Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 104 - 3. juni 2008 kronikkur Signar P. Heinesen Sitandi samgonga hevur helst vundið seinastu fjøturnar av sær innan fráferð, og er so dánt vorðin arbeiðsfør at taka róðrið í hond hálvan fjerðing inn í hetta valskeiðið. Uttan mun til parta­ politiskan lit og partapolitiskar fjákalótir, vil eg staðiliga mæla tingfólki til at taka hetta valskeið­ ið í størsta álvara. Hóast tað er lítið gagnligt at mála framtíðina óneyðugt døkka, er heldur ikki stórt gagn í at lúgva fyri sær sjálvum og sínum fólki. Soleiðis sum eg hómi framtíðina, eru vit í Føroyum á eini knívsegg. Øðru­ megin hómast tann bjarta fram­ tíðin millum aðrar framtíðir í øðrum londum – og hinumegin er ein framtíð uttan eina føroyska tjóð í tann mun, vit hesi seinastu 100­200 árini hava skilt hetta hugtak. Týðandi ábendingar eru um, at vit í hesum valskeiðinum gera av, hvørt Føroyar framhaldandi koma at vera ein tjóð ella ikki. Hetta sæst týðuliga av báðum strikumyndunum. (Sí mynd 1.) Onnur vísir fólkatalið í Føroyum seinastu 40 árini, og hin vísir lutfallið millum donsku og før­ oysku bruttotjóðarúrtøkuna fyri hvønn borgara. Hóast vøkstur í føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, er hon fallandi samanborið við donsku bruttotjóðarúrtøkuna seinastu árini – eini 3% fyri hvørji 4 ár teknað við breiðum pensli. Fólkatalið hevur staðið í stað at kalla síðani 2003 – um somu tíð, sum tað gjørdist greitt, at vøksturin í árunum 1995­2002 var grundaður á tey virði, sum vórðu bygd upp síðani seinna heimsbardaga. Tað er optimistiskt at rokna við, at lutfallið millum føroysku og donsku bruttutjóðarúrtøkuna við endan av hesum valskeiði í 2012 er stórt hægri enn 70­75%. Tá verður ikki roknað við nøkrum búskaparligum hóttafalli, hóast skýggini á luftini í løtuni eru sjónlig. Sjálvur meti eg, at onnur viðurskifti viga so mikið hinvegin, at Føroyar sum heild eisini hava møguleika at velja kós eftir egnum vilja hetta val­ skeiðið út. Heldur hendan meting­ in, og føroyska framleiðslan er eini 70­75% av donsku, og søguligu tølini 25 ár aftur í tíðina vísa eina negativa gongd, er lítið at ivast í, at í næsta valskeiði hava føroyskir politikarar ikki stórvegis frælsar møguleikar at velja kós. Tá velja umstøðurnar fyri okkum. Hvørja ávirkan hetta fær, er ikki trupult at ímynda sær, tí tá gerast vit partur av regluni um, at smátjóðir falla fyri bakka og verða annaðhvørt innlimaðar í aðrar tjóðir (formliga ella á annan hátt) ella fána burtur. Sagt eitt sindur øðrvísi. Venda vit ikki gongdini í hesum valskeiðinum skulu bæði hepni og heilt óvanlig menniskjalig avrik til. Eitt dømi, sum vit kunnu styðja okkum við, var støðan í Danmark seinast í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Uttan at samanbera føroysku støðuna í dag annars, var strategiska støðið í Danmark so undirmáað, at heilt serlig strategisk tiltøk og heilt óvanlig menniskjalig avrik skuldu til. Har vóru tað tjóð­ bankastjórin Erik Hoffmeyer og danski javnaðarmaðurin Knud Heinesen, sum á ein heilt serstakan hátt samskiftu og samvirkaðu soleiðis, at gongdin varð vend undir Schlüter stjórnini fyrst í áttatiárunum. Botnurin í einum strategiskum kyksendi Tað skal ikki stórvegis strategiskt hugflog ella innlit til at staðfesta, at eingi av teimum politisku átøkum, sum samgongan higartil hevur viðgjørt, hava nakra ávirkan á hesa gongd yvirhøvur. Hvørki tað, sum ætlanin er at brúka okkara pengar uppá ella teir bygnaðarligu reformar, sum eru á tal. Frægastu átøkini, sum higartil hava verið á borðinum, eru økt játtan til Fróðskaparsetur Føroya, íløguætlanin til miðnáms­ skúlar í Marknagili og endur­ skoðan av fiskidagaskipanini. Men hesi átøk eru øll eyðkend við einum tíðarskala, sum ikki gerst viðkomandi, um ikki onkur úrslit eisini fáast í næstu framtíð. Hinvegin er tað mín meting, at botnurin í strategiska kyksendi­ num, sum landið hevur ligið í seinastu 20 árini, er rokkin. Hóast ábendingarnar eru veikar, eru tær rættiliga eintýðugar. Tað ber betur til at samskifta strategiskt í dag enn fyri bert einum ári síðani. Dagarnir við teim fiksu setningunum og fiksu loysnunum tykjast taldir á hesum sinni. Tað aldargamla váðafúsa eyðkenni við føroyinginum tykist aftur at koma undan kavi. Partar av samfelagnum (umframt fiski­ vinnuna) hava dittað sær út á altjóða marknaðin og liva sín gerandisdag við teim krøvum, sum hesin marknaður setir. Fiskivinnan, sum hevur livað úti á altjóða marknaðinum seinastu øldina, er í eini støðu, sum er rímiliga løtt at samskifta um. Tá ið hetta er sagt, so hoyrir tað eisini við, at vit hava mist stór virði á gólvið hesi 20 árini. Virði, sum vit noyðast at byggja upp aftur petti fyri petti, stykki fyri stykki, prosjekt fyri prosjekt. Makt og leiðsla Vit kunnu síggja eitt samfelag og funktiónir tess sum skipaðar eftir einum stiga, har maktlæran virkar sterkast øðrumegin, og leiðslulæran virkar sterkast hinu­ megin, sí mynd. Sjónligastu makt­ læruna síggja vit í einaræðisskipa­ num og valdsharradømum. Sjón­ ligastu leiðslulæruna síggja vit í klassisku griksku demokratisku skipanini 3­600 ár fyri okkara tíðarrokning. Vanligar demo­ kratiskar skipanir í vesturheimi­ num í dag liggja demokratisku megin á hesum stiganum, men koma tó ikki nær námind klassisku griksku skipanini í demokratiskum stýrishátti – fyri tey, hon fevndi um, skal sigast. (Sí mynd 2) Maktlæran snýr seg í stuttum um, hvussu ein røkir egin áhuga­ mál við annara tilfeingi. Í gerandisleiðslu er maktlæran eyðkend við maktbardøgum, og at tey, sum sita ovast á rókini, royna at stýra hinum, sum sita niðari. Leiðslulæran snýr seg í stuttum um, hvussu vit røkka felags áhugamálum við felags tilfeingi. Tað, sum ger eitt felags átak møguligt. Í gerandisleiðslu er leiðslulæran eyðkend við, at vit í felag royna at leiða felags prosjektini á mál. Døkka einaveldisaldan, sum floymdi yvir alt Europa í 15­ 1600 talinum fram til 1800­talið, og sum rakti serliga meint í danska einaveldinum, rakti eisini Føroyar. Ein tulking av søguni er, at føroyingar – sum ein av heilt Eitt valskeið á eggini Mynd 1 Nýtt vinnufelag stovnað Ráðgevandi virkir innan byggivinnuna hava stovnað nýtt vinnufelag, sum hevur 20 limir, ið eru fyritøkur, sum veita ráðgeving innan byggivinnuna. Á aðalfundinum vóru Rúni Abrahamsen frá MAP­arkitektum, Árni Winther, frá Arkitektavirkinum Árna Winther Arkitektum og Kim Hansen, frá LBF valdir í nevndina. Sum eykalimir vóru Árni Jakobsen frá Sofus M. Jakobsen og Pætur Húsgarð frá PB­Consult valdir. Nevndin hevur skipað seg við Rúna Abrahamsen sum formanni. Endamál felagsins er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni at útinna felags áhugamál. Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu. Talvurnar sýna lut­fall­ ið ímillum føroysku og donsku brut­t­ot­jóðar­ úrt­økuna pr. íbúgva árini 1966 t­il 2006. Niðara myndin sýnir fólkat­alið í Føroyum í sama t­íðar­ skeiði Keldur: Hagst­ovan, Landsbankin, Danmarks St­at­ist­ik