týsdagur 3. juni 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 104 - 3. juni 2008
Fiski- og Tilfeingis-
málaráðið fer nú at
søkja eftir nýggjum
stjóra til Jarðfeingi.
Hetta hevur Tór-
bjørn Jacobsen
avgjørt, nú Sigurð
í Jákupsstovu, sum
hevur havt farloyvi
frá stjórastarvinum,
í vikuskiftinum tók
sítt farloyvi aftur, nú
hann fer í starv sum
tekniskur stjóri hjá
Atlantic Petreolum
visti Rás2 at siga frá
á middegi í gjár
starv
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tórbjørn Jacobsen, lands
stýrismaður í oljumálum
sigur, at hetta málið bleiv
rættiliga
aktuelt
fríggja
kvøldið í Degi og Viku og
eftir tað eisini á Portalinum,
sum umrøddu farloyvið hjá
Jarðfengisstjóra,
eftir
at
hann varð settur í starv hjá
oljufelag. Norskur blaðstjóri
á vinnuportali segði við
D&V, at um ikki føroyski
myndugleikin
tók
aftur
farloyvið frá fyrrverandi
Jarðfeingisstjóranum, so fór
hetta at skaða trúvirðið hjá
føroysku oljuumsitingini.
Hetta er sjálvandi eitt
mál
vit
í
Fiski
og
Tilfeingismálaráðnum hava
arbeitt við, síðani at tað
bleiv alment kent eisini fyri
okkum,
at
Sigurð
í
Jákupsstovu varð settur í
starv sum tekniskur stjóri í
Atlantic Petroleum sigur
landsstýrismaðurin.
Tvær síður
Hann vísir á, at tað eru tvær
síður í málinum. Annað var
at hann í farloyvistíðini
hevði eina avtalu við Jarð
feingi um, at hann skuldi
virka sum ráðgevi og hin
parturin av málinum var
tann, at hann frá Vinnumála
ráðnum í 2007 fekk eitt far
loyvi frá 1. november 2007
til 31. oktober í 2009 tvs. at
hann í hesi tíðini hevði
krav um at koma aftur sum
stjóri í Jarðfeingi, og ann
ars vóru ongar treytir lagdar
við, sum Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður og Arne
Poulsen, aðalstjóri høvdu
skrivað undir, tvs. at sum so
stóð Sigurð í Jákupsstovu
annars frítt í tí málinum,
hvat hann annars ætlaði sær
at gera í hesi tíðini.
Men vit mettu beinan
vegin, tá málið kom fram,
sigur Tórbjørn Jacobsen
víðari, at man mótmegis
vinnuni í hesum førinum
ikki kundi lata ein virkandi
tekniskan stjóra í einum
privatum oljufelag halda
fram sum ráðgeva í tí
almenna
direktoratinum.
So tann støðan var greið
beinanvegin, fyrst munnliga
og so bleiv tað sent skrivliga
eisini til Jarðfeingi.
Viðvíkjandi farloyvinum
var tað eitt mál vit kannaðu
alt fyri eitt, tvs. avleið
ingarnar av, at vit søgdu tað
upp, um vit hildu at tað ikki
var heppið, at hann fram
vegis hevði hetta farloyvi.
Men áðrenn vit vóru komnir
til málsenda, hvat tí við
víkur, so fingu vit ein
teldupost frá Sigurð sjálvum
leygardagin um middags
leitið, har hann ógvuliga
greitt boðaði frá, at hann
segði farloyvi sítt sum stjóri
á Jarðfeingi frá sær.
Lýsa starvið leyst
Landsstýrismaðurin vísir á,
at tað eisini yvirskipað eru
tað tvær síður í hesum
málinum. Fyri tað fyrsta er
tað eitt tekin um, at tann
almenna fyrisitingin er ein
stovnur, sum hevur stórt álit
millum privat oljufeløg, tá
man nú fer at rekrutera
stjórar úr tí almenna sek
torinum, og hinvegin er tað
ógvuliga harmiligt fyri tann
almenna myndugleikan at
missa fólk úr tí betra
endanum, men soleiðis er
lívið nú einaferð, ein og
hvør ræður sær sjálvum og
sum vit siga, maður kemur
í mans stað.
Nú Sigurð í Jákupsstovu
hevur sagt farloyvi frá sær
fer Fiski og Tilfeingis
málaráðið at senda út eina
lýsing skjótast gjørligt, har
søkt verður eftir einum
nýggjum stjóra.
Tað er ógvuliga týdning
armikið, nú løgtingið fyri
kortum samtykti 3. út
bjóðingarumfar, at vit hava
ein stjóra, sum av sær
sjálvum og í sínum egna
starvi fær sett út í kortið,
hvussu oljuvinnan frameftir
skal skipast sigur lands
stýrismaðurin, sum leggur
aftrat, at Fiskimálaráðið fer
so eisini at seta út í kortið
reglar fyri, hvat eitt nú ein
Jarðfeingisstjóri í farloyvi
kann og ikki kann gera í
farloyvistíðini.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í oljumálum fer nú at
lýsa eftir nýggjum stjóra til Jarðfeingi, nú Sigurð í Jákupsstovu
hevur sagt farloyvið frá sær. Her landsstýrismaðurin saman
við Petur Joensen, sum hevur røkt stjórastarvið, síðani Sigurð í
Jákupsstovu fór í farloyvi
Sigurð í Jákupsstovu
hevur nú sagt farloyvi
sítt frá Jarðfeingi upp og
fer burturav at takast
sær av starvinum sum
tekniskur stjóri hjá
Atlantic Petroleum
Sigurð í Jákupsstovu
sagt farloyvið frá sær
Drápsmaður av landinum
Tann 14. apríl tók íslendska løgreglan póllendingin Przemy
slaw Plank í Reykjavík. Maðurin varð tikin eftir áheitan frá
løgregluni í Póllandi, tí myndugleikarnir har hava illgruna
um, at Przemyslaw Plank er sekur í burturflyting og drápi.
Tann 28. apríl gjørdi løgmálaráðið í Reykjavík av, at maður
in kundi flýggjast Póllandi. Ta avgerðina staðfesti Hægsti
rættur, og í gjár komu tríggir pólskir løgreglumenn til
Íslands eftir manninum.
Nýser ser-øl frá Føroya Bjór
Sct Brigid Bohéme er triðja bjórin í røðini av fýra ymiskum
special bjórum frá Føroya Bjór. Sct. Brigid røðin verður bert
bryggjað í avmarkaðari nøgd, hetta í samband við at Føroya
Bjór í ár hevur bryggjað í 120 ár. Bjórin er tjekkiskt inspirerað,
bryggjað við tjekkiskum malti og humlu. Sct. Brigid Bohéme er
eisini lætt kryddað og avrundað við føroyskum rabarbum.
Bjórin hevur ein fyldigan smakk frá tjekkiska maltinum og
hevur ein gódan beiskleika frá humluni.