týsdagur 3. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 3. juni 2008
17
Tey trý starvsfólkini
Jónas Sigmarsson,
Guðrið undir Kletti
og Karl Christiansen
hava keypt føroysku
deildina av alheims
fyritøkuni Oceanwide
og broyta nú navnið
til CREW.FO
EIGARASKIFTI
Birgir Waag Høgnesen
birgir@sosialurin.fo
Virkið, vit her tosa um, er
Oceanwide, sum hevur til
endamáls at útvega føroysk
um fyritøkum og skipum
skikkaði fólk úr útlandinum
og tá serliga úr Eystureu
ropa.
Jónas Sigmarsson, sum
framanundan hevur arbeitt
sum ráðgevi hjá Oceanwide
Føroyar, og sum nú er vorð
in stjóri, sigur, at Oceanwide
byrjaði í føroyum í 2006,
og menning hevur verið í
fyritøkuni alla tíðina.
Gilli Haraldsen, sum
higartil hevur verið stjóri,
hevur valt at ganga aðrar
leiðir, so tá ið Oceanwide
bjóðaði starvsfólkunum at
keypa deildina, ivaðust vit
ikki, tí vit øll síggja ein
møguleika í at víðarimenna
fyritøkuna, sigur Jónas Sig
marsson, sum eisini er stjóri
í fyritøkuni.
Altjóða netverk
CREW.FO, sum fyritøkan
nú kemur at eita, hevur hig
artil mest útvegað fólk til
Føroyar, bæði til virkir á
landi og til línuflotan.
Oceanwide hevur eisini
útvegað føroyingum møgu
leikan at starvast uttanlands,
tí vit hava fólk í Norra, Dan
mark, Svøríki, Íslandi og
enntá í Korea
Jónas sigur, at nýggju eig
ararnir hava tryggjað sær,
at Oceanwide í Hollandi og
eisini móðurfyrirtökan Hu
mares framhaldandi verður
teirra
samstarvspartnari.
Hetta merkir, at núverandi
og komandi kundar kunnu
kenna seg trygg:
Oceanwide/Humares í
Hollandi hevur skrivstovur
í 62 londum við umleið
8000 fólkum, so ringt er at
ímynda sær, at vit ikki finna
tað rætta fólki, tá ið vit vera
biðin um tað, sigur stjórin á
CREW.FO.
’Opið’ 24 tímar
um samdøgrið
Tann fysta broytingin,
sum vit hava gjørt, er, at nú
hava vit 24 tíma tænastu. At
vit hava 24 tíma tænstu
merkir, at nú hava fólk í
øllum heimspørtum møgu
leika at náa okkum á tele
fonini, nær tað skal vera, tí
vit svara altíð, sigur hann
við einum smíli.
At útlendingalógin nú
er broytt og útlendingar
hava lættari atgongd at
koma til Føroyar, síggja vit
á CREW.FO sum eitt stórt
framstig, og helst er eingin
betur enn júst CREW.FO at
síggja, hvørjir møguleikar
eru í hesum, tí vit hava ver
ið so leingi á hesum markn
aðinum, heldur stjórin á
CREW.FO.
Fyri at tryggja okkum
best møguligt, so hevur fe
lagið keypt heimasíðunavn
ið oceanwide.fo og crew.fo,
sigur Jónas Sigmarsson at
enda
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
AMBOÐ
Sofia Manning
Týtt hevur: Barbara Dahl,
sertifiseraður Life- og
Businesscoach
Coaching hevur av og á
borið orð fyri bara at vera
fyri tey fáu og tey við framí
hjárættindum tey við nógv
um yvirskoti, ið bara vilja
hava tað betur. Men um tað
er heilt rætt, vil eg seta eitt
stórt spurnartekin við. Tí at
mínar royndir siga mær nak
að annað.
Fyrst og fremst er coach
ing ein amboðskassi. Hesin
veður brúktur i nógvum ym
iskum høpum, tí tað tekur
støði í at seta teir røttu
spurningarnar.
Tað
ger
coaching til eitt opið amboð
at arbeiða við og eitt amboð,
ið kann nýtast av nógum
ymiskum menniskjum.
Tá eg starvaðist sum
coach í USA og stóð fyri
altjóða coaching í fyritøk
uni, fekk eg hetta staðfest
dagliga. Gjøgnum mína
telefoncoaching hevði eg
samband við menniskju frá
øllum pørtum av heiminum,
og øll nutu gott av teimum
nógvu møguleikunum, ið
coaching hevur at bjóða.
Har var ein maður frá
Borneo, ein kvinna frá Suð
urafrika,
onglendingar,
skandinavar, kristin, muslim
ar, jødar og ateistar.
Umframt hetta var tann
sosiala spennivíddin eisini
breið. Eg coachaði marg
millióningum, sjávstøðugt
vinnurekandi, heimagang
andi húsmøðrum, arbeiðs
leysum osfr. Tað var ein
breidd, ið var djúpt hugtak
andi.
Og tí at mítt starv sum
coach var at seta teir røttu
spurningarnar og ikki at
koma við svarum, kundi eg
í øllum hesum ymisku høp
um trygt lena meg upp at
míni mannagongd og seta
teir spurningar, ið júst tann
persónur, eg arbeiddi við,
hevði brúk fyri at hoyra.
Tann lætti. Mær nýttist ikki
at koma við nøkrum svarum
ella hava tær gyltu loysninar,
og eg kundi coacha øll við
teirra ymiskleika, tí eg var
vand í eini røð av manna
gongdum til at fáa míni við
skiftafólk at koma fram til
nettup tær loysnir, ið vóru
rættar fyri tey.
Og er tað ikki tað besta
undir øllum umstøðum?
Hugsa um teg sjálvan. Hvat
riggar best hjá tær? Tá
onnur royna at taka avgerðir
fyri teg við at stappa teg nið
ur í ein kassa, har tey halda
tú hoyrir til og geva tær
svar? Ella tá tú lýsir tín
egna kassa, handlar upp á
tað, tú sjálvur vilt, og finnur
tíni egnu svar?
Seinri í einum øðrum
starvi fekk eg ta avbjóðing
at coacha gentum á eini
miðstøð fyri etingarólag og
at coacha í fongslum. Ser
stakliga í sambandi við
coaching av fangunum ivað
ist eg nógv í, um tað veru
liga kundi lata seg gera?
Tey høvdu jú ikki beinleiðis
valt, at eg skuldi coacha
tey, og teirra sosiala bak
grund var fyri fleiri av teim
um ógvuliga langt frá mín
ari.
Men aftur vístu fyritreyt
irnar, ið liggja til grund fyri
coaching, sítt virði. Tí um
eg hevði virðing fyri teirra
áskoðan á lívið og møtti
teimum har tey vóru við
hjálp av coachingspurning
um, lótu tey seg upp upp á
ein heilt annan máta, enn
eg hevði ímyndað mær.
Sum vera man blivu tey
ikki coachað uppá, hvussu
tey kundu fáa teirra heims
fyritøku at geva enn størri
úrslit, men heldur evni sum:
”Hvussu
varðveiti
eg
motivatiónina til at ganga
til
AAfundir?”
Ella:
”Hvussu fái eg sambandið
aftur við sonin hjá mær, ið
eg ikki havi tosað við í 10
ár?”
Men í coachingverðini er
mannagondin tann sama.
Og evni fyri coaching er
sekundert, meðan svar og
úrslit hjá viðskiftafólkinum
er primert. Av tí grund vísti
coaching seg at virka rætti
liga væl eins væl í fongsli
num sum á miðstøðini fyri
etingarólag.
Tí vil eg eggja til, at vit
víðka fatanina av, hvat
coaching er, og hvør ið
kann brúka tað. Tað er ikki
bara tey priviligeraðu! Tað
eru øll, ið kunnu svara
spurningum!
Høgur sum lágur, tjúkkur
sum klænur, ungur sum
gamal, anarkistur sum reglu
bundin. Lat okkum tí leggja
mytuna um, at coaching er
fyri elituna, vekk og síggja
veruleikan í eyguni. Coach
ing er vælegnað til ótrúliga
mong menniskju í mongum
ymiskum samanhangum, tí
tað er grundlagt á treytir, ið
viðkomandi hevur við sær
til eitt coachingforløb.
Tíðindabræv frá Sofie Manning:
Coaching er ein heimur við møguleikum
FAKTA um Sofia Manning:
Sofia Manning er fødd og uppvaksin í Danmark.
Hon er útbúgvin í USA og hevur havt meira enn 5.000
coachingtímar. Hon hevur arbeitt saman við førandi
internationalum fyritøkum innan fyri coaching. Sofia
hevur í dag sína egnu fyritøku, heldur fyrilestrar,
skeiðshaldari og persónligur coach hjá nógvum
menniskjum. Harafturat er hon Lifecoach í
brævkassanum hjá Alt for damerne.
Starvfólkini keypt Oceanwide
Karl Christiansen, Guðrið undir Kletti, Jónas Sigmarsson