mikudagur 4. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 105 - 4. juni 2008
IWC kann fara í upploysn
Eydnast tað ikki at fáa eina semju millum hvalaveiðilondini og
mótstøðulondini, tá Altjóða Hvalaveiðinevndin kemur saman til fundar
seinni í mánaðinum, kann tað hava við sær, at nevndin fer í upploysn.
Tað sigur danska umboðið í nevndini, Ole Samsing, við Berlingske
Tidende. Sjálvur ætlar hann sær at virka fyri at fáa semju, so nevndin
kann halda fram, tí uttan IWC kunnu londini sjálv avgera, hvussu
nógvan hval tey vilja veiða, sigur hann.
- Brunnbáturin
Vesthav er longdur
við 12 metrum, og
nú fara vit at byggja
motorin á einum
stórum íslendskum
pelagiskum skipi
um til tungolju,
sigur Mourits Mohr,
rakstarleiðari
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Tórshavnar Skipasmiðju
hava tey úr at gera, og
soleiðis er eisini á Skála
Skipasmiðju.
Mourits Mohr, rakstrar
leiðari á skipasmiðjunum í
Havn, Skála og Vestmanna,
sigur, at í samtakinum eru í
løtuni út við 300 fólk til
arbeiðis, tá smiðjan FJM í
Runavík og Pam Offshore
eru tikin við.
Ábyrgdarøkið hjá Mouritsi
fevnir tó ikki um FJM og
Pam Offshore, men bert um
tær tríggjar skipasmiðjurnar.
Leingja Vesthav
Eitt
av
teimum
stóru
arbeiðunum á bedingini í
Havn seinastu tíðina hevur
verið leingjanin av brunn
bátinum Vesthav hjá P/F
Vestsalmon í Kollafirði.
Sambært Skipalistanum
var
brunnbáturin
27,84
metrar langur og 8 metrar
breiður fyri leingjanina.
Nú hava vit sett 12
metrar upp í skipið aftrat,
umframt at aðrar umbygg
ingar eru framdar.
Mourits Mohr sigur, at
sektiónin, sum er sett í skipið,
er gjørd liðug, sandblást og
málað, áðrenn skipið varð
tikið upp á bedingina.
Hann sigur, at tíðarætlanin
hevur ikki hildið, men at
brunnbáturin verður liðugur
í hesum mánaðinum.
Tað er eitt sindur øðrvísi
at leingja ein brunnbát, sum
er opin enn eitt vanligt skip,
og eitt nú krevur hetta serligar
styrkingar, sigur Mourits.
Vesthav er smíðaður í
Noreg í 1997, og útgerðar
maður í dag er Frímund
Hansen.
Nýggjan motor
Herfyri stóð eisini trol
báturin Hansa Maria hjá
Hans Andriasi Poulsen á
Toftum á bedingini hjá
Tórshavnar Skipasmiðju.
Mourits Mohr sigur, at
trolbáturin, sum er liðugur og
er farin aftur til fiskiskap,
hevur fingið nýggjan motor –
av sama slagi og somu stødd,
sum motorurin, ið framman
undan var í bátinum.
Motorurin var í ólagi og
er skiftur, og hetta er partvís
ein tryggingarskaði, veit
rakstrarleiðarin at siga.
Sambært
Skipalistanum
hevur Hansa Maria ein Scania
Diesel, sum er 499 hk.
Hansa Maria er designað
og teknað á Tórshavnar
Skipasmiðju, men sjálvur
skrokkurin er smíðaður í
Póllandi. Alt arbeiði er ann
ars gjørt liðugt í Føroyum.
Hansa Maria, heimahoyr
andi á Toftum og Skála
fossur,
heimahoyrandi
í
Vestmanna, eru systurskip,
og bæði eru longd á Skála
Skipasmiðju.
Umlegging
Um dagarnar er eisini ein
stórur íslendskur bátur komin
at liggja við bryggju niðanfyri
bedingina hjá Tórshavnar
Skipasmiðju. Hetta er eitt av
teimum stóru pelagisku skip
unum í íslendska fiskiskipa
flotanum.
Mourits Mohr sigur, at
høvuðsuppgávan hjá skipa
smiðjuni í hesum sambandi
verður at umbyggja maskin
una til tungolju.
Vit hava eisini fleiri onn
ur arbeiði í gongd, serliga í
Havn og á Skála, har arbeitt
bæði verður við seinna
nýbygninginum hjá Thor
og nýggjari beding, sigur
rakstrarleiðarin.
Nógv virksemi á
skipasmiðjunum
Brunnbáturin Vesthav er longdur við 12 metrum og verður ætlandi liðugur á Tórshavnar Skipasmiðju í hesum mánaðinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Trolbáturin Hansa Maria hevur fingið nýggja maskinu – av
sama slagi og somu stødd, sum maskinan, ið upprunaliga var í
skipinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Teir stóru lemma-
trolararnir skuldu
ætlandi veiða konga-
fisk og blálongu, og
tað er hetta, sum nú
liggur til grunds fyri
royndarloyvunum,
sum skipini hava
fingið at partrola,
sigur Hjalti í Jákups-
stovu á Fiskirann-
sóknarstovuni
royndarveiða
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fýra
djúpvatnstrolarar
sleppa nú í eini roynd at
partrola, men dentur verður
lagdur á, at teir ikki leggja
seg eftir at veiða upsa.
Eftir at politiski myndug
leikin hevur mælt til, at tvey
royndarloyvi verða givin,
hava
Vaktarog
Bjarg
ingartænastan saman við
Fiskirannsóknarstovuni hugt
upp á, hvar hesi skip kunnu
royndarveiða við partroli.
Hjalti
í
Jákupsstovu,
stjóri á Fiskirannsóknar
stovuni, sigur, at partarnir
eru samdir um, hvar veiðan
kann fara fram, og her
verður dentur lagdur á, at
skipini ikki fara at partrola
eftir upsa.
Royndirnar skulu í staðin
fara fram á djúpum vatni
eftir eitt nú kongafiski og
blálongu.
Loyvi er givið fýra djúp
vatnstrolarum at partrola, og
sum eg havi skilt, skuldi nú
verið greitt hjá skipunum at
farið til fiskiskap.
Hjalti vísir á, at uppruna
liga skuldu stóru lemma
trolararnir veiða kongafisk
og blálongu, og tað er hetta,
sum nú liggur til grunds
fyri royndarloyvunum, sum
skipini hava fingið.
Vit hava sæð, at lemma
trolarar í størri og størri
mun hava lagt seg eftir
upsa, men hetta hevur
ongantíð verið ætlanin við
hesum skipum.
Hann heldur ikki, at tað
hevði verið rætt at latið
djúpvatnstrolararnar
lagt
seg
eftir
upsanum,
nú
royndarloyvi eru givið til
partrol, tí upsin verður nóg
hart royndur sum er.
Hetta hevði eisini gjørt
tað trengri hjá partrolarun
um á landgrunninum, sigur
Hjalti í Jákupsstovu.
Stjórin á Fiskirannsókn
arstovuni heldur annars, at
hugskotið at royna at spara
olju við partroli er gott, um
royndin annars fer fram,
soleiðis sum sett er út í kort
ið, har djúpvatnstrolararnir í
fyrsta lagi leggja seg eftir
djúpvatnsfiskasløgum.
Nú kunnu fýra djúpvatnstrolarar partrola