týsdagur 3. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 104 - 3. juni 2008
Filmsverkætlan
Bjørk Krog Olsen
Bjork@sosialurin.fo
Klippfisk varð stovnað fyri
smáum fýra árum síðani
við tí fyri eyga at skapa ein
filmsverkstað fyri films
áhugaðum.
Tíverri
var
fíggjarligi
stuðulin
ikki
nøktandi, og verkætlanin
eydnaðist ikki nóg væl.
Býráðið hevur síðan broytt
hugsan um verkætlanina og
givið Klippfisk fíggjarligar
karmar at reka eitt dagligt
virki. Felag varð síðan
endurstovnað, og nevnd
varð skipað á heysti í 2007
við Jákupi Veyhe á odda
sum nevndarformann við
Jan Jørgensen og Mikkjali
Helmsdal sum nevndarlimir.
Stórar ætlanir eru fyri
framman hjá felagnum, og
tí hevur nevndin valt at seta
Martin N. Simonsen í starv
sum dagligur verkætlanar
leiðari
hjá
Klippfisk.
Klippfisk fer at vera opið
fyri almenninginum allar
vikudagar frá klokkan eitt
til fýra. Tað ber nú til hjá
teimum, ið hava tørv á tí, at
fáa dagliga kunning og
vegleiðing um filmsvirkið.
Eisini ber til hjá filmsáhug
aðum at leiga tilfar hagani.
Martin N. Nolsøe greiðir
frá, at tey hava vælútbúgvnar
og dugnaligar føroyingar
innan allar filmsgreinar, og
tí ræður um at samansjóða
hesar førleikarnar og gagn
nýta teir sum best.
Framtíðarætlanir
Tað eru trý viðurskifti, ið
verða raðfest á Klippfisk
komandi
tíðina:
Undir
vísing, skeið og framleiðsla.
Ætlanin er at fyriskipa ein
kvøldskúla í filmi fyri bæði
royndum
og
óroyndum.
Eisini vera skeið í filmslist,
ið vera á einum støði, sum
skullu virka sum endur
útbúgvingarskeið fyri fólk,
ið frammanundan hava út
búgving innan film, grafik,
klipp og líknandi. Klippfisk
vil húsa einari produktivari
framleiðslu innan film og
gera
filmslist
til
eitt
vinnuligt fyribrygdi.
Síðan 90’ini hevur
Ísland framleitt meir enn 6
filmar um árið í miðal, og
verður hetta samanborið
við støddina av Føroyum,
samsvarar hetta við fram
leiðslu av einum filmi um
árið her heima, greiðir
Martin N. Simonsen frá. –
Ætlanin er einaferð at gera
føroyskar spælifilmar, men
tað krevur, at vinnan í
Føroyum sær fyrimunin at
skapa film og at politiski
viljin er tilstaðar. Martin
sigur frá, at fólk kring
heimin eru troytt av enskum
og amerikonskum spæli
filmum og vilja síggja
eksotiskar og øðrvísi filmar.
– Hetta er ein stórur fyri
munur
fyri
føroyskari
filmsvinnu í einum altjóða
høpi. Klippfisk arbeiðir við
at fáa útlendskar framleið
arar til Føroyar og samstarva
við teimum. – Film hevur
eisini stóran týdning fyri
marknaðarføringini
av
Føroyar, og tí átti størri
dentur at verða lagdur á
hetta økið, sigur Martin.
Komandi tiltøk
Fyrsta skeiðið er eitt trý
dagaskeið í síðstu vikuni í
juni. Tað er ikki neyðugt at
vera royndur innan film
fyri luttaka. Tað er eitt
skeið, har kunnað verður
um tað grundleggjandi inn
an filmsframleiðslu. Til ber
at tekna seg á Tórshavnar
kvøldskúla.
Summarið
2009 samstarvar Klippfisk
við Samvit um ein film og
summarskúla. Tað er ein 14
dagar langur summarskúli,
sum skal læra og venja fólk,
ið hava evni innan filmslist.
»No Cry« er ein felags
skapur, ið upprunaliga er úr
Finnlandi, men er síðani
komið til Svøríkis, Noregs,
Finnlands,
NorðurSkot
lands, Norður Írlands og
síðan Føroya. »No Cry«,
Northern Creative Youth, er
ein felagsskapur, ið arbeiðir
fyri at savna kreativan
ungdóm saman við tí fyri
eygað at skapa kreativa
vinnu. »No Cry« samstarvar
millum londini ígjøgnum
alnetið. Hetta er fyrstu ferð
Klippfisk skipar fyri hesum
tiltakinum.
Agurk verður aftur
á skránna í heyst.
Enn einaferð verður Agurk
á skránni hjá Sjónvarpi
Føroya.
»Filmsummar«
verður heitið á kappingini.
Sendingar hjá Klippfisk og
Agurk
verða
sendar
í
Sjónvarpi Føroya í heyst.
»Filmsummar« er ein stutt
filmakapping, har evnið er
føroyskt summar. Øll kunnu
framleiða sín egna stuttfilm
um »Summar í Føroyum«,
senda hann inn til Agurk,
sum letur vinnaranum ein
vinning, ið hevur eitt virði
á 15.000 kr. Fýra sendingar
verða sýndar.
Eitt nýtt filmsumhvørvi
Grønland rætt til størri kvotu
Ole Samsing, sum umboðar Danmark og harvið eisini Føroyar og Grønland í
altjóða hvalaveiðinevndini IWC, sigur, at grønlendingar hava rætt til at veiða
fleiri stórhvalir enn nú. Ole Samsing vísir á, í 1992 bleiv ásett, at
grønlendingum tørvar 670 tons av tvøsti um árið, men av tí at fólkatalið er
vaksið 10 prosent síðani, eigur Grønland at fáa størri kvotu, sigur hann. Tí
vónar hann at kunna útvega Grønlandi loyvi at veiða fleiri kúlubøkur.
Klippfisk fer frá nú av at húsa eitt nýtt og øðrvísi filmsumhvørvi/virksemi. Felagið hevur skipað sær nevnd og sett ein dagligan
verkætlanarleiðara, Martin N. Simonsen, ið skal samskipa stóru ætlaninar fyri filmsvirkseminum. Stórar ætlanir eru fyri
framman. Millum annað verður Agurk aftur á skránni hjá Sjónvarpi Føroya í heyst, og Klippfisk skipar fyri einum filmsskúla
í summar í samstarvi við »Northern Creative Youth«, ið er ein felagskapur fyri kreativum ungdómum í fleiri londum í Evropa
og nú í Føroyum fyri fyrstu ferð í summar
Martin N. Simonsen (í hvítum) er nýggi
dagligi verkætlanarleiðari á Klippfisk.
Martin hevur eina cand.mag. útbúgving
innan miðlavísing frá Københavns
Universitet