tann fakliga før- leikan. Men er mentan bara fyri úrmælingarnar? Er hon bara fyri tey, ið frá skaparans hond fingu eina ser- liga talent? Eru bara tey ið tosa hart fróðarfólk? So man neyvan vera, og er tað vón okkara, at tann skrá ið er løgd fyri hetta mentanarviku- skiftið, kann bera boð um tað fjølbroytni ið livir í tí mentanar- liga tilfeinginum her vesturi. Og so mugu vit ikki gloyma, at tey sum njóta hesi avrik, sum duga at virðismeta tey, avgjørt ikki eru sum minni mentafólk at rokna. Tað fólkalív, tann fólkamentan ið livir og rørist har eingin mikrofon, onki upptøkutól er til staðar, er tað tilfeingi ið ger fólk okkara til tað tað er. Tað er veruliga mentan okk- ara, ið er vorðin til av einum samantvinnaðum tráði av einum mangan kørgum baksi av sjógvi og landi í øldir, av einum trúliga boðaðum gleðiboðskapi í øldir, av tí fróðskapi fólk okkara hev- ur nomið sær bæði heima og burturi í londum og so tann nýggjasti tráðurin: Allur tann nýggi teknikkurin ið brádliga førdi alheimsgerðina inn í hvørja lon. At mentanartráðurin hevur fleiri kordelar, er avgjørt bara ein styrki! Tað er hendan mentan okkara ið fult stendur mát við tað vit síggja aðrarstaðir, ið er á skránni hesar dagar. Vit í Sørvágs kommunu gleð- ast um, at kommunan á henda positiva og lívsjáttandi hátt verður sett á dagsskrá. Felags tiltøk og upplivingar skapa felags kenslu av at hoyra saman og virka fyri, at vit kenna okkum sum tað vit eru: Ein eind í tí føroyska samfelagnum - við tí fjølbroytni og ymiskleika ið ger hana sterka og sunna. Eg fari at ynskja tykkum eitt gott og gevandi sosialt vikuskifti, soleiðis at vit kunnu møta komandi arbeiðsdøgum við skjáttuni fullari av góðum upplivingum. Havi eitt gott mentanarvikuskifti!! Takk fyri. Jákup Suni Lauritsen (høgrumegin) handar Tummasi Henriksen blómutyssi, heiðursbræv og peningagávu frá Sørvágs Kommunu Setanarrøðan Tummas Henriksen ársins borgari