mikudagur 4. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 NORÐOYASTEVNAN 2008 Sosialurin 4. juni 2008
Tað er helst ikki
á hvørjum degi,
at ein lutvíst
ókendur føroyskur
listamaður fær góð
ummæli í einum
so fjarskotnum
landi sum Finlandi.
Henda heiður fekk
klaksvíkingurin,
Símun Poulsen í
farna mánaði. – Tað
var sera stuttligt
at vera við á fram
sýningini, sigur hann
Listamaður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Klaksvík: - Mær dámar sera
væl at mála og tekna, sigur 48
ára gamli klaksvíkingurin.
Símun er blíður, men kortini
fáorðaður. Tað er týðiligt at
skilja - og síggja! – at málninga-
listin er hansara stóri kærleiki.
Í stuttari samrøðu við
Sosialin sigur hann eisini, at
hann hevur málað, líka síðani
hann var lítil. Símun hevur eitt
serstakt handalag, so at hann
fær tær beinu strikurnar heilt
beinar, uttan lineal ella onnur
hjálpartól.
Hann hevur luttikið á ymisk-
um framsýningum, bæði í
Klaksvík, Havn og nú seinast í
Finlandi, har listafólk úr øllum
Norðurlondum tóku lut.
- Eg máli bara, og so gongur
tíðin so skjótt, slær Símun fast.
Myndevnini eru rættiliga
ymisk – frá húsum til fuglar, til
blómur, fiskar og skip.
Hesi myndevnini síggjast
aftur her á verkstaðnum, og
vóru eisini at síggja á hesi
rættiliga stóru framsýningini í
Finlandi í mai mánaði, har
menningartarnað úr fleiri
londum tóku lut.
Kettan Olga og
kálvurin Judas
Hjá kendum og ókendum lista-
fólkum er mannagongdin helst
hin sama:
Tey fáa brádliga eina inspira-
sjón, og so má hetta bara fest-
ast ella málast á blað ella á
lørift.
- Tað er tað sama hjá mær:
Eg fái eitt hugskot, og so máli
eg tað bara!, sigur Símun.
Onkutíð eru hesi myndevnini
slík sum eru kend í hansara
umhvørvi, til dømis kettuna
Olgu, sum tey hava heima við
hús.
Men soleiðis er ikki altíð:
Onkutíð hevur hann málað
persónar í kistu og í himlinum.
- Einaferð málaði eg ein kálv,
sum æt Judas, sigur Símun við
einum brosi.
Í sjónvarpi og bløðum
Fyri eitthvørt listafólk hevur tað
sín týdning at vísa verk síni
fram í heimlandinum. Men tað
man vera ein serligur heiður at
vísa verk síni fram í útlondum.
Henda møguleikan fekk
Símun eisini á eini framsýning
í
– Tíðin gongur so skjótt tá
»Einaferð málaði
eg ein kálv, sum æt
Judas«
»Eg máli bara, og
so gongur tíðin so
skjótt«
Símun Poulsen luttekur í hesum døgum á eini stórari framsýning í Finlandi á einum listardepli fyri
menningartarnað. Her hevur hann 18 verk við, sum síggjast hanga á vegginum