mikudagur 4. juni 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 105 - 4. juni 2008
Faroe Petroleum hækkar
lánsavtalu við 250 milliónum
Faroe Petroleum boðar frá, at verandi lánsavtalan við Bank of Scotland,
sum fíggjar leitingarverkætlaninar hjá felagnum í Noregi, er hækkað frá
120 milliónum norskum krónum til 250 milliónir. Í Noregi fáa leitingarfel
øg, sum ikki hava framleiðslu, afturgoldið 78% av leitikostnaðum á norsk
um øki. Sostatt rindar norski landskassin 78% av leitikostnaðunum hjá
Faroe Petroleum í Noreg. Upphæddin verður rindað í desember mánaði í
fylgjandi skattaári. Hesi serligu skattaviðurskiftini vórðu innførd í 2006
fyri at eggja feløgum til at gera meiri íløgur í olju og gassleiting í Noregi.
Sex and the City á Rás2
Hóskvøldið byrjar niðurteljingin til stóra Sex and the City tiltakið á
Rás2. Í tveir tímar setir Rás2 fokus á Sex and the City; bæði sendi
røðina, filmin og sjálvsagt eisini tiltakið á Hálsi. Millum annað kem
ur Barbara Samuelsen, blaðstjóri á Kvinnu, í útvarpsstovuna at siga
okkum alt um tiltakið. Vit hitta eisini Jákup Veyhe, sum skal fram
føra í Høllini á Hálsi. Jeanette Blaasvær, Høgni Mohr og Kristianna
Winther Poulsen koma í útvarpsstovuna at práta um sendingina,
ávirkanina av henni og alheimsgering. Sendingin verður kryddað við
hópin av góðum tónleiki og harumframt verða atgongumerki til til
takið burturlutað. So stilla inn á Rás2 hóskvøldið kl 19.00 og byrja
niðurteljingina saman við okkum. Eydna Skaale er vertur!
Miðflokkurin fer nú at
krevja, at Atlantsflog
heldur uppat at
skeinkja ókeypis fyri
ferðafólki. Magni Arge
sigur, at politikarar
skulu halda fingrarnar
langt vekk
Skeinking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Øll ókeypis skeinking
umborð á flogførunum hjá
Atlantsflogi skal halda upp
at.
Hetta verður nú eitt krav
frá Miðflokkinum, sum er í
samgongu.
Jenis av Rana, formaður í
Miðflokkinum, skilir ikki,
hví Atlantsflog sær tað sum
sína uppgávu at skeinkja
fólk full umborð á flogførun
um, sum hann málber seg.
Hann vísir á, at nú verður
arbeitt við eini ætlan um at
skipa eina tollfrí sølu á flog
vøllinum í Vágum.
Tað hevur Miðflokkurin
onki ímóti, tí vit halda, at
tað fer at gera tað tollfríu
søluna meiri skipaða, enn
hon er í dag.
Men hann vísir eisini sam
stundis á, at tað almenna eig
ur 67% av partabrøvunum í
føroyska flogfelagnum.
Og hann heldur, at so leingi
tað almenna hevur eitt orð at
siga sum eigari í Atlantsflogi,
landsstýrið eisini at seta síni
krøv til felagið.
Hann vísir á, at tollmál
hoyra undir fíggjarmálaráð
ið, har Miðflokkurin hevur
Karsten Hansen sum lands
stýrismann, men Atlantsflog
sjálvt hoyrir undir vinnu
málaráðið, har Bjørt Samu
elsen úr Tjóðveldinum er
landsstýriskvinna.
Og skulu vit ganga við
til at skipa ein tollfría sølu á
flogvøllinum, verður tað
eitt mótkrav frá okkum, at
Atlantsflog gevst við teirri
ókeypis skeinkingini, sum
er umborð á flogførunum,
sigur Jenis av Rana.
Tað verður eitt sjálvsagt
krav frá okkum til eitt púra
logiskt
gerðarbýti
við
Atlantsflogi, at skulu tey
fáa eina tollfría sølu á flog
vøllinum, skulu tey afturfyri
steðga allari ókeypis skeink
ing umborð á flogførunum
hjá felagnum.
Hann sigur, at tað verður
so eitt samskifti, sum skal
takast upp ímillum fíggjar
málaráðið og vinnumála
ráðið og sum skal enda við,
at Atlantsflog gevst við
teirri ókeypis skeinkingini.
Uttanfyri vanligt
vit og skil
Formaðurin í Miðflokkinum
sigur, at flokkurin fer heilt
avgjørt at brúka hendan
møguleikan at tálma rús
drekkanýtsluni í Føroyum.
Taðw hoyrir ongastaðni
heima, at okkara almenna
flogfelag sær tað sum sína
uppgávu at skeinkja fólk
full fyri einki, sigur hann.
Hetta er so langt uttan
fyri alt vanligt vit og skil, at
tað er heilt ótrúligt, at
Atlantsflog ikki sjálvt langt
síðani hevur funnið út av at
steðga hesum virksemin
um.
Og so leingi, Atlantsflog
hevur nakað sum helst sam
band við almennu Føroyar,
fara vit at nýta høvi til at
seta fram krav um, at tann
ókeypis skeinkingin heldur
upp at.
Tað er ongin ivi um, at
hendan ókeypis skeinkingin
økir um brennivínsnýtsluna
og í ringasta føri kann hetta
vera fyrsti spírin, sum leiðir
fólk út í eitt rættiligt mis
brúk, leggur hann afturat.
Tað er mangan ein syrgi
lig sjón at síggja full fólk
umborð á Atlantsflogi og
eg skilji ikki logikkin í
hesum.
Hinvegin dugir hann ikki
at síggja, at politikarar
kunnu forða Atlantsflogi at
selja rúsdrekka.
Er tað nakað, teir vilja
tjena pengar uppá tað, fáa
vit nokk onki gjørt við tað,
men at skeinkja ókeypis
kann ikki sleppa at halda
fram.
Hann sær hetta eisini sum
ein spurning um trygd, tí
skuldi nakað hent, er tað
val ein vansi fyri trygdina,
at ferðafólk eru ávirkað av
rúsdrekka og tískil ikki klár
í høvdinum.
Halda fingrarnar
langt vekk
Magni
Arge,
stjórin
í
Atlantsflogi sigur, at ókeyp
is skeinkingin er ein partur
tænastuni hjá Atlantsflog.
Hetta er ein avgerð, ið
vit taka, sum reka felagið
og hetta er ein avgerð, sum
eitt handilsliga rikið flog
felag hevur tikið.
Hann sigur, at hetta er ein
tænasta, sum Atlantsflog
hevur havt í 20 ár og eg
dugi ikki at síggja nakra
orsøk til at broyta tað.
Politikarar skulu ikki
blanda seg uppí, hvørja tæn
astu, vit veita okkara ferða
fólki, tí tað er ein avgerð,
vit taka, sum reka felagið
og tað skulu politikarar
halda fingrarnar langt vekk
frá, sigur Magni Arge.
Annars leggur hann aft
urat, at hann hevur fult álit
á tí persónliga frælsinum
og at fólk sjálvi eru før fyri
at umsita tað á ábyrgdarfull
an hátt.
Krevja flogfør hjá
Atlantsflog turrløgd
Miðflokkurin fer nú at krevja, at ókeypis skeinkingin umborð á Atlantsflogi skal halda upp at. Vil Atlantsflog hava tollfría sølu á flogvøllinum í Vágum, skulu teir
afturfyri steðga at skeinkja ókeypis fyri ferðafólki, sigur formaðurin í Miðflokkinum