týsdagur 3. juni 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 104 - 3. juni 2008
lýsingar
Sølufólk/Lærlingur
til Málingahandilin í Havn
Søgt verður her eftir Sløufólki/lærlingi til
Málingahandilin við landavegin í Havn.
Hevur tú hug at selja máling, tapet, persiennur
o.a?
So er tað møguliga tær vit leita eftir.
Málingahandilin søkir eftir lærlingi ella sølu-
fólki at byrja skjótast tilberð.
Vit hava selt máling síðan 1962, og ætla at
selja máling í nógv ár enn.
Fyrimunur er um tú hevur royndir við máling
og koyrikort til persónbil.
Krav til at blíva lærlingur er at tú hevur FHS
útbúgving.
Eru spurningar, so eru tygum altíð vælkomin
at ringja 313825 og spyrja eftir Helga á
Reynatrøð.
Málingahandilin við landavegin. Tlf 313825
Litaval P/F · Box 1019 · 100 Tórshavn
Lærarastørv
í Fuglafjarðar skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar:
• 4 lærarar í tíðaravmarkað starv skúla-
árið 2008/2009 fyri lærarar í farloyvi,
lækkað tímatal og serligan tørv.
• 1 lærari í tíðaravmarkað starv frá
1. sept. og alt skúlaárið 2008/2009
fyri lærara, ið fer frá við eftirløn.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi
við lærarar skúlans skulu undirvísa og
taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum
eru í skúlanum
• eru stundisligir og nærlagdir
Førleikakrøv:
Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu
hava læraraútbúgving og linjulestur ella
samsvarandi førleika í ávísum lærugreinum
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett
størv, uttan so, at tann, sum settur verður,
er tænastumannasettur lærari
frammanundan.
Tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu lærara-
størvunum verður ikki endaliga ásett fyrr
enn 1. september 2008.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjar-
málaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4
Umsóknir
Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera
skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 16. juni kl. 10.
Nærri kunning um størvini fæst við at ringja
til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 737761.
Eisini ber til at senda teldupost til
skúlastjóran: suni@ffs.fo
Fuglafjarðar skúli
Postboks 9 · FO-530 Fuglafjørður · Tlf. 737760
Fuglafjarðar skúli hevur komandi skúlaár umleið 290 næm-
ingar í 16 flokkum, og her koma at starvast 34 fólk. Áhugaði
kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo
Lýsing eftir
dagrøktarum
Søkt verður eftir dagrøktarum til kommunalu
dagrøktina í Fuglafjarðar kommunu at byrja
tann 15. august 2008.
Í dagrøktini í Fuglafirði arbeiða 8 dagrøkt-
arar.
Spælistova er knýtt at dagrøktini. Í dagrøktini
ganga 40 børn, í aldrinum 0 – 7 ár.
Ein treyt fyri at søkja starvið er, at dagrøkt-
arheimið skal verða barnavinarligt innrættað,
har rúm er til børnini at spæla, og at eitt
hóskandi trygt spæliøki er uttanfyri.
Vit vænta at tú:
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• hevur hug at skapa ein tryggan og
mennandi gerandisdag, við virðing og
umsorgan fyri tí einstaka barninum.
Lønin verður ásett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya fyri dagrøktarar.
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at
ringja til Eyðgerð A. Petersen, dagrøktarleið-
ara á telefon 73 77 94, ella sosialdeildarleiðaran
á telefon 73 77 56.
Møguligar umsókinir, ið skulu verða skrivligar,
skulu verða Fuglafjarðar kommunu, Postboks
30, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi
leygardagin tann 14. juni 2008.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum
innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjarðar
Kommuna