mikudagur 4. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. juni 2008 NORÐOYASTEVNAN 2008 9
eg máli
Verkstaðið á Brekku í Klaksvík er listar
liga heimstaðið hjá Símuni Poulsen.
Henda mikumorgunin í farnu viku tá
Snoddi vitjar her, er hugurin at tekna og
mála sjónligur frá fyrstu løtu.
Klokkan er farin av 10, og í niðaru
hæddini eru menn farnir undir dagsins
gerning á timburverkstaðnum. Í einum
horni stendur stikksagin, sum Símuni
dámar væl at arbeiða við. Gott at hava
okkurt at kopla av við!
Hann er júst komin til arbeiðis. Eingin
orsøk er at skunda sær eftir pensli, lit
blýantum og pappíri. Klokkan er ikki so
nógv enn, henda regntunga dagin í farnu
viku.
Ein heitur drekkamunnur, sum starvs
fólkini hava gjørt til reiðar, er ikki at
forsmáa. Nú man vera tíð til eina mynd
og til eina myndatøku.
Eins og so mangan áður setur hann seg
stillisliga við borðið. Eitt blankt ark
liggur fyri framman, og spurningurin er
hvat myndevnið skal verða framt hesa
løtuna.
Trygdin hjá sjómonnum
Símun byrjar eftir niðastu linjuni við at
tekna aldur á sjónum, og løtu seinni
hómast fyrsta tekinið um, at myndevnið í
morgun – og til æru fyri tíðindatæn
astuna – verður eitt skip.
Løtu seinni er longdin á skipinum
greið, stýrihúsið er komið á, mastrarnar
og nú kemur so eitt týdningarmikið ting
umborð á einum skipi: Bjargingarbáturin.
Hjá Símuni verður trygdin hjá
sjómonnunum ikki gloymd!
Einar 20 minuttir seinni er tekningin
liðug, og hann vísur errin fram listarverk
sítt.
Men Símun er væl ikki øðrvísi enn aðrir
listamenn. Teir liva ikki av máling eina:
Nú fari eg at fáa mær ein bita, og
síðani fari eg til stikksagina, sigur Símun
Poulsen.
- Nú fari eg til stikksagina
Við kønari hond og góðum blýanti verður eitt skip teknað. Símun Poulsen hevur serstakar gávur at gera beinar
linjur beinar, uttan at brúka lineal
Finlandi, sum lat upp 20. mai
og verður opin til 12. juli.
Framsýningin var á Kettuki
centret, sum er ein miðdepil
fyri list sum er framd av
menningartarnaðum.
Á hesi framsýningini vóru íalt
52 listafólk, sum vístu fram 175
verk. Av hesum 175 verkunum
átti Símun Poulsen ikki færri
enn 18.
Líkt var til, at stórur áhugi var
fyri hesi framsýningini, sum á
enskum kallaðist »Strange
birds, odd fisher – Nordic
exhibition in Hameenlinna«:
Finska tíðindatænastan var
eisini við til setanina av fram
sýningini, og var eitt innslag í
sjónvarpinum sama kvøld,
umframt umrøður í hinum
fjølmiðlunum.
Eitt av finsku bløðunum vísti
Símuni serligan áhuga, og
hevði eina frásøgn, ið fylti eina
hálva síðu, um verkini hjá
Símuni.
Jú, tað var stuttligt at vera
við, og práta við hini um,
hvussu tey málaðu, sigur hann
stutt.
Seld verk
Hetta at luttaka á framsýning
um er ikki ókent fyri Símun.
Hann hevur áður havt verk á
teirri sensureraðu framsýn
ingini á ólavsøku. Hann hevur
eisini havt framsýning á Jinx í
Havn, og her hendi tað gleði
liga, at bæði føroyingar og
útlendingar keyptu verk
hansara.
Nú Norðoyastevnan 2008
stendur fyri durum verður
eisini ein framsýning á skránni
um vikuskiftið. Og her verður
Símun sjálvandi við.
Umframt hetta er verkstað
urin á Brekku opin báðar
stevnudagarnar í fleiri tímar.
Eg vóni, at nógv fólk koma
her, sigur hann og brosar.
»Símun er ikki
øðrvísi enn aðrir
listamenn. Teir
liva ikki av máling
eina«
Tað er neyvan uttan orsøk at
Símun Poulsen dámar væl
at mála skip. Klaksvík er jú
fiskivinnuhøvuðsstaður okkara