Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 4. juni 2008 NORÐOYASTEVNAN 2008 5 ræðandi fyri meg og okkum øll, sigur hon álvarsom. Telji dagarnar Eftir at Joan hevði havt tvey anføll mikudagin 23. apríl, var nóg mikið fyri hesa 16 ára gomlu klaksvíksgentuna. Mamman ringdi hetta kvøldið til Jóngerð Ellings­ gaard í Klaksvík, og sum arbeiðir við kranio­sakralari terapi, fyri at fáa hjálp við anføllunum. Eftir eina viðtalu dagin eftir – altso hósdagin 24. apríl ­ heitti Jóngerð á hana um at fara til tannlæknan og biðja hann um at taka boylarnar av. Úrslitið var, at Joan gjørdi sum hon var biðin: Nú kundu boylar vera boylar! ­ Eg vildi ikki vita av honum longur. Nú var nóg mikið við boylanum og øllum anføllum, sigur hon. Tá Joan so fór aftur til tannlæknan setti hesin henni tann viðkomandi spurningin um, hvussu so fór at verða við arbeiðinum at rætta tenninar upp. ­ Hetta var sjálvandi mítt egna val at sleppa boylunum. Men veitst tú hvat, ­ eg vil heldur hava skeivar tenn, enn øll hesi anføllini! ­ Eg fekk tvey anføll dagin eftir, og aftur eitt náttina til 27. apríl. Hetta var tíbetur tað seinasta anfallið, tí síðani tá havi eg ikki merkt nakað. Joan dámar sera væl at svimja, og bíðar nú spent eftir at svimjihøllin í Klaksvík skal lata uppaftur. ­ Eg telji faktiskt dagarnar, til eg aftur sleppi í høllin »Eftir hetta anfallið sum var fríggjadagin 11. apríl klokkan 12:30, komu tey stormandi. Nú fekk eg brádliga fleiri anføll um dagin« - Eg hugsaði ikki beinanvegin um, at tað kundi vera epilepsi. Var tað tað, so mátti tað bara vera tað, sigur Joan Finnsdóttir Danielsen. Tíbetur varð tað ikki staðfest