Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 104 - 3. juni 2008 Seinastu tíðina hevur kjak­ ið um stressaðu lærararnar í fólkaskúlanum fingið ávíst pláss í fjølmiðlunum. Hugt verður at skúlanum, og ymisk eru tey, sum siga sína hugsan um, hvaðani strongdin stavar, og hvar manglar eru í skipanini. Uttan nakra endaliga niður­ støðu ella loysn verður strongdin tó staðfest. Fleiri lærarar eru av somu orsøk ikki førir fyri at røkja starvið til fullnar. Varpa læraran At lýsa ein lærara í dagsins fólkaskúla átti at verið ein løtt uppgáva. Lærarin er nærlagdur, fakliga sterkur og til staðar ­ bæði likam­ liga og sálarliga. Hann er førur fyri at skapa góðar fólkaræðisligar reglur fyri spæli og øðrum, sum næm­ ingarnir gera í skúlanum. Tímatalvan vísir honum nær og hvar, og pensum í ymisku lærugrein sigur honum hvat ­ tó hevur hann, innan fyri hesar karmar, frælsi til sjálvur at leggja undirvísingina tilrættis. Hvønn tíma, sum varar 45 minuttir, skal hann røkja teir 24­28 næmingarnar, sum sita í skúlastovuni. Allir hava teir ymiskan tørv og eru sosialt og fakligt á ymisk­ um støði. Hendan trupul­ leikan skal hann loysa við at taka støði í hvørjum einstøkum næmingi ­ tað sum á góðum námsfrøði­ ligum máli verður kallað at differentiera. Inni í flokkunum fær hann næmingarnar at arbeiða og síggja stórt í tí, teir gera. Fólk siga jú, at næming­ arnir gerast nærlagdir og arbeiðssamir, tí teir hava ein lærara, sum kveikir. Av 45.000 føroyingum eru einir 700 lærarar ­ ein rættiliga stórur samfelags­ bólkur, sum eg haldi, avgjørt skal hava evni langt út um alla rímiligheit og hevur eina arbeiðsbyrðu, sum er krevjandi út um alt mark. Tað sýnist, sum eru her ongar avmarkingar. Um fólk hava hetta álitið á fólkaskúlalærarunum, er hetta samfelagsbólkurin, sum fram um allar átti at fingið hægstu tign og bestu hugsandi karmar. Vørpan flutt Um vit nú flyta vørpuna av læraranum og yvir á onnur, sum standa uttan fyri skúl­ an og fáa tey at lýsa dags­ ins lærara, eri eg vís í, at vit fáa eina heilt aðra lýs­ ing enn hesa, eg her geri. Fólk hava sína egnu hugs­ an um læraran og eru ikki smæðin at siga hana ­ held­ ur ikki um børnini hoyra. Viðmerkingar sum: lærarar hava alt ov nógva frítíð, teir arbeiða bara hálvan dag, teir bara grenja ella gera ov lítið, eru kendar. Um tú nóg ofta hoyrir virðisleysar viðmerkingar, eitt nú at tú ikki ert nóg góður ella dugnaligur, so fert tú umsíðir at trúgva tí. Soleiðis gongur tað við sálarligum ágangi. Sjálv­ andi hevur egna sjálvsvirð­ ingin hjá lærarum nógv at siga, og hetta merkir heldur ikki, at lærararnir eru frí­ tiknir ábygd. Men um lær­ arin skal vera skapandi og virkin, eru nakra avgjørdar fortreytir ­ tær liggja tí í læraranum sjálvum, men sanniliga eisini sum væl­ vild, stuðul og undirtøka uttan fyri skúlagátt. Eg eri rødd fyri, at tað mangan eru fólk, sum standa uttan fyri skúlan, sum skapa eina skeiva mynd av læraranum. Eg veit, at tað eru mong, sum virða ein lærara, tó kemur tað alt ov ofta fyri, at lærarar ikki fáa ta virðing, teir eiga, og sum sjálvsagt gevur lærarum tiltrongda sjálvsálitið. Serliga tá hugsað verður um arbeiðs­ byrðuna og ábyrgdina. Eg veit av royndum, at tað er eitt ótal av dugnaligum og nærlagdum lærarum í Føroyum, tað er tí syrgi­ ligt, at fleiri ikki trívast og tí heldur ikki støðast. Engagement Fór ein dagin at leita eftir orðinum engagement í orðabókini. Leitaði eina løtu, men sá skjótt, at orðið verður ikki heilt dekkað av nøkrum einstøkum føroysk­ um orði. Tí fór eg at spyrja, um engagement ikki er serliga sjónligur partur av heimligu før­ oysku mentanini. Sjálvandi vita vit, hvat liggur í orði­ num, men um vit ikki eiga orðið á reinum føroyskum, hvussu skulu vit so á skilagóðan hátt flætta tað inn í mentanina. Her hugsi eg samfelagið sum heild. Hava vit hug at taka lut, vera virkin, íðin, liva okkum inn í ella binda okkum til, gera eitt arbeiði frálíka væl, siga okkara meining í góðum lívligum kjakast, vilja vit hava ávirkan, gera mun ella vera hugfangað? Hesir eginleik­ ar liggja allir í hesum eina orðinum, hetta saman við eini realistiskari mynd av, hvørjar avmarkingar liggja í skipanini og okkum sjálvum. Vit duga í ítrótti og tón­ leikurin blómar – men hvussu er innan grundleggj­ andi læring og útbúgving? Eg havi hug at halda, at her detta vit av vogninum. Hvussu nógv tíð og orka verður løgd í skúlaviður­ skifti, og hvørji ítøkilig mál og ynskir verða sett av foreldrunum fyri børnini, sum stóran part av degnum verða kallað næmingar. Eg síggi stórt í teimum, sum hava eina meining og fleiri eru tey, sum geva teirra meining til kennar, men spurningurin er, hvat vit vilja, og um hon kann brúkast til nakað, um vit ikki kenna egnar avmark­ ingar, og um hon ikki verður søgd á røttum stað og í rættari tíð. Her haltar kanska ­ bæði inn og uttan fyri skúlagátt. Kritikkur uttan at vilja loysnir, er betri køvdur. Avmarkingarnar Á heimasíðuni politikken. dk stóð grein, sum varpaði ljós á læraran. Bæði engagement, avmarkingar og strongd vóru evnini í nýggjari kanning, sum týski granskarin Udo Rauin, og líknandi donsk­ um kanningum, sum Mads Hermansen professarin á Copenhagen Business School, hava gjørt. Lærarar, ið ikki eru enga­ geraðir og eru ófyrireikaðir, gerast skjótari strongdir. Við øðrum orðum troyttast engageraðir lærarar ikki, vísa kanningar hjá Udo Rauin. Mads Hermansen professari sigur víðari á somu síðu, at sterkastu lær­ ararnir eru eldsálir, sum eisini hava eina realistiska mynd av avmarkingunum í tí, teir kunnu fremja í verki. Hetta er kanska júst trupulleikin. Vit kenna omanfyri nevndu høgu krøv til hvønn einstakan lærara, og málið er sjálv­ sagt engageraðir lærarar, men hvør hevur eina real­ istiska mynd av, hvat ein fólkaskúlalærari er førur fyri at útinna í verki? Nú og tá væntar sjálvt lærarin hesi evni. Lærarin kann ikki bæði hava foreldra­ leiklut og læraraleiklut. Hetta er ov høg og ómøgu­ lig krøv. Markantar avmark­ ingar liggja eisini í upp­ gávuni at røkja 24 ymiskar næmingar í 45 minuttir, har allir skulu fáa væl burt­ urúr. Bæði hugburðurin og skipanin sjálv mugu broyt­ ast, skal undirvísingin vera nøktandi bæði fyri lærara og næming. Tað mugu vera fleiri enn lærararnir at lyfta byrina, ið skúlin er. Um vit vilja engagement, mugu vit gera tað møguligt og vert at enga­ gera seg. Avgerandi er, at foreldur, og samfelag sum heild eru engagerað. Tí um alsamt vaksandi krøvini kennast sum kvørkratak á læraran, er avleiðingin sjálvsøgd og eyðsýnd. Engagement við avmarkingum í huga Tóra við Keldu Landsstýrið noktar at brúka fult útbygdu uttan­ ríkistænastuna í Ríkis­ felagsskapinum. Samstund­ is, sum høvuðsvinnan í landinum armast út, sjúkra­ húsverkið liggur í anda­ neyð, og føroyingar skulu gjalda hægri skatt og avgjøld, hevur uttanríkis­ ráðharrin hjá heimastýri­ num boðað frá, at nýggjar "sendistovur" skulu stovn­ ast í New York og Moskva. Tíðspunktið fyri einari dýrari víðkan av uttanríkis­ tænastuni hjá heimastýri­ num kundi neyvan verið verri, og nyttan av nýggju "sendistovunum" er sera ivasom Nógvar uttanlandsferðir men onki úrslit. So stutt kann uttanríkis­ politikkurin hjá CHE­lands­ stýrinum lýsast, nú stívliga 100 dagar eru farnir av valskeiðnum. Úrslitaleyst Sirkus á Ferð Heimastýris­uttanríkis­ ráðharrin hevur seinastu mánaðirnar ferðast í ymisk lond, har hann – sambært tíðindaskrivum úr heima­ stýris­uttanríkisráðnum – hevur styrkt bond millum Føroyar og ávís lond. Harumframt hevur hann virkað fyri at fáa EFTA­ lond at geva Føroyum limaskap í EFTA. Higartil hava vit, sum umvegis skattin rinda fyri hesar mongu uttanlands­ ferðir, bert sæð hópin av myndum í fjølmiðlunum, har Høgni Hoydal heilsar uppá hendan og hin ráðharr­ an ella embætismannin. Skattaborgarin hevur tó onki frætt um, at nakað ítøkiligt er komið burtur úr nógvu ferðingini. Bert uttanlandsferðir og føgur orð – onki úrslit. Nýggjar "sendistovur" Samstundis leggur CHE­ landsstýrið dýrar ætlanir um at stovna nýggjar, føroyskar "sendistovur" í New York og Moskva. Tey flestu vita, at kom­ andi "sendistovurnar" fáa ikki tann stóra týdningin fyri Føroyar, tí tær fáa ikki diplomatstatus. Tí má roknast við, at tær kunnu ikki brúkast til tað stóra í alment góðkendum uttan­ ríkispolitiskum saman­ heingi. Tí ber heldur ikki reiðiliga til at rokna hesar komandi "sendistovurnar" fyri veruligar sendistovur. Kortini setur CHE­ uttanríkisráðharrin uppá, at hann skal hava bonað gólv í øðrum londum at ganga á. Har kann Merkið hátíðar­ liga og undir tjóðsangi vindast á stong. Her spøkir tann misskilta nationalisman aftur. Tað hevur stóran týdning fyri CHE at seta føroysk stempul á ymiskt – t.d. á fíggjareftirlit, serumsorgan, revsirætt og sakføraravirk­ semi – hóast tað í veruleik­ anum ber í sær, at tey ymsu økini fella í órøkt. Hava fult útbygda uttanríkistænastu Eitt er, at vit hvørki síggja úrslit av ferðingini ella fáa nakað veruligt gagn av teimum nýggju sonevndu "sendistovunum". Tað, sum veruliga vísir, at uttanríkispolitisku ætlan­ irnar hjá CHE eru burtur­ við, er, at Føroyar longu hava atgongd til eina fult útbygda uttanríkistænastu í Ríkisfelagsskapinum. Henda uttanríkispolitiska tænasta hevur veruligar sendistovur ella konsulát við diplomatstatusi í flestu av teimum heimsins londum, ið Føroyar hava interessur í. Høgni Hoydal kundi tó ikki droymt um at brúkt verandi uttanríkistænastu, hóast vit sum land í Ríkis­ felagsskapinum hava atgongd til hana. Nei, almenni CHE­polit­ ikkurin er, at vit skulu heldur brúka pengar at byggja upp eina misskilta nationalistiska uttanríkis­ tænastu fyri hópin av pengum. Hetta hendir – væl at merkja – í eini tíð, har høvuðsvinnan í landinum armast út, sjúkrahúsverkið liggur í andaneyð, og føroyingar skulu gjalda hægri skatt og avgjøld. Alternativið er gott Føroysku interessurnar á uttanríkisøkinum høvdu verið munandi betri røktar umvegis uttanríkistæn­ astuna hjá Ríkisfelags­ skapinum. Høvuðsmálið eigur púra greitt at vera at fáa í lag eitt munandi tættari sam­ band við Europasamveldið. Positiv tekin komu longu í februar frá einum ES­ nevndarlimi um at fara í mennandi samrøður við ES. Í Sambandsflokkinum eru vit ikki í iva um, at málið eigur at vera føroysk­ ur ES­limaskapur við undantøkum. So leingi CHE­stýrið hevur valdið í landinum, verður henda skilagóða kós ikki løgd. Keisaradreymarnir skulu jú útlivast, eisini í sparitíðum. Keisaradreymar í sparitíðum Løgtings- og fólkatingsmaður edmund Joensen viðmerkingar