mikudagur 4. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 105 - 4. juni 2008
Ruddaðu í Árnafirði
Um vikuskiftið varð skipað fyri ruddingardegi í
Árnafirði, har umboð frá øllum húsarhaldum luttóku. Úr
Árnafirði (myndin) frættist, at dagurin eydnaðist sera
væl, og at bilurin hjá IRF bleiv fullur, eins og ein bingja á
havnarøkinum varð full. Harumframt varð ein fullur bilur
av ruski koyrdur til Endurnýtsluna í Klaksvík.
Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at aftaná
ruddingardagin var hugni á skránni, har fólk, ið høvdu
ruddað, fingu búffar og pylsur.
Gera heildarætlan
fyri Árnafjørð
Á seinasta býráðsfundi samtykti Klaksvíkar kommuna
eina heildarætlan fyri bátahylin í Árnafirði. Ein umsókn
er send um pláss til eina bingju, ið ætlanin er at umbyggja
til ein skúr og frystarí. Út frá hesi hevur býráðið samtykti,
at bingjur skulu ikki standa sjónligar, men at byggjast
kunnu skýlir sum skulu líkjast neystabygging. Byggjast
skulu tvær slíkar eindir samstundis. Tilmælið um
heildarætlanina varð samtykt.
Nógv
telving um
Norðoya
stevnuna
Hóast tey flestu tiltøkini
á norðoyastevnu verða
leygardagin og sunnu
dagin, fer hon í roynd og
veru
av
bakkastokki
klokkan 17:30 hósdagin.
Tá verður skipað fyri
eini
talvkapping
fyri
børn og ung í Skákinum
á Akursmørk. Beint eftir
at henda er liðug, verður
ein snarkapping í talvi
fyri vaksin á sama staði.
Sum um tað ikki var
nóg mikið, so verður eis
ini ein talvkapping á
Akursmørk bæði fríggja
kvøldið og leygarkvøldið.
Tónleikur í
Leikalund
Tey, ið dáma væl at hoyra
livandi tónleik fáa eitt
gott høvi til hetta á
stevnuni leygardagin.
At so hetta tiltakið
verður hildið í hugnalig
um umstøðum í Leika
lund sum ein tónleika
café, ger tað bara enn
meiri spennandi.
Henda serstaka Leika
lundcafé’in letur upp
klokkan 15 leygardagin,
og frá klokkan 20 fara
trý fólk at framføra.
Tey trý eru Hanna Jen
sen, Petur Martin Jóhan
nesen og Kristian Hansen,
og fara tey at framføra
einar tveir tímar ella so.
Fleiri konsertir
hóskvøldið
Herfyri gav kendi sang
arin Hanus G. Johansen
úr fløguna »Gaman og
Álvara«, og hóskvøldið
verður hann at hoyra live í
Klaksvík. Samstundis við
hetta verður høvið at fáa
ei autograf á fløguhúsan.
Hetta kvøldið verður
eisini ein onnur konsert í
Klingrugarði, har fleiri
kór og einstaklingar fara
at føra fram. Hesi eru 17
sangarar,
kvinnukórið
Suð, Monika Stauss Joen
sen á violin og Helga
Hilmarsdóttir Gerðalíð á
klaver.
- Eitt uppskot til
sáttmála um saman-
legging av Hvanna-
sunds og Klaksvíkar
kommunum er nú
klárt, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen, borg-
arstjóri í Klaksvík
Kommunur
Snorri Brend
Klaksvík/Hvannasund:
Síðan síðst í august í 2007
hava umboð fyri Klaksvíkar
og Hvannasunds kommunur
við jøvnum millumbilum
havt samráðingarfundir.
Nú fyriliggur eitt uppskot,
sum er so at siga klárt at
leggja fyri almenningin og
kommunustýrini til endaliga
góðkenning.
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri, sum hevur stað
ið á odda fyri samráðingar
bólkin
hjá
Klaksvíkar
Kommunu, upplýsir fyri
heimasíðuni hjá kommun
uni, at samráðingarnar hava
gingið sera væl.
Vit høvdu okkara fyrsta
fund tann 31. august í fjør,
beint eftir at Hvannasunds
Kommuna hevði samtykt at
fara undir samráðingar okk
um um eina møguliga saman
legging, sigur borgarstjórin.
Hann leggur aftrat, at tað
sjálvandi eru mál, sum teir
hava verið noyddir at mýkt
fyri at finna fram til loysn
ir.
Men eg haldi, at báðir
partar her hava víst ein vilja
og skynsemi til at finna
fram til semjur, sum báðir
partar kunnu ganga inn fyri,
sigur Steinbjørn O. Jacob
sen.
Avgerð í august
Upprunaliga var ætlanin at
hava eitt uppskot klárt áðr
enn summarfrítíðina í ár,
men nú er greitt, at avgerðin
fellur í august mánaði.
Samráðingarbólkarnir
hava avtalað, at endaliga
uppskotið til sáttmála nú
verður skrivað liðugt. Síðan
verður kunningartilfar um
sáttmálan sent út til íbúgv
arnar í Hvannasunds Komm
unu fyrst í august mánað.
Um miðjan august verður
borgarafundur á Fossánesi,
og ætlandi verður fólkaat
kvøða 28. august.
Eftir fólkaatkvøðuna
taka kommunustýrini enda
liga avgerð í málinum, sigur
Steinbjørn O. Jacobsen.
Ein størri kommuna
í august mánaði
Midnátt í
Vágstúni
Eitt av væl umtóktu og
hugnaligu tiltøkunum á
Norðoyastevnu plagar
at vera midnáttarsam
koman.
Heldur ikki ár verður
spart uppá krútið við
hetta høvið. Henda sam
koman byrjar longu leyg
arkvøldið kl. 23 við at
Klaksvíkar hornorkestur
spælir í ein hálvan tíma í
Vágstúni.
Síðani syngur felags
kórið GøtaLeirvík, inn
til ein kyndlagonga kem
ur heim í Vágstún, har
Niclas Heri Jákupsson
flytur fram røðu.
Aftaná verður fýrverk
arí í Vágsbøi og felags
sangur.
Gongutúrur til
Skálatoftir
Eru fólk troytt av stevnu
og tiltøkum, ber til at
fara ein gongutúr við
Norðoya Gongufelagi.
Nýstovnaða
gongu
felagið skipar nevniliga
sunnudagin fyri einum
hugnaligum og søgurík
um gongutúri av Strond
og norður í avtoftaðu
bygdina Skálatoftir.
Túrurin varir í 45 tím
ar, og verður gjørdur við
staðkendum
frásøgu
fólki.
Skrúðgonga
í Vágstún
Norðoyastevnan verður
sett fríggjakvøldið kl. 20
av Jórun Høgnesen, næst
formanni í mentanar
nevndini.
Sunnudagin
kl.
14
verður eisini eitt líknandi
tiltak,
tá
Klaksvíkar
Hornorkestur
fer
at
ganga á odda í eini skrúð
gongu við skótum, ítrótt
arfólkum og hestum.
Henda
skrúðgongan
fer úr Klaksvíksgarðinum
og heim í Vágstún, har
borgarstjórin, Steinbjørn
O. Jacobsen fer at flyta
fram røðu.
Tann fyrsta kommunusam
anleggingin í Norðoyggj
um í nýggjari tíð hendi í
2004, tá ið Mikladals og
Klaksvíkar
kommunur
løgdu saman.
Fyrr í ár skrivaðu Svín
oyar og Klaksvíkar komm
unur undir ein sáttmála um
samanlegging, sum lands
stýrismaðurin í løgmálum
síðani hevur góðkent.
Við hesum báðum saman
leggingum kemur talið av
kommunum í Norðoyggj
um niður á seks, og haraftur
at fara í løtuni fram samráð
ingar um tvær samanlegg
ingar afturat.
Umframt Klaksvíkar og
Hvannasunds kommunur er
Húsa Kommuna áhugað í
einari møguligari komm
unusamanlegging, og fara í
løtuni samráðingar fram
um tað.
Um hesar samanlegging
arnar gerast veruleiki, skal
tann samanlagda kommun
an fáa navnið ’Norðoya
Kommuna’, tí talan verður
um ein ógvuliga munandi
part av Norðoyggjum, sum
tá verður saman í einari
kommunu.
Kommunan skal eita
»Norðoya Kommuna«
Klaksvík er stór í vavi, men
verður nú uppaftur størri
sum ein partur av eini
stórari felagskommunu í
Norðoyggjum við navninum
»Norðoya Kommuna«.
– Samráðingarnar hava
gingið sera væl, sigur
Steinbjørn O. Jacobsen
Mynd: Høgni Thomsen