mikudagur 4. juni 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 NORÐOYASTEVNAN 2008 Sosialurin 4. juni 2008
- Tað var ikki fyrrenn
eg slapp av við teir
tríggjar boylarnar
í munninum,
at anføllini og
kramparnir
steðgaðu. Eg byrji
nú at føla meg
trygga, og vóni
ikki at eg fái nakað
anfall aftur, sigur
Joan Finnsdóttir
Danielsen, sum
gongur í 10. flokki
í Klaksvík. Í dag eru
fimm vikur síðani
seinasta epileptiskt-
líknandi anfallið, -
men sum kortini ikki
var epilepsi
SjúkraSøga
Snorri Brend
norri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Klaksvík: - Hetta var simpelt-
hen bara so pínligt!
Mánadagurin 17. mars 2008
skuldi vera ein hugnaligur
dagur fyri foreldrini, beiggjan,
Joan og alla hina familjuna.
Alt var gjørt klárt til føðingar-
dagin hjá yngra beiggjanum,
og fólk sótu við borðið og prát-
aðu saman. Tað var sjálvandi
Joan sum legði fyrst merki til
tað: Hon varnaðist, at hon
gjørdist eitt sindur sløv og føldi
at hini gjørdust so kám og
óskiljandi.
Meðan mamma hennara
stendur við komfýrin og riggar
til borðhaldið, fekk Joan eitt
ógvusligt anfall, mitt meðan
hon hugnar sær saman við
hinum.
- Tá mamma vendi sær ímóti
okkum, sá hon at eg var slongd
í gólvið, mitt millum tveir stólar
og hevði nógvar krampar.
- Hetta var ikki nøkur serliga
góð uppliving til ein føðingar-
dag, tí tú kanst ætla, at vit øll
gjørdust sera kløkk, greiðir
Joan frá.
Í døgunum frá 11. mars til 27.
apríl hevði hon 21 anføll, ofta
fleiri um dagin, so at foreldrini
og onnur óttaðist fyri at hon
hevði fingið herviligu sjúkuna
epilepsi.
Ein ordiligur lætti
Joan er ein fitt og vøkur genta í
Klaksvík. Hon er virkin innan
ítrótt, og spælir fótbólt við tí
lokala felagnum. Men tað er
kortini eitt sum hevur plágað
hana heilt frá barnaskúlanum:
Framtenn hennara eru
rættiliga tættar og lógu tá
mestsum uppi á hvørji aðrari.
Hóast hetta sjónliga tekinið um
ein tannplágu, hevur hon
ongatíð verið argað av skúla-
felagum sínum.
Men tá hon gekk í 5. flokki
varð avgerð tikin um at hon
skuldi fáa ein sokallaðan leysan
boyla. Henda brúkti hon tey
næstu árini, fram til 9. flokk,
mest um náttina, tí hon varð
eitt sindur illa plágað av høvuð-
pínu, tá hon gekk við honum
um dagin.
- Ein dagin segði eg: Stopp.
Nú taki eg altso boylan av. Eg
brúkti so ikki henda boylan í
einar 2-3 mánaðir, og tað var
bara super at sleppa av við
hann. Ja, tað var ein ordiligur
lætti, sigur Joan.
Hinvegin, so visti hon, at
uttan ein slíkan leysan boyla,
gjørdust framtenninar ikki
beinar, og tí fekk hon ísettan
ikki bert ein, men tríggjar fastar
boylar í januar mánaði í ár.
Tað var eftir hetta, at trupul-
leikar hennara av álvara
byrjaðu.
Fekk ikki luft
Bert ein mánað eftir, at hon
fekk boylarnar settar í, merkti
hon til fyrstu álvarsomu avleið-
ingarnar av hesum. Høvuðpína
var ein avleiðing, men verri var
við andadráttinum.
- Eg føldi tað akkurát sum um
eg ikki fekk andað. Eg segði tað
við babba, at luftrørið føldist so
smalt at anda ígjøgnum, greiðir
Joan frá.
Eingin visti, hvat orsøkin var
til hetta ella hvat hetta var. Hon
tók nakrar panodil fyri at linna
pínuna, men hetta hjálpti einki.
Ein onnur fylgja av hesum
var, at hon megnaði ikki at
konsentrera seg um tað sum
fór fram í skúlanum.
- Vit hugsaðu øll, at tað var
epilepsi. Tað er í familjuni -
omma mín hevur tað og eitt
systkinabarn. Omma mín
segði, at tað líktist tí hjá henni.
Munurin var bert tann, at eg
ikki var móð aftaná, greiðir
Joan frá.
Men tann dagurin sum stend-
ur greiðast í minni hennara
man vera týsdagurin 11. mars.
Henda dagin hevði Joan verið
til páskaroynd í skúlanum.
Einki samband
Eftir lokna roynd fór hon á gátt
hjá sjeikinum, hóast hon bæði
føldi seg móða, lina og illa fyri.
Tá farið var um nátturðatíð,
avgjørdi hon at fáa sær ein
blund.
- Eg steinsovnaði, men løtu
seinni byrjaði eg at fáa
krampar. Roynt var at vekja
meg, men tað var til onga
nyttu. Einki samband fekst við
meg, greiðir Joan álvarsom frá.
Tá hon umsíðir vaknaði,
hevði hon sera ilt í høvdinum,
men fór tó á føtur. Men møðin
var kortini so stór, at hon fór
aftur til songar. Løtu seinnu
kom næsta anfallið.
- Eg hevði ikki ánilsi av, hvat
tað kundi vera, men eg visti
bara, at hetta var nakað sum
eg ikki hevði havt áðrenn.
- Dagin eftir fekk eg eisini eitt
anfall, og nú skilti eg at hetta
var álvarsamt, sigur Joan.
Mitt á vøllinum
Dagin eftir – hósdagin – fóru
tey til lækna, og hann segði at
hetta ljóðaði sum epilepsi.
Hann sendi hana síðani til
víðari kanningar hjá serlækna á
Landssjúkrahúsinum.
Fýra dagar seinni kom næsta
anfallið, - í roynd og veru sama
dag sum beiggi hennara hevði
føðingardag.
Joan er íðin ítróttakvinna og
spælir við gentum 14-17 ár hjá
KÍ. Ein dagin tær vandu, fekk
hon eitt anfall mitt á vøllinum.
- Eg datt niður, men reisti
meg uppaftur lítla løtu seinni
og spældi víðari sum um einki
var hent. Hini vistu av tí, so her
var eingin panikkur!, sigur
Joan.
Hetta ávirkaði eisini gerandis-
dag hennara heima. Tey tordu
illa at lata hana ganga einsa-
malla oman gjøgnum trappur.
Tað var kanska ikki uttan orsøk
at mamma hennara ein dagin
tók soleiðis til: “Far í song við
tær. Eg orki simpelthen ikki at
hava teg uppi longur!”
Ræðandi
Eftir herviligu upplivingina í
føðingardegnum gingu tvær
vikur til næsta anfallið.
Tá hevði hon verið til kann-
ing og skanning, men einki var
funnið. Joan var eisini givin at
taka p-bollar fyri at útiloka alt,
uttan at hetta hjálpti nakað.
Nú gingu aftur tvær vikur til
næsta anfallið, men tá hetta
hendi, kom rættiliga ferð á
anføllini, um ein kann siga tað
so. Joan hevur nevniliga
skrivað niður, hvørja ferð hon
hevur havt eitt anfall.
- Ja, eftir hetta anfallið sum
var fríggjadagin 11. apríl
klokkan 12:30, komu tey
stormandi. Nú fekk eg brádliga
fleiri anføll um dagin, so tú
kanst ætla at hetta var sera
– Eg vil heldur hava
skeivar tenn enn anføll
»Eg føldi tað
akkurát sum um eg
ikki fekk andað. Eg
segði tað við babba,
at luftrørið føldist
so smalt at anda
ígjøgnum«
»Tá mamma vendi
sær ímóti okkum, sá
hon at eg var slongd
í gólvið, mitt millum
tveir stólar og hevði
nógvar krampar«
- Eg hevði ikki færri enn tríggjar
fastar boylar í munninum
– ein í undirmunninum, ein í
yvirmunninum og ein í gómanum.
Nú havi eg ongan og føli meg betri,
sigur unga klaksvíksgentan Joan
- Nú gleði eg meg til at svimjihøllin letur upp aftur, sigur Joan Finnsdóttir Danielsen