Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 104 - 3. juni 2008 fáum tjóðum í vesturheiminum – tó ongantíð sjálvir fullu í hetta makt-díkið. Tíðin frá fyrst í 90-árunum til í dag er helst einasta tíðin í føroyskari søgu higartil, har maktlæran av álvara fekk høvdið fyri seg millum føroyingar í so stóran mun, at ein í løtum ivaðist, um hon fór at forkoma okkum. Men í dag kenni eg meg vísan í, at demokratiska siðvenja føroyinga eisini vinnur á makt- alduni í hesum umfari. Strategiskir møguleikar Okkara arbeiðsdagur er skiftur í tríggjar ymiskar flokkar av uppgávum. Í fyrsta lagi loysa vit vanligar rakstraruppgávur, sum vit loystu í gjár, loysa í dag, og tann, sum livir og hevur heilsuna, loysir hana aftur í morgin. Í øðrum lagi royna vit at tillaga okkum, tá ið umstøðurnar leggja trýst á okkum. Hava vit gott leiðsluhegni, eru slíkar uppgávur undantakið. Í triðja lagi seta vit sjálv stevnu í eini menningar- ætlan. Tá arbeiða vit strategiskt. Vit leggja okkum eftir strateg- iskum møguleikum. Strategiskt samskifti er sjálvt grundarlagið undir strategiskum møguleikum. Strategiskt sam- skifti er grundað á ymisk áhugamál, har felagsskapurin finnur fram til, hvussu vit fáa javnvág í hesi áhugamál, og hvussu vit vinna framá í felag. At samskifta strategiskt í almenna rúminum er tí sjálv fortreytin fyri at skapa strateg- iskar møguleikar. Verður tað gjørt við skili, eigur tað eisini at bera øllum til at vera við í hesum samskifti, hóast orðingar eru ymiskar alt eftir vanliga gerandis- degnum hjá tí einstaka. Eitt átak, sum kann vera við til at menna eitt slíkt samskifti, er at styrkja politisku flokkarnar umsitingar- liga. Hava vit fingið eitt slíkt strategiskt samskifti at virka í almenna rúminum, ber politisku skipanini til at virka strategiskt aftur. Tá ber fólkinum til at geva politikarum strategiskt mandat, eins og tað ber til at meta um strategisku úrslitini. Strategisku møguleikarnir kunnu skiftast í tveir høvuðs- bólkar: skynsaman rakstur og skynsom menningarprosjekt. Skynsamur rakstur Eyðgunn Samuelsen, formaður í fíggjarnevndini, skrivar í grein í Sosialinum 5. mai í ár, at eitthvørt ruggar ikki heilt rætt, tí ongantíð er fíggjarlógin vaksin so nógv, men hóast hetta hava øll fingið ov lítið. So løgið tað kann tykjast eini skilakvinnu, so mikið meira álvarsligt eigur hetta týðuliga signal at viðgerast. Tí hetta er tað, sum hevur størsta strategiska týdningin dagin í dag – tað, sum vit kunnu gera nakað við beint nú. Uttan orku, uttan frælsi at átaka okkum menningar- uppgávur, er øll strategisk hugsan fáfongd. Vit vita í dag rættiliga neyvt, hví vøksturin í fíggjarlógini ikki sæst aftur í væl virkandi skipanum. Eftir eina 20 ára langa flóðaldu av maktlæru er trupult at greiða allar tær fløkjur, sum fólk meir ella minni tilvitað hava myrkalagt óskynsamar loysnir í. Men vit vita eisini, hvørji tvey høvuðsøki binda størstu orkuna niður. Annað er høvuðsvinnan, sum við lógarbundnum karmum er niðurbundin og hevur lítlar og ongar møguleikar at menna seg ella tillaga seg nýggjum veru- leikum. Hitt økið er bygnaðurin í almennu Føroyum. Her verður hugsað um bæði kommunala bygnaðin, bygnaðin í landsum- sitingini í síni heild, eins og um ymiskar bygnaðir, sum almennu Føroyar hava skipað landsins funktiónir undir. Málið eigur helst at vera at effektivisera raksturin av Føroyum við umleið hálvari til heilari milliard kr. árliga í hesum valskeiðinum í sambandi við tær funktiónir, sum longu virka og annaðhvørt verða røktar av tí almenna ella beinleiðis ávirkaðar av tí almenna. Harvið er ikki sagt, at fíggjarlógin minkar samsvarandi. At greiða fløkjuna í fiskivinn- uni er væl truplari. Umframt at endurskoða fiskidagaskipanina, eigur skipanin við fiskamarknaði at endurskoðast, eins og spurningurin um framleiðslu umborð á skipunum eigur at endurskoðast. At hetta skal gerast bæði við atliti at teimum, sum í dag eiga vinnutól og við atliti at teimum nógvu, sum fáa sítt livibreyð í fiskivinnuni á landi, er eitt krav. Tað er tí ein avbjóð- ing at finna gongdar leiðir, har nyttan av tí gagnliga eisini í praksis verður væl størri enn skaðin av tí neyðuga. Skynsom menningar­ prosjekt Eingin sparir seg burtur úr eini strategiskari kreppu. Men sparingin er í flestu førum einasti møguleiki at fíggja ta menning, sum er neyðug. Harafturat vísir tað seg mangan, at skynsom tilfeingisumsiting er ein fortreyt fyri tí samskifti, sum skal til fyri at finna og gjøgnumføra viðkomandi menningarprosjekt. Vit gerast ikki bert verri fyri búskaparliga, tá ið vit søpla virðini burtur – vit taka eisini skeivari og skeivari avgerðir. Tann eina fløkjan tekur hina við sær. Menningarprosjektini eru í tveimum høvuðsflokkum. Í øðrum eru tey prosjektini, sum skulu leggja lunnar undir menningartilgongdina, og sum tí ætlandi skapa úrslit í longdini, men ikki her og nú. Í hinum flokkinum eru tey prosjektini, sum skulu geva okkum úrslit í næstu framtíð. Umframt at byggja út miðnámsskúlarnar er neyðugt at leggja meira orku í alla útbúgvingar- og granskingarskipanina. Her er í fyrsta lagi neyðugt at umhugsa bygnaðarligar broytingar, áðrenn stórvegis peningaorka verður løgd í, tí vit hava fleiri rættiliga vissar ábendingar um, at “skúlaverkið bløðir”, sum tað við hvørt verður nevnt, tá ið orkan fer millum skins og hold. Menningarprosjektini skulu annars fevna breitt í samfelag- num. Best var, um vit fingu eina menningartilgongd, sum fevndi um hvørt einstakt menniskja í landinum. Hetta er eitt rímiligt mál at seta sær í hesum valskeiði – tað er ikki so veruleikafjart, sum tað kanska ljóðar, fyrst ein hoyrir tað. Í mínari tulking av søguni var hetta, at hvør einstakur fekk høvi til at veita sítt strategiska íkast til “prosjektið Føroyar”, høvuðs- orsøkin aftanfyri framgongdina øll seksti-sjeyti- og áttatiárini. Tey prosjektini, sum skulu geva okkum úrslit í næstu framtíð, eru, sum støðan sær út í dag, heilt ítøkilig prosjekt, sum onkursvegna longu nú eru sett í verk ella verða umhugsað, og sum harafturat byggja á herðar, sum longu hava borið byrðina fram á vegin. Hóast slík prosjekt kunnu tykjast utopisk, so høgt málini eru sett, eru høvuðs- eyðkennini, at tey eru smá, veik, mangan torskild, “ikki konkret” og síggja ikki út av nógvum fyri tann, sum ikki veit, hvat eitt slíkt átak krevur av nýskapandi, politiskari og strategiskari leiðsluorku. At uppbyggja eitt samstarv her, at uppbyggja eitt álit har, at stíga eitt fet fram, at halda fast, har á leikar, at krøkja nakrar fótonglar av, at skáka sær undan “krígsherjaðum økjum” á leiðini o.s.fr. Tí eiga allir partar í landinum, sum hava møguleika til tess, at vera serstakliga vakin um hvørt einasta signal – innanlands og uttanlands – sum kann geva eina ábending um gongdar leiðir og geva slíkum prosjektum eina bøtandi hond á leiðini. Mín varhugi í dag er, at breitt í føroysku tjóðini er aftur vilji til slíka dugnandi atferð. Mynd 2 Handverkarar skulu nýta feittstift Umframt hjálm, trygdarskógvar og oyravernd, verður feittstift skjótt eisini vanlig útgerð á donskum byggiplássum. Orsøkin er, at ein kanning hjá Kræftens Bekæmpelse vísir, at byggiarbeiðarar, sum arbeiða uttandura, eru í tvífalt so stórum vanda fyri at fáa krabbamein í varrarnar, sum onnur. Hetta kemst av ultraviolettu geislunum frá sólini. Til tess at fyribyrgja krabbameini í varrunum, mælir Kræftens Bekæmpelse til at nýta feittstift við høgari sólverju. Í hesum sambandi skipar danska arbeiðsumhvørvisráðið fyri einum átaki, sum skal varpa ljós á henda vandan. Endamálið við átakinum er at fáa feittstift til at vera ein sjálvsagdan lut í neyðugu trygdarútgerðini hjá handverkarum. Átakið er júst byrjað og heldur áfram allan junimánað.