Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 vinnan Nr. 104 - 3. juni 2008 Ferðafólk úr Billund lendu í Vágum um 20-30-tíðina í gjárkvøldið Hávasummar í Meksiko Trý fólk eru álopin, og tvey eru dripin í álopum, sum hávar hava framt í Meksiko. Ein røð av hávaálopum hava verið framvið meksikansku kyrrahavnstrondini, og fólk eru ræðslusligin. At hávur leypur á fólk, er nakað, sum ikki hendir ofta. Og tó. Seinastu tveir mánaðirnar eru trý fólk, sum hava surfað útfyri meksikansku strondini, álopin av hávum, harav tey tvey eru dripin. kappast á sama marknaði Stórur fundur í Grønlandi Herfyri hittust teir fýra uttanríkisráðharrararnir úr Noregi, Ruslandi, Danmark og Kanada saman við vara uttan­ ríkisráðharranum í USA til ein sonevnda polarhavs­fund í Illuisat í Grønlandi. Á fundinum umrøddu ráðharrarnir spurningar um eitt nú mark millum havøkir hjá londum, tilfeingið í havinum og nýggjar sjóvegis farleiðir. Flogfarið, sum skuldi fara úr Billund heim til Føroya seinnapartin í gjár, var seinkað í fleiri tímar, tí ein eftirlitslampa var farin at lýsa, tá ferðafólkini vóru komin í flogfarið Flúgving Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein eftirlitslampa fór at lýsa í flogfarinum hjá Atlants­ flogi, tá flogfarið skuldi fara úr Billund heim til Før­ oya í gjár klokkan 14.50. Eitt av ferðafólkunum sig­ ur, at tey høvdu sitið eina løtu í flogfarinum, tá flog­ skiparin segði, at ein eftir­ litslampa, sum ikki skuldi lýsa, kortini var farin at lýsa. ­ Flogskiparin segði, at tey í samráð við teknisku leiðsluna í Føroyum høvdu gjørt av at restarta skipanina av nýggjum, men eftir hesa royndina lýsti lampan fram­ vegis. Tá ferðafólkini høvdu sitið í flogfarinum í einar 45 minuttir, fingu tey at vita, at mekanikari skuldi koma úr Keypmannahavn, og at tað helst fór at taka einar 2­3 tímar, áðrenn flog­ farið kundi fara heim til Føroya. ­ Vit hava júst fingið at vita, at vit fáa okkurt at eta. Her er gott veður, og vit hava tað øll gott, segði ferðafólkið, sum vit tosaðu við um 16­tíðina í gjár. Eftir at teknikari var komin úr Keypmannahavn og hevði funnið út av, hvat var áfatt, kundi flogfarið hjá Atlantsflogi fara úr Billund. Ferðafólkini vóru í Vág­ um í øllum góðum um 20.30­tíðina í gjárkvøldið. ­ Vit høvdu tað øll gott, og Atlantsflog syrgdi fyri, at vit fingu tað, vit høvdu brúk fyri, meðan vit bíðaðu í Billund, sigur eitt av ferðafólkunum. Seinking úr Billund sum skipini nú fiska, er býtt yvir hvørt skipið sær. Ymiskt, hvussu stór silda­ kvotan hjá ymisku skipun­ um er, tað eru eisini tey, sum eiga meira enn ta einu kvotuna. Tvey av skipunum, sum enn ikki eru farin á sild, men heldur hava valt at bíða, til sildin er vorðin feitari, eru Høgaberg og Fagraberg hjá Framherja. Hesi skip liggja framvegis á Fuglafirði, og reiðarin væntar ikki, at skipini fara at loysa fyribils. Hini skipini eru flestu á sildaleiðunum norðarliga í íslendskum sjógvi. Nøgd og prísur Roy Róin vísir á, at tað ikki er óhugsandi, at Havsbrún fer at fáa nakað av sild til ídnað, tá líður út á summarið og heystið. ­ Høgu oljuprísirnir kunnu gera, at tað fer at loysa seg líka væl – og kanska betur ­ hjá skipunum at sigla til lands við størri nøgdum av sild til ídnað enn at sigla við smærri nøgdum til matna á markn­ aðin, sum liggur longur burturi. Haraftrat kemur, at útlit eisini eru til hægri ídnaðarprís, tá innihaldið av lýsi í sildini sum frá líður verður størri. Í fjør keypti Havsbrún bert smáar nøgdir av sild til ídnað, og hetta hekk eisini saman við, at Noreg aftur gav føroyskum skipum loyvi at landa sild til matna í Noreg, eftir at stríð hevði verið um býtið av norð­ havssildini. ­ Tað er ógvuliga torført at meta um, hvussu verður seinni í summar og til heystar, tí hetta veldst sjálv­ sagt eisini um, hvør prísurin á sildini til matna – og til ídnað ­ verður. Alt er ein spurningur um útboð og eftirspurning. Verður útboð­ ið stórt, samstundis sum sildin gerst bleytari, tá hon fitnar, er hugsandi, at prís­ irnir fyri matsild fara at fella, samstundis sum prís­ irnir til ídnað kanska fara at kvinka uppeftir. Fiskur og landbúnaður Roy vísir á, at tað ikki er óhugsandi, at høgu lýsiprís­ irnir og høgu oljuprísirnir fara at føra nøkur skip til Fuglafjarðar, sum summarið líður. ­ Rapsolja, sum bæði verður brúkt í matfram­ leiðslu, lýsitablettum og til drívmegi av motorum, er mangulvøra á marknaðin­ um, og tí er lýsiprísurin høg­ ur og uppeftirgangandi. Hin­ vegin er mjølprísurin lágur, og ein orsøkin er, at eitt nú soya og mais verða blandað upp í fóðurið til alivinnuna, sum aftur minkar um eftir­ spurningin eftir fóðuri úr fiski. Blandingin hevur til endamáls at gera fóðurið bíligari, sigur Roy Róin. Vit kunnu soleiðis stað­ festa, at tilfeingið úr hav­ inum og grøðin úr jørðini á ein hátt kappast á somu marknaðum. Eingin landing hevur verið á Havsbrún í Fuglafirði, síðan svartkjaftaskipini góvust at fiska fyri umleið 14 døgum síðan. – Tað er torført at siga, nær gongd kemur á framleiðsluna aftur, sigur Roy Róin