Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 104 - 3. juni 2008 ] Vantandi vestur kostar bót Drekin skrivar á heimasíðu sínari, at Vaktar- og Bjarg- ingartænasta nú hevur heimild til at skriva út bót, um komið verður fram á kappróðrarbátar, har manningin ikki nýtir bjargingarvest. Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismað- ur, hevur sett í gildi lógina, sum áleggur rógvara uttan vest at gjalda bót á 1.000 kr. Bótin er persónlig, og eigur tí ikki at gjaldast av felagnum. Um neyðugt kann rógvari pantast, um bótin ikki verður goldin. Finaludagur leygardagin Steypafinalurnar í yngru deildum verða spældar á niðara vølli í Gundadali nú leygardagin. Fyrsti dysturin er klokkan 10, tá smágentur hjá HB og KÍ dystast um Niels L. Arge steypið. Klokkan 12 spæla smádreingirnir hjá NSÍ og VB/TB um Cad- bury steypið. Í gentudeildini er finalan millum KÍ og B68/NSÍ, og byrjar tær klokkan 14. Seinasta finalan verður klokkan 16, tá dreingjaliðini hjá HB og B36 spæla um blaðberarasteypið. Annan mikudag er unglingafinalan á skránni, og annan leygardag spæla bestu kvinnu- og mansliðini sínar finalur. Miðverjuskansin hjá italsku heims­ meistarunum er fekk skaða undir venjing, og verður ikki at síggja í EM­ endaspælinum Fótbóltur Heri Simonsen hersim@sosialurin.fo Tað leyp stórur hvøkkur á italska EM-hópin, tá ið Fabio Cannavaro undir venjing í gjár meiddi seg so illa, at hann mátti ber- ast av vøllinum. Miðverju- skansin úr Real Madrid brast saman við Giorgio Chiellini, og fyribils kann- ingar vísa, at ein liður í fót- inum er somikið illa skadd- ur, at ein skurðviðgerð møguliga verður neyðug. Uttan iva ein dyggur smeitur fyri italska venjar- an, Roberto Donadoni, sum nú hevur sent boð eft- ir Alessandro Gamberini úr Fiorentina. Italia spælir sín fyrsta dyst í ársins EM-enda- spæli mánadagin í kom- andi viku, tá ið teir kl.19.45 møta Hollandi. Josef Hickersberger er ivaleysur í, at Eyst­ urríki kemur í EM­ fjórðingsfinaluna Fótbóltur Heri Simonsen hersim@sosialurin.fo Venjarin hjá Eysturríkska fótbóltslandsliðnum hevur meldað hart út áðrenn EM-endaspælið í Sveis og Eysturríki, sum byrjar nú leygardagin. - Vit hava sett okkum eitt stórt mál, vit ætla at koma í fjórðingsfinaluna. Eg eri vorðin nógv meira bjartskygdur. Okkum nýt- ist ikki at fara til eina vedd- ingarfyritøku fyri at finna út av, at Týskland, Kroatia og Pólland eru favorittar til at vinna á okkum, men vit hava heimavallar-fyri- munin, og tað gevur okk- um ein góðan møguleika at vinna stig.” Eysturríki, sum er nr. 101 á FIFA- styrkislistanum er á papp- írinum tað klárt veikasta liðið, sum tekur lut í EM- endaspælinum, so evrope- iskir fótbóltsserfrøðingar eru ikki samdir við Josef Hickersberger. Hickersberger trýr upp á møguleikan Cannavaro ikki við til EM Tað kemur illa við hjá Italia, at liðskiparin og sterki verjuskansin neyvan verður partur av EM-hópinum Mynd: Polfoto/AP Í alt tóku 36 báts­ manningar – harav 8 barnamanningar – lut í kappróðrinum á várfagnaðinum á Strondum leygar­ dagin Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hjá fleiri bátum var stevnan á Strondum seinasta styrkis- royndin undan norðoya- stevnuni, sum verður í Klaksvík um vikuskiftið. Og tó at talan fyri tað nógva var um javnar róðrar, so vóru í nøkrum greiðar ábendingar um, hvør bátur- in er tann, sum skal takast, um nøkur vón skal verða um gull á nakrari stevnu. Soleiðis hevði Havfrúgvin mest sum framsýningarróð- ur í dreingjaróðrinum, har munurin aftur til næsta bát- in var heili 10 sekund. Tað er ein munur, sum verður sera trupul at taka aft- ur hjá hinum bátunum longu á norðoyastevnu, men í øðr- um bátastøddum er kapping- in millum fremstu manning- arnar sera hørð. Ikki minst hjá 6-mannaførum við monn- um, har Sundabáturin, Tvøra- báturin og Riddarin allir tykjast vera væl fyri. Stóri spurningurin í ár hev- ur verið, hvussu lagna verð- ur hjá 10-mannaførunum. Til FM-stevnurnar er áhugin nú kortini somikið stórur, at talan verður um kappróður, men á Strondum var eingin 10-mannafarsróður. Og held- ur ikki var nakar róður hjá 6-mannaførum við kvinnum. Ein bátastødd, har luttøkan hevur verið lítil seinnu árini, og har Jarnbardur hevur verið í flokki fyri seg. Styrkisroynd á Strondum Hjá kvinnunum var Sílið fyrsti báturin á málið. Á myndini síggjast Sílið og Frúgvin kappast um odasessin. Teistin er báturin, sum fremst í myndini Úrslitini 5-mannafør dreingir Nr. Bátur Tíð 1 Havfrúgvin 05:18,06 2 Tjaldrið 05:28,19 3 Teistin 05:31,19 4 Katla 05:33,07 5 Blikur 05:33,17 6 Strípan 05:36,16 5-mannafør gentur 1 Drekin 05:35,21 2 Junkarin 05:38,12 3 Blikur 05:41,20 4 Jallurin 05:45,19 5 Firvaldur 05:50,04 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 05:31,24 2 Frúgvin 05:33,24 3 Báran 05:38,13 4 Erla Kongsdóttir 05:42,19 5 Teistin 05:46,13 6 Katla 05:48,00 7 Ritan 05:49,19 8 Havfrúgvin 05:59,18 5-mannafør, dreingir (barnaróður) 1 Teistin 02:40,21 2 Jallurin 02:46,10 3 Blikur 02:51,09 6-mannafør, menn 1 Sundabáturin 07:48,11 2 Tvørabáturin 07:49,09 3 Riddarin 07:52,01 4 Gongurólvur 08:01,12 5 Lómur 08:03,04 6 Rádni 08:10,08 5-mannafør, gentur (barnaróður) 1 Ørnin 02:39,13 2 Frúgvin 02:43,12 3 Tjaldrið 02:49,14 4 Teistin 02:49,17 5 Títlingur 02:53,22 8-mannafør 1 Heiðabáturin 07:16,20 2 Argjabáturin 07:20,05 3 Knørrur 07:28,04 Talan var um sera spennandi 6-mannafarsróður hjá monnum. Sundabáturin átti tó munin framman fyri Tvørabátin og