Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 104 - 3. juni 2008 lýsingar 27 LÆRARASTØRV í Vestmanna Skúla lýst leys til setanar frá 1. august 2008. Søkt verður eftir 5 lærarum, einum í føstum fulltíðarstarvi, trimum í tíðaravmarkaðum full- tíðarstarvi og einum í tíðaravmarkaðum parttíð- arstarvi , (um 20 tímar/vikuna) • fyri eftirløntan lærara, lærarar í farloyvi, lækkað tímatal, stuðulstímar og avlopstímar Søkt verður eftir lærarum, sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru fyrikomandi • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum Harumframt skulu lærararnir hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum/ lærugreinaøkjum: • ítrótt og svimjing, dreingir • føroyskt, týskt, enskt og danskt • náttúru/tøkni, alisfrøði og evnafrøði • træ- og jarnsmíð og motorlæru • tónleik, heimkunnleika, handverk og list • kristni, søgu og samtíð • námsfrøðiligar stuðulstímar • tímar vegna serligan tørv og standa fyri lesi- og rokniroyndum • vera flokslærarar Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkj- um. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tó kunnu læraralesandi, ið lúka prógv í summar, eisini søkja størvini. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er Vestmanna Skúli. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum við- víkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam- bært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Tíðaravmarkaðu størvini verða sett fyri skúlaárið 2008 - 2009. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. juni 2008, kl. 16.00. Fleiri upplýsingar um størvini fært tú við at ringja til Vestmanna Skúla tlf. 470100, fartlf. 230100, til varaskúlastjóran fartlf. 230101 ella við at senda teldupost til skúlastjóran olavur.winther@skulin.fo Vestmanna Skúli Toftavegur 12 · FO - 350 Vestmanna · Føroyar Tlf. 470100 · Fax: 470101 · vestmanna@skulin.fo Vestmanna Skúli hevur komandi skúlaár umleið 192 næmingar og um 22 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/. Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næm- ingavinarligur og grønur skúli. Skúlin arbeiðir í løtuni við hesum evnum: at menna trivnaðin, byrjanarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið og at geva næmingunum fjølbroyttar avbjóðingar. LÆRARAR TIL KOLLAFJARÐAR SKÚLA Í Kollafarðar skúla eru hesi størv leys at søkja: Søkt verður eftir: • Einum lærara til fast starv. • Tveimum – møguliga trimum – lærarum í tíðar- avmarkað starv skúlaárið 2008/2009 vegna niðursett tímatal og avlopstímar. Síðsta starvið er parttíðarstarv, og tímatalið til hetta starvið verður endaliga ásett 1. sept. 2008. Størvini verða sáttmálasett – tó verður fasta starvið tænastumannasett, um viðkomandi er tænastumannasettur frammanundan. Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár uml. 135 næmingar í 1. til 9. flokki. 17 lærarar starvast í skúlanum. Kollafjarðar skúli er ein eitt-sporaður skúli við 9 árgangum. Vit arbeiða í trimum deildum við einum læraratoymi í hvørjari deild. Býtt er soleiðis: 1.-3. flokkur, 4.-6. flokkur og 7.-9. flokkur. Vit arbeiða støðugt við at menna skúlan, og vit sóknast eftir lærarum, ið eru eldhugaðir, samarbeiðshugaðir og fakliga dugnaligir. Vit hava ein lærarahóp, ið røkkur fakliga víða. Vit hava brúk fyri at seta lærarar við ymiskum førleikum. Eisini er tørvur á einum lærara, ið kann átaka sær at vera telduvørður. Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, verður at senda til: Kollafjarðar skúla Botnavegur 2 FO-410 Kollafjørður í seinasta lagi týsdagin 17. juni 2008 kl. 12.00. Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlastjóran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella 22 14 07 ella á teldupostbústaði karin.hammer@ skulin.fo Hús til sølu Um hóskandi boð fæst, verður íbúð seld á Berjabrekku 37 Ringið 322524 Námsfrøðingur til Barnagarðin á Gásamýri Hevur tú hug til at arbeiða í lítlum, hugnaligum barnagarði, so er tað tær, vit leita eftir. Barna- garðurin á Gásamýri er ætlaður 26 børnum i aldrinum 4-6 ár. Eftir ætlan letur nýggjur stovnur upp á sumri 2009 Søkt verður eftir námsfrøðingi, 30 t viku, at byrja 01.08.08 ella eftir nærri avtalu. Vit ynskja at tú hevur umsorgan fyri børnum. Ert virkin og nýhugsandi. Hevur evni at samstarva við foreldur og starvsfólk, samstundis sum tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. At tú vilt vera við til at skapa ein føldbroyttan, tryggan og mennandi dag saman við børnunum. Hevur fakliga vitan, ið er við til at menna stovnin, og at tú sært fyrimunir framum vansar. Vit eru ein stovnur í menning og kunnu bjóða tær eitt áhugavert og spennandi starv, saman við fittum og virknum børnum og góðum starvs- feløgum. Har tú ert við til at mynda tað dagliga arbeiðið og gerandisdagin hjá børnunum og har tú hevur ávirkan. Setanartreytir Starvið er lønt á lønastig 11-18 , eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sigvør Gregersen , leiðara á tlf 743325 Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum skulu vera stovninum í hendi innan 11. juni 2008 Leirvíkar Kommuna Postboks 42 · 520 Leirvik