Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 104 - 3. juni 2008 tíðindi - Besta gávan tú kanst geva tínum kæru, er at tú sjálv hevur eina góða heilsu, sigur Rosie Swale Pope úr Tenby í Wales, sum í meiri enn fýra og eitt hálvt ár hevur runnið um meginpartin av heiminum HEIMSFERÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo 2. oktober 2003 steig Rosie Swale Pope út um gáttina og byrjaði eina ferð runt knøttin. Dagurin var hennara 57. føðingardagur, og 25. august rennur hon seinasta teinin til hon at enda stígur inn um ta gátt, hon tá fyri næstan fimm árum síðani trein út um. Hon rann frá Tenby í Wal­ es til Ermasund, har hon tók ferjuna yvir um til Hol­ land, síðani gjøgnum Týsk­ land til Moskva, og haðani framvið Trans Siberiska jarnbreytarutuni. Leiðin gekk so til Berings Strætið, Alaska, USA, Kanada Grøn­ land, Ísland og nú Føroyar. 26. juni fer Rosie Swale Pope við Norrönu til Skot­ lands, og síðani skal hon renna gjøgnum Skotland og Ongland, yvir um til Írlands, áðrenn leiðin at enda gongur til Wales og Tenby. Rosie Swale Pope hevur siglt nógv sum yngri. Hon hevur eitt nú siglt heilt til Australia við familjuni og rundað Cap Horn á leiðini út og heim. Hon hevur somuleiðis siglt einsamøll tvørtur um Atlantshavið í einum 17 fót stórum báti. ­ Tað hugtakandi við at sigla eru trøini og fjøllini, bygdirnar og býirnir, andlit, fólk. Tað hevur fingið meg at vilja kanna landøkið eis­ ini, sigur Rosie Swale Pope. Hon byrjaði at renna maraton, og tá hon meldaði seg til Sahara Maraton, mátti hon venja seg við at renna við ryggsekki, tí tað var eitt krav, at luttakararnir høvdu alt, teimum nýttist til maratonnið, í einum rygg­ sekki, so sum matur og drekka. Hetta førdi við sær, at Rosie byrjaði at nýta frítíð­ ina at renna. Eitt nú hevur hon runnið gjøgnum Polen. Tá so maður hennara doyði av krabbameini í bløruháls­ kertlinum, vildi hon fegin gera vart við sjúkuna krabba­ mein, og hon setti sær tí fyri, at renna kring allan knøttin. Møtt øllum slags fólki Leiðin hevur gingið sum omanfyri nevnt og sum tað eisini sæst av kortinum her á síðuni. ­ Eg havi á ferð mínari møtt øllum sløgum av fólki. Eg havi møtt drápsmonnum og biddarum, men mínar royndir eru, at ert tú fólkalig við teir, eru teir eisini fólka­ ligir móti tær, sigur Rosie Swale Pope. Føroyingum og Føroyum letur hon stak væl at. ­ Tit mugu hava gjørt eitt­ hvørt undurfult í einum fyrra lívi, at Gud hevur loyvt tykkum at gerast før­ oyingar, sigur Rosie Swale Pope. Túrurin hevur verið strævin, sum vera man. ­ Eg havi havt frostbit í Alaska og brotið riv fleiri ferðir. Men lívið her í Før­ oyum er eitt satt paradís, sigur Rosie Swale Pope. Hon rósar føroyingum óført fyri teirra gestablídni, og hon heldur, at alt her er heilt framúr. Tað er bert eitt, sum hon heldur dregur niður. ­ Tað kostar so nógv at tosa í telefon. Men burtur­ sæð frá tí er tað eitt reint par­ adís at vera her, sigur hon. Hon letur ógvuliga væl at øllum og heitir staðiliga á greinskrivaran um at takka Andreas, ið er umsjónar­ maður á kampingplássinum Yviri við Strond. Somu­ leiðis vil hon takka so myri­ liga, at tey vóru so beinasom móti henni á Hotel Hafnia at hon slapp at ringja heim haðani. Somuleiðis rósar hon Smyril Line fyri óføra tænastu. Eisini Kunningarstovan í Havn fær nøkur vinarlig orð við á vegnum. Bjóðar seg fram Rosie Swale Pope er upp­ runaliga blaðkvinna og hon hevur skrivað fimm bøkur. Ætlanin er eisini, at hon skal skriva eina bók um ferðina kring knøttin, og til tess at savna tilfar, hevur hon higartil skrivað upp í 59 dagbøkur, har eisini und­ irritaði hevur skrivað henni eina heilsan við á vegnum. Men høvuðsendamálið hjá henni er at gera vart við herviligu sjúkuna krabba­ mein, og tí er eisini ein stór uppgáva hjá henni at fáa boðskapin út gjøgnum teir miðlar, har hon rennur ígjøgnum. Ein onnur kelda til íblást­ ur eru tær vitjanir, sum heimasíða hennara fær frá fólki, sum fylgja henni á ferðini. ­ Skrivið endaliga til mín. Sjálvt um eg ikki kom her fyrr enn fríggjadagin, hava longu fleiri føroyingar skriva til mín, sigur Rosie Swale Pope. Hon sigur eisini, at eru tað nakrir felagsskapir ella onnur áhugað, so stillar hon fegin upp til ein fyrilestur um ferð sína og um at fyri­ byrgja krabbameini. So er tann heilsanin farin til eitt nú Føroyafelag móti Krabba­ meini. ­ Trupulleikarnir hvørva ikki, uttan at tú konfronterar teir og berjist móti teimum. Og tað besta tú kanst geva tínum kæri, er at tú hevur eina góða heilsu, sigur Rosie Swale Pope. Hon roynir at fáa fólk at lata peningagávur til krabba­ meinsfeløg og gransking, men sjálv hevur hon ongan beinleiðis sponsor. ­ Eg livi av pengum, eg hevði spart mær upp. Og so skrivi eg frá ferðini fyri Runner’s World, so tú kann á ein hátt siga, at teir spon­ sorera meg, sigur Rosie Swale Pope. Sum nevnt skal hon skriva eina bók um ferðina hjá sær, og hon heldur tað vera eitt gott høvi at byrja, nú hon kortini ikki sleppur víðari fyrr enn 26. juni. Eg kann so við góðari samvitsku siga, at ferðin hevur givið mær nógv størri upplivingar, enn eg hevði væntað, sigur Rosie Swale Pope, sum býr á kamping­ plássinum Yviri við Strond, har hon sigur seg ikki hava búð á kampingplássi við fleiri facilitetum. Góð heilsa er besta gávan Tað er ikki bara sum at siga tað, at renna kring allan knøttin Mynd: Jens Kristian Vang