Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 104 - 3. juni 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Mourinho hevur skrivað undir hjá Inter The Special One skal nú standa á odda fyri trífaldu italsku meistarunum Fótbóltur Heri Simonsen hersim@sosialurin.fo Á tíðindafundi í dag varð José Mourinho kunngjørd­ ur, sum nýggi venjarin hjá italsku meistarunum, Inter Milan. Inter Milan boðar frá at portugisin hevur skri­ vað undir ein trý­ára sátt­ mála við Inter, og kemur Mourinho at arbeiða sam­ an við Rui Farias, Silvino og Andrei Villas Boas. Hjálparvenjari verður Giu­ seppe Baresi. Farias, Silvino og Boas vóru allir partar av bakland­ inum hjá José Mourinho, tá hann var venjari hjá Chelsea. Mourinho vann UEFA­Cup og Champions League við Porto, og vann enska meistaraheitið tvær ferðir við Chelsea. Hughes møguliga til Manchester City? Blackburn hevur givið Mark Hughes loyvi at samráðast við Manchester City Fótbóltur Heri Simonsen hersim@sosialurin.fo Felagið hjá Gunnari Niel­ sen, Blackburn Rovers má helst finna sær ein nýggjan venjara. Venjarin tey sein­ astu 3 1/2 árini, walisiski Mark Hughes fer at byrja samráðingar við Manchest­ er City. Stýrið í Blackburn hevur givið Hughes loyvið at hava samráðingar við Manchester City. Meðan Hughes hevur verið venj­ ari hjá Blackburn hava teir tvær ferðir verið í FA­Cup hálvfinaluna, og tvær ferðir hava teir rokkið UEFA­cup kappingini við góðum endastøðum í Premier League. Mark Hughes hevur eisini verið nevndur millum nøvnini til tann heita venjarasessin í Chelsea. Fyri fyrstu ferð nakrantíð fara fýra teir bestu føroysku telvararnir at luttaka á olympiaduni, sum í november verður í Týsklandi talv Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður stinnasta lands­ liðið nakrantíð, sum fer at umboða Føroyar á talv­ olympiaduni, tá ið hon verður í Dresden í Týsklandi í døgunum 12. til 25. nov­ ember. Ongantíð áður hava fýra teir stinnastu føroysku telv­ ararnir luttikið í olympisku kappingini í senn. Tað fara teir hesa ferð. Merkisvert er eisini, at tríggir teirra eru altjóða meistarar ella IM’­ arar, sum tað plagar at verða nevnt. Føroyska talvlandsliðið verður mannað við IM Helga Dam Ziska, IM John Arna Nilssen, IM John Rød­ gaard, FM Heina Olsen og Jóan Hendrik Andreasen. Hesin seinast nevndi fer at luttaka í talvolympiaduni fyri fyrstu ferð. Ellivu umfør verða á skránni í Dresden, og í hvørjum umfari fara fýra telvarar at luttaka, veit Talv­ samband Føroya at siga á heimasíðu síni. Besta fólkið nakrantíð Fyri fyrstu ferð kunnu Føroyar stilla upp við trimum IM-telvarum á liðnum, ta talv-OL verður í Týsklandi í heyst - Í dystinum í Íslandi lótu vit mótstøðuliðið fáa trý mál, hóast málmøguleikarnir ikki vóru serliga stórir. Tað er ikki nóg gott, sigur Jógvan Martin Olsen, lands- liðsvenjari Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo ­ Tað, sum hevur týdning, er at fáa okkara spæl at rigga. Føroyski landsliðshópur­ in kom seinnapartin í dag til Estlands, har venjingar­ dystur verður á skránni mikukvøldið. Við heimasíð­ una hjá Fótbóltssambandin­ um, fsf.fo, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenj­ ari, at føroyska liðið skal betra seg í verjustøðu. ­ Avbjóðingin er at fáa verjupartin at rigga betur. Í dystinum í Íslandi lótu vit mótstøðuliðið fáa trý mál, hóast málmøguleikarnir ikki vóru serliga stórir. Tað er ikki nóg gott, og tí skal hetta fáast upp á pláss. Upp­ gávan hjá okkum er eisini at halda fast við teir góðu tendensirnar í framrættaða spælinum, og helst skulu vit fáa mál burtur úr møgu­ leikunum, sum vit skapa, sigur landsliðsvenjarin. Dysturin mikukvøldið verður tann fimti í røðini millum Estland og Føroyar. Tvær ferðir hava vit fingið javnleik, og tvær ferðir er Estland enda omaná. ­ Estland hevur eitt lið, ið er eitt vet betri enn vit. Eg vildi mett, at teir eru á nøkulunda sama støði sum Ísland, sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. Dysturin verður leiktur mikukvøldið 4. juni í estiska høvuðsstaðnjum, Tallin. Bríksla verður í gongd á A. Le Coq Arena leikvøllinum klokkan 19.00 lokala tíð. Verjan skal standa sína roynd Sum vant er tað verjuparturin, sum størsti denturin verður lagdur á, nú føroyska landsliðið fyrireikar seg til uppgávuna móti Estlandi í annaðkvøld