týsdagur 3. juni 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 104 - 3. juni 2008
Skiparin á norska
línubátinum viður
kendi, at hann hevði
brotið kunngerðina
um lastaskipan og
góðtók at rinda bót
upp á 50.000 krónur
Eftirlit
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sunnumorgunin 1. juni fóru
fólk av sjóverjuskipinum
Hvidbjørnen
umborð
á
norska stállínubátin Stål
holm. Uppgávan hjá sjóverj
uni var at fremja vanligt
eftirlit.
Tá fólk komu umborð á
Stålholm, var skipið á leið
ini umleið 140 fjórðingar í
ein útsynning úr Føroyum.
Undir eftirlitinum stað
festi sjóverjan, at lastaskip
anin ikki var sambært kunn
gerð nr. 47 frá 9. apríl 2006,
grein 6 stk. 1 og 2.
Tað hevur stóran týdn
ing, at hesar reglur verða
hildnar, tí tað er henda skip
an, sum er grundarlagið
undir uppgerðini av veiðini
í lastin, sigur eftirlitið.
Góðtók bótina
Skiparin á Stålholm fekk
fyrilagt ákærurit við bót
upp á 50.000 krónur, og
haraftrat varð hann biðin
um at fara úr føroyskum
sjógvi.
Skiparin viðurkendi seg
sekan í brotinum og góðtók
eisini bótina upp á tær
50.000 krónurnar.
- Tað hevur stóran
týdning, at reglur
um lastaskipan
verða hildnar, tí tað
er henda skipan,
sum er grundarlagið
undir uppgerðini
av veiðini, sigur
sjóverjan
Høgu oljuprísirnir
kunnu gera, at tað fer
at loysa seg líka væl
– og kanska betur
hjá skipunum at
sigla til lands við
størri nøgdum av
sild til ídnað enn
at sigla við smærri
nøgdum til matna
á markaðin, sum
liggur longur burturi.
Haraftrat kemur,
at útlit eisini eru til
hægri ídnaðarprís,
tá innihaldið av lýsi í
sildini sum frá líður
verður størri, sigur
Roy Róin á Havsbrún
í Fuglafirði
fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Síðan skipini í felag góvust
at fiska svartkjaft fyri
umleið 14 døgum síðan,
hevur eingin landing verið
á ídnaðarvirkinum Havs
brún.
Her hevur verið stein
deytt, síðan skipini vóru
inni og landaðu seinastu
nøgdirnar av svartkjafti,
sigur Roy Róin, sum starv
ast á virkinum í Fuglafirði.
Flestu skip eru á sild,
sum
verður
landað
til
matna. Enn er sildin heldur
rak, men sum frá líður fer
hon at taka fiti til sín, og tá
verður hon eisini bleytari.
Óvist við fiski
Í Fuglafirði vita tey ikki at
siga, hvussu summarið verð
ur, og tey vita heldur ikki,
nær væntandi er, at virkið
aftur fer at fáa rávøru av
týdningi til sína framleiðslu
av mjøli og lýsi.
Vit vænta, at Norðborg,
sum sker og frystir sild til
matna umborð, fer at koma
til lands um nakrar dagar
við avskurðinum, sum plag
ar at enda á Havsbrún. Van
liga plagar skipið at landa
eini
500600
tons
av
avskurðum
aðru
hvørja
viku ella so – alt eftir,
hvussu
sildafiskiskapurin
er.
Roy vísir á, at mjølprísur
in hevur verið lágur, men
hinvegin er prísurin á lýsi
rættiliga góður.
Hvørki svartkjafturin
ella sildin hava nakað
serligt innihald av lýsi stutt
eftir gýting um várið, og
tað er ikki fyrr enn seint um
summarið og um heystarnar,
at fiskurin aftur gerst feitur
við lutfalsliga høgum inni
haldi av lýsi. Tað er serliga,
meðan sildin er soltin, at
prísurin til matna er lut
falsliga góður, sigur hann.
Ymiskar kvotur
Ein orsøk til, at nótaskipini
herfyri góvust at fiska, er,
at prísurin á svartkjafti til
ídnað var lækkaður ein
triðing í mun til prísirnar
seinasta summar. Haraftrat
var fiskiskapurin minkaður,
og hetta saman við høgu
oljuprísunum
gjørdi,
at
reiðaríini metti, at veiðan
ikki loysti seg.
Eini 15.000 tons eru eftir
av føroysku felagskvotuni
av svartkjafti, meðan sildin,
Toy til skjúrt
Toy til skjúrt, ið er framleitt í
Føroyum, fæst í litunum reytt/
svart, reytt/blátt og blátt/blátt.
Fæst í hesum handlum:
• Norðoya Heimavirki
• Eysturoyar Heimavirki
• Skálabúðin
• Sonja Design
• Marjun Heimá
• Seymiskrínið
• Vágs Heimavirki
• Seymistovan
Telefon 31 43 35
Solidaritetskonsert fyri arbeiðsleysum
Sunnudagin varð skipað fyri eini sonevndari solidaritetskonsert fyri arbeiðsleysu fiskafólkunum í Vardø í Noregi.
Hetta var eitt tiltak, har vit vildu vísa á samanhald í eini kommunu í Finnmørkini, eins og vit krevja, at okkurt verður
gjørt við støðuna, sigur leiðarin í Arbeiðaraflokkinum í Vardø, Thor Robertsen, við FiskeribladetFiskaren. Í dag verður
eingin fiskur virkaður í Vardø, hóast útróðrarflotin førir nógvan fisk til lands gjøgnum árið, samstundis sum fleiri
trolloyvi eru heimahoyrandi í kommununi. Thor vísir á, at hátøkniligt fiskavirki stendur við stongdum hurðum,
samstundis sum nógvir forsyrgjarar ganga arbeiðsleysir. Hetta hevur verið støðan hjá fleiri familjum seinastu árini.
Familjur eru samanbrotnar og eru vorðnar bundnar av sosialari veiting. Hetta er ikki virðiligt í einum vælferðar
samfelag sum tí norska, sigur hann. Millum tey, sum standa aftanfyri konserttiltakið fyri teimum arbeiðsleysu í
fiskiídnaðinum, er eisini kirkjan í Vardø, og prestur fer sunnudagin at biðja og lýsa vælsignilsi yvir økið.
Fiskivinna og landbúnaður
Hvidbjørnen tók Stålholm