mikudagur 4. juni 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 105 - 4. juni 2008
Hóskvøldið fer finski
savnsleiðarin Toimi
Jaatinen at halda fyri
lestur í Býráðshøllini í
Klaksvík við heitinum
Tann Skapandi
Tammerfors:
Hvussu kunnu
vinnan og mentan
stuðla hvørjum
øðrum?
Útbúgving og
mentan
Fyrilesturin hjá Jaatinen
tekur støði í nógva virk
seminum
í
og
kring
Tammerfors.
Grøni og lívsfúsi Tammer
fors verður mettur at verða
millum fremstu kongress
ferðamanna og mentanar
býum í Norðurlondum. Eini
15000 fólk koma árliga á
tær á leið 30 kongressirnar
í Tammerfors.
Burtursæð frá Helsinki,
er Tammerfors størsti lestr
arbýur í Finlandi. Á teimum
fimm fróðskaparsetrunum
eru 34000 lesandi. Av teim
um 300.000 íbúgvunum í
økinum, hava 26,5 prosent
eina universitetsútbúgving.
Sostatt eigur Finland flest
høgt
útbúgvin
fólk
í
Norðurlondum
Tammerfors er eisini ein
av
undangongubýunum
innan gransking. Á gransk
ingardeplinum
í
býnum
hava tey millum annað
serkunnað seg um heilsu
og biotøkni eins og innan
kunning og samskifti.
Sum mentanarbýur er
Tammerfors errin av sínum
orkestri, Tammerfors fil
harmoniska orkestur, eins
og av teimum rættiliga
nógvu
leikhúsunum
og
gripagoymslunum.
Fyrilesturin hjá Toimi
Jaatinen verður at hoyra í
býráðshøllini í Klaksvík
hóskvøldið klokkan 19.30
ave
Fyrilestur í Klaksvík um Tammerfors
Finski býurin,
Tammerfors, er ein av
undangongubýunum í
Norðurlondum, tá tað
ræður um útbúgving,
gransking og mentan
Finnur ikki Grønland
Tað ljóðar ikki sørt løgið, men sambært danska
umhvørvismálaráðharranum, Troels Lund
Poulsen, vita danskir myndugleikar ikki, hvar
Grønland er. Frágreiðingin er, at tey grønlend
sku sjókortini eru ikki nóg neyv og vísa als
ikki veruleikan. Troels Lund Poulsen sigur við
Berlingske Tidende, at onkunstaðni er strondin
á kortinum heilar 30 kilometrar við síðuna av
veruleikanum. Nú verða nýggj kort teknað við
hjálp av GPSskipanini.
Dani horvin úr báti
Ein 67 ára gamal dani, sum var á veg tvørtur um
Atlantshavið við selgskipinum "Holo Ki Ki", er
eftir øllum at døma dottin út og druknaður á leiðini
við Bahamas. Tann 25. mai varnaðist ein fiskimað
ur seglskipið, og tá hann ikki dugdi at síggja nakað
fólk umborð, boðaði hann myndugleikunum frá.
Amerikanska sjóverjan fór at leita, men maðurin
var ikki at finna. Havleiðin við Bahamas er tiltikin
fyri tann nógva hávin, sum heldur til har.
14. juli í fjør fekk
føroyska Helena
Jacobsen sítt lívs
upplivilsi, tá hon
mitt í einari Bryan
Adams konsert sang
duett við heimskenda
kanadiumanninum
KONSERT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá Helena Jacobsen í fjør
frætti, at Bryan Adams
skuldi halda konsert á
Malta júst um ta tíðina, tá
hon skuldi verða á oynni í
feriu, gjørdi hon skjótt av
og keypti sær eitt sonevnt
VIPatgongumerki.
Tað
merkir í stuttum tað, at tú
sleppur at standa fremst til
konsertina.
Hetta var ein stór
konsert, eini 70.000 fólk.
Seld vórðu eini 2000 VIP
atgongumerki,
og
tey
kostaðu einar 600 krónur,
sum vit føroyingar jú væl
hava ráð til. Vanligu atgongu
merkini kostaðu um 200
krónur sum er meiri hóskiligt
fyri
vanliga
maltesaran,
sigur Helena Jacobsen.
Tey gjørdu av at fara til
konsertina í góðari tíð. Tað
var ikki bara sum at siga
tað at standa í bíðirøð í 45
gradum hita, so tey skiftust
um at fara úr bíðirøðini at
leska sær á.
Tað vóu tveir pallar á
konsertøkinum. Annar stóð
mitt á økinum, og Bryan
Adams byrjaði har. Hetta
var helst fyri at tey, sum
ikki høvdu VIPatgongu
merki, eisini skuldu hava
ein møguleika at koma
rímiliga nær hesi heims
stjørnuni,
sigur
Helena
Jacobsen.
Bryan Adams sang einar
tveirtríggjar
sangir
á
miðpallinum,
og
síðani
flutti hann seg yvir á
høvuðspallin – mitt gjøgn
um mannamúgvuna, bert
vardur av bodyguardum.
Eg hevði sett taskuna
frá mær á eitt trapputrin, og
hann kom beint framvið
mær. Í tí hann kemur
framvið, verði eg skumpað
og eri um at detta. Tá tók
hann í meg og hálaði meg
upp aftur, og áðrenn eg visti
av, stóðu vit og sungu duett
saman,
greiddi
Helena
Jacobsen frá á Rás2 í morg
un.
Tíðin hvarv
Sjálvsagt var alt ferðalagið
hjá Helenu púra ovfarið av
hesum, og táverandi sjeik
urin og núverandi maður
Helenu royndi til fánýtis at
fáa myndir av teimum
báðum, meðan tey sungu
duett saman.
Tað kendist, sum sungu
vit saman í fimm sekund,
men tað hevur verið væl
longri, tí vit sungu tvey
ørindi saman, sigur Helena
Jacobsen, sum ikki minnist,
hvør sangurin var, tey
sungu saman.
Eingin av okkum minn
ist sangir, men eg ørminnist
nakað um, at tað var
»Somebody«, sigur Helena
Jacobsen.
Hon verður eisini upp á
pláss til konsertina í kvøld,
og hon ætlar sær eisini at
standa fremst, men um hon
enn einaferð sleppur at
syngja duett saman við
Bryan Adams, ivast hon eitt
sindur í.
Hon sigur tó, at Bryan
Adams er ein stórur per
formari, sum veruliga dugir
at fáa áhoyrararnar við.
Hann tók eisini eina
maltesiska gentu upp á
pallin at syngja saman við
sær, so tað kann verða, at
onkur sleppur á pall við
honum í kvøld.
Ráðini í fjør vóru at fara
í skríggjandi klæðir, tí tá
skiltist mann burtur úr
mongdini. Trupulleikin var
bert tann, at tað høvdu øll
gjørt og tað var bara ein
genta, sum var í hvítum, og
tað varð hon, sum bleiv rópt
upp á pallin, sigur Helena
Jacobsen.
Hon gleðir seg annars at
uppliva Bryan Adams á
palli aftur.
Hann sang allar teir
góðu, kendu sangirnir á
konsertini á Malta í fjør, og
tað rokni eg við, at hann
eisini fer at gera í kvøld,
segði
Helena
Jacobsen,
sum altso ætlar sær at møta
í góðari tíð í kvøld, við
Rás2.
Helena Jacobsen sang duett við Bryan Adams til eina konsert á
Malta í fjør
Mynd: Jens Kristian Vang
Adams og Helena sungu duett