týsdagur 3. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 3. juni 2008
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Sjúrður Páll Nielsen
fer til gravar úr Gøtu
kirkju, týsdagin kl. 13.
Jarðarferðin hjá Marjun
Fuglø verður úr Kristi
anskirkjuni týsdagin kl.
13:30. Sungið verður úr
sálmabókini.
Tey,
ið
vilja minnast Marjun
kunnu lata eina peninga
gávu til Sjómanskvinnu
ringin hjá KFUM og K í
Klaksvík. Konta í Norð
oya Sparikassa.
Herfinnur
Durhuus,
Vestmanna, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 30. mai, 56
ára gamal. Bønarhald
verður í Landssjúkrahús
kapellinum týsdagin 3.
juni kl. 17. Jarðarferðin
verður úr Vestmanna
kirkju mikudagin 4. juni
kl. 14.
Jarðarferðin hjá Jarleivi
Hilduberg verður úr
Ebenezer týsdagin kl. 13.
Tey, ið vilja minnast
Jarleiv, kunnu lata eina
gávu til Lágargarð. Konta
í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Tungt er at seta seg niður at skriva
nøkur orð um pápa mín, sum var so
nógv fyri meg og mína familiu.
Fyri knapt 18 árum síðani bleiv
okkara einasti beiggi knappuliga tik
in frá okkum, í allar fagrasta veðri.
Ikki vardi tað meg, at babba eisini
skuldi fara so knappuliga frá okkum,
eisini í góðum veðri har sól skein.
Babba var ein sera friðarligur mað
ur, gjørdi ikki nógv um seg har hann
var, hann var altíð klárur at hjálpa,
var ikki bangin at geva eina hjálpandi
hond um mann hevði brúk fyri tí,
babba var ein sera kjerligur persónur,
gloymdi ongantíð síni kæru. Eg
kann ikki gloyma, tá eg ringdi norður
til hann og fortaldi honum, at eg
hevði átt, og at tað bleiv ein lítli Tor
leif sum vit fingu. Tá svaraði hann,
hvat er tað tit hava fingið, ein son?
ja, og nú verður tú uppkallaður, svar
aði eg, ok verði eg tað? Eg hoyrdi
hvussu stoltur hann bleiv.
Babba var ein kendur maður, og
komst tað nokk av fótbóltinum, har
hann var formaður í fleiri ár í FSF.
Hann var við at seta Føroyar á
heimskortið saman við hinum í FSF,
og eri eg sera stolt av honum.
Babba var sera støðufastur við tað
hann fekst við, hann var leingi deild
arleiðari í Fk her í Klaksvík, og
meini eg, at hann var har yvir 20 ár.
Hann var eisini áhugaður í pol
itikki, hann sat í býráðnum í næstan
16 ár.
Babba hevði bátar, har hann átti
Alfa Pilot. Eisini átti hann saman
við øðrum Fiskimúla og Kvikk.
Babba gekk høgt uppí familiuna,
hann var sera góður við teg mamma,
har hann segði ofta hvussu góða
konu hann átti, og hvussu góður
hann var við teg. Hann var ikki bang
in fyri at brúka orðið at elska, og
altíð fekk tú eitt blómutyssi frá hon
um 31. januar, tí tað er tykkara brúd
leypsdagur, og fekk tú eisini eina
sera flotta í ár frá honum, 12 dagar
aðrenn hann doyði, eisini har skriv
aði hann, at hann elskaði teg.
Babba var eisini góður við okkum
systrarnar og makarnar hjá okkum,
tað segði hann fyri mær, tá hann
ringdi til mín og bað meg koma eftir
sær, vit koyrdu ein biltúr og prátaðu
um mangt og hvat, millum annað
segði hann hvussu glaður hann var
fyri havnina norðuri á Áninum, har
hann hevði havt ein fingur á, og var
hatta eitt stórt hjartamál hjá honum,
at fáa eitt gott atløgupláss her
norðuri.
Babba var sera góður við abba
børnini og vóru tey eisini góð við
hann. Tað var mangan, at børnuni
fóru inn í kamari til abba at fáa eina
søgu, har hann fortaldi um kópin í
kjallarinum, sum hann átti, tá hann
var ungur, og nógvar aðrar góðar søg
ur sum hann sjálvur pentaði saman.
Ikki er nøkur loyna at børnuni
sakna abba sín, tað er fyri kortum eg
gjørdi tey yngru hjá okkum klár at
fara í barnagarð, vit eru á loftinum, tá
letur úr Elsu Mariu „mamma nú
skínur sólin og abbi eigur at snakka
við menninir á bedingini, so eigur
hann at koma til okkum“ so tað er tek
in upp á, at tey eisuni sakna hann.
Góða mamma, tað er sera tungt
hjá tær, fyrst at missa tín einasta son,
so at missa tín elskaða mann. Tú var
so góð við teir báðar, og ikki kann
sigast hvussu stórur saknurin er hjá
tær, men eitt er vist, at nú eru Stein
dor og babba saman heima hjá Jesu
pápa, og at har hava teir tað gott. Eis
ini vita vit, hvussu nógv babba sakn
aði Steindor.
Góða mamma, væl veit eg, at orð
eru fátøk, men mín vón er, at Jesu
pápi vil styrkja teg í stóru sorgini, og
tú veist at eg altíð eri at heita á, og
vilja vit á Bakkanum hjálpa tær, um
tú hevur brúk fyri tí.
Góði babba takk fyri alt tú vart
fyri meg og familju mína, eg sakni
teg, eg elski teg.
Ærað veri minni um mín elskaða
pápa, Torleif Sigurðsson.
sofía.
Hósdagin 29. mai andaðist
Jarleivur Hilduberg í Havn
á Lágargarði 76 ára gamal.
Jarleivur, ella Hjørleif,
sum hann vanliga varð
nevndur, var ættaður úr
Fuglafirði, sonur Karolinu,
sum var ættað úr Fuglafirði,
og Sofus sum var ættaður
frá Gjógv.
Barnaárini búðu tey i
Fuglafirði, tey vóru 5 systk
in: Andrias, Hjalgrím, Hjør
leif, Heðin og Klára. Tey
fluttu seinni til Havnar at
búgva.
Sum ungur fór Hjørleif í
læru sum setari á prent
smiðjuni hjá Arnhold Øster
í Havn.
Eftir lokna lærutíð ar
beiddi hann eina tíð á blað
num 14. September, og í
1956 fór hann til Danmarkar
at arbeiða, fyrst var hann hjá
Bording prentsmiðjuni, men
tey nógvu árini arbeiddi
hann á Politikken, beint við
Ráðhúsplássi.
Hjørleif giftist við Maluni
úr Klaksvík. Tey eiga trý
børn: Rúna, Mathea og
Øssur.
Hjørleif arbeiddi á Polit
ikken, til hann í 1982 kom
heim til Føroya at arbeiða á
Sosialinum, sum tá hevði
keypt eina nýggja prenti
maskinu. Hóast Hjørleif
ikki hevði lært at passa eina
slíka, tók hann uppgávuna á
seg. Hann var ágrýtin og
nærlagdur og livdi heilt upp
til tað álit, honum varð víst,
og arbeiddi hann á Sosi
alinum til pensiónaldur.
Herfinnur Durhuus
Vestmanna
andaðist á Landssjúkrahúsinum
fríggjadagin 30. mai, 56 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
týsdagin 3. juni kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju
mikudagin 4. juni kl. 14.00.
Góða mamma okkara, omma, langomma,
vermóðir og systir okkara
Annie Helmsdal Poulsen
Leynar
andaðist í heiminum fríggjamorgunin
30. mai 2008, 90 ára gomul.
Bønarhald verður hóskvøldið kl. 20 í Katólsku kirkjuni.
Jarðarferðin verður úr sama stað
fríggjadagin 6. juni kl. 14.
Familjunnar vegna
Guðrið, Ingun og Tova
Tey, ið vilja minnast mammu við blómum, kunnu ístaðin lata
Franciskanarakleystrinum KEIT eina peningagávu, konta í Eik.
Minningarorð um pápa mín
Torleif Sigurðsson
Føddur 23.12.46 · Deyður 12.02.08
Jarleivur Hilduberg farin
Dagurin
4. juni. Obtatus, deyður umleið ár 390.