mikudagur 4. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 105 - 4. juni 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hósdagin 5. juni
verður ein vælkendur
kollfirðingur, Janus
Petersen, 80 ár. Hann
er serliga kendur fyri
tvinni sera ymisk
ting. Sum modell
í bindibók og fyri
”ránið” av skipinum
Eirikur Jallur
Foreldrini hjá Janus vóru
Anna Katrina og Emil av
Miðgerði. Tey vóru tilsamans
13 systkin, eitt doyði tó sum
smábarn. Ì dag eru fimm av
systkjunum eftir á lívi.
Emil plagdi at sigla sum
motorpassari við sluppum.
Hann var ein rættiligur
smiður, og tá ið hann var
heima, plagdi hann at nýta
hendan førleikan. Hann
dugdi stórt sæð alt.
Janus er nummar fimm av
systkjunum. Ein kann ætla,
at í hesum húsi hevur verið
nógv lív. Elst var Silvurlýn.
At vera genta og elst av einun
systkinaflokki kom av sær
sjálvum at geva henni stóra
ábyrgd heima. Janus minnist,
hvussu hon máttu brúka snild
ir at fáa hann í song. Tey
spældu, at hann var seyður,
sum skuldi roytast. Roytingin
gekk soleiðis fyri at, at hann
mátti lata seg úr klæðunum
plagg fyri plagg. Tá var eisini
sloppið.
Hóast tey vóru mong í
húsi, minnist Janus einki
til, at tey hava manglað nak
að. Her lá eisini væl fyri at
fara á flot. Á Kollafirði
fekst altíð eitt kók av smá
fiski, og her var eisini sild
at fáa við gørnum.
Við abba á floti
Janus minnist serliga eina
ferð, hann fór á flot við abba
sínum. Teir skuldu skjóta
fugl, men høvdu gloymt
glúpin eftir. Tískil mátti
Janus rætta seg niður á sjógv
eftir tí skotna fuglinum.
Men eina ferð var Janus
áhalsin og datt á sjógv, með
an báturin siglir við fullari
ferð. Trupulleikin var, at tann
gamli abbin ikki kláraði at
steðga maskinuni. So abbin
sigldi í ring, meðan Janus
royndi at svimja eftir bátin
um, men tað riggaði als ikki.
Janus royndi so at svimja til
lands. Tá hevði abbin funnið
útav at bakka bátin, so hann
skiftivís bakkaði og sigldi
fram, til Janus at enda fekk
fatur í bátin. Abbin hjálpir
honum inn um, men tá fer
Janus eftir høvdinum niður í
bátin, og hann svímar. Tá
hann raknar við aftur, er mot
urin steðgaður, og teir so at
rógva til lands. Omman mátti
einki fáa at vita um, hví
ommusonurin kom vátur og
illa tuskaður til lands. Teir
leggja saman ráð, at hann
skuldi látast at detta á sjógv,
tá teir leggja at, og hetta
skuldi vera frágreiðingin fyri
karmin. Men sannleikin kom
tó fram, og tá fekk abbin av
at vita.
Fekk krónuna aftur
frá Jákup Joensen
Janus fekk ta skúlagongd,
sum var tann vanliga tá í tíð
ini. Tað var bert ein lærari
og tríggjar flokkar. Lærari
var Poul Titus Samuelsen
úr Kirkjubø. Væl kom kort
ini burtur úr.
Janus varð konfirmeraður
í Kvívík av Jákup Joensen,
sum seinni gjørdist bispur.
Hann hevur eina fitta søgu
um Jákup. Tá tey sótu í kirkj
uni var onkur drongur, sum
klípti eina gentu. Jákup legði
av órøttum Janus undir at
vera tann seki. Tá plagdu kon
firmantarnir at geva prestin
um eina krónu ella tvær, tá
alt var yvirstaðið. Tá Jákup
kom eftir, at hann hevði gjørt
Janusi órætt, gav hann hon
um krónuna aftur við bøn
um umbering.
Til skips við Belluni
Tað slapst ikki burtur undir
krígnum hjá ungum dreingj
um. Men beint eftir kríggið
fór Janus við Belluni, sum
Bella Piddi á Toftum átti og
førdi. Tað varð annars sagt,
at Piddi fekk Belluna frá
pápa sínum Símun Højgaard
í silvurbrúðleypsgávu!
Manningin var heldur
vánalig, um hugt verður
eftir aldrinum. Tað vóru
bert tríggir tilkomnir menn
við. Hinir vóru ungir dreing
ir. Teir fóru til Grønlands á
snørisveiðu. Her var fiskað
á ein heilt annan hátt enn
undir Íslandi, har fiskurin
skuldi dragast av 100 favna
dýpi. Her var nevniliga flot
fiskur. Tí var tað lætt og
skjótt at fiska, og teir høvdu
fult dekk hvønn dag. Teir
landaðu eisini í Føroyinga
havnini. Úrtøkan fyri túrin
var 4.700 krónur. Hetta var
bara óført tá í tíðini.
Janus fekk roynt eitt sind
ur av hvørjum. Hann fór at
arbeiða á einum bóndagarði
í Íslandi. Hetta var vanligt
hjá ungum dreingjum tá í
tíðini. Lønin var kr. 600 kr
um mánaðin. Tað var ikki
so galið. Ein slíkur garður
hevði 20 kýr, men ikki
nógvan seyð.
Síðan fór Janus at rógva
út í Grindavík. Fiskað var
við línu og gørnum. Hann
fór síðan við íslendskum
trolarum, sum so nógvir
aðrir føroyingar í teirri tíð
ini. Teir vóru á ísfiskaveiðu
á vanligu leiðunum, eisini á
Halanum og Grønland.
Hvussu Janus kom
í Bindibókina
Janus verður kallaður í Bindi
bókini, og hetta hevur eina
heilt serliga søgu. Upprunin
til Bindibókina var tann
kendi skræddarin Hans Mari
us Debes, ættaður frá Gjógv.
Hann var ommubeiggi Janus,
beiggi Petru, ommu Janus.
Hans Marius setti sær fyri at
savna og geva út føroysk
bindingarmynstur.
Fyrsta útgávan kom í
1932. Í 1949 kemur ein
nýggj
útgáva
við
143
mynstrum, stórt sæð úr øll
um Føroyum. Hans Marius
skrivar í fororðinum, at
sjálv Alexandrina drotning
hevði heitt á hann sum at
savna hesi mynstur, og bók
in var eisini ognað henni.
Men til hesa útgávuna
hevði Hans Marius syrgt fyri
at fáa modellir, so tað kundi
síggjast, hvussu mynstrini
riggaðu á fólki. Modellini
vóru fyri ein stóran part
skyldfólk hjá Hans Marius.
Janus sjálvur er á tveimum
myndum,
systir
hansara
Dagmar er eisini við í bókini.
Hans Marius átti eina systir
Anna, sum var gift við kenda
skiparanum Jákup Andreas á
Mýruni í Syðrugøtu. Dóttir
teirra Katrina, gift við Esbern
Zachariassen, prýddi for
síðina. Myndir eru eisini av
Annfinn, son Katrinu, og
Oluffu, systir hennara. Sum
Janus minnist vórðu mynd
irnar tiknar av Sigrid Lützen,
sum var fotografur.
Janus var einasta modellið
av vaksnum manni í bókini.
Bindibókin hevur uttan iva
verið seld víða. Tískil varð
Janus kendur sum Janus í
Bindibókini. Bindibókin er
givin út fleiri ferðir síðan tá,
men hetta er tó uttan myndir.
Janus plagdi at búgva hjá
Hans Marius, tá ið hann var
í Havn. Hans Marius var jú
skræddari og seymaði fyri
fólk. Húsini vóru smá, og
Hans Marius hevði eina
lítla
seymistovu.
Janus
plagdi at sova í stovuni,
men tá fólk komu at passa
klæði, var ikki annað rúm
enn stovan til hetta. Tá
mátti Janus fara út.
Hans Marius var eisini
ofta í Kollafirði, tá ið hann
ferðaðist um at leita eftir
mynstrum. Tá kom hann
eisini at vitja. Hann var so
góður við børn.
Hans Marius var eisini í
Kollafirði, eina ferð Alex
andrina drotning kom hagar
á vitjan. Tá prátaðu tey
bæði leingi saman.
Koyrdi hýruvogn
og fann konu
Mitt í 50unum koyrdi Jan
us eini tvey ár taksakoyring
í Havn. Fyrst var tað hjá
Magnus Bærentsen og síð
an hjá Taxa.
Telefongenta á Taxa var
Elisabeth Sørensen úr Pork
eri. Tað rann saman millum
teirra, og tey giftust í 1955.
Eftir at hava koyrt taksa
eina tíð fer Janus aftur burt
ur. Umleið 1960 er hann
skipari á Bearnaise hjá
skyldmanninum Pidda, S.P.
Petersen, junior í Fuglafirði.
Hetta er fyrstu ferð undir
ritaði visti um Janus. Janus
var eisini á sildaveiðu við
gørnum, men hann helt
ikki, at tað gekk nóg væl.
Tá gramdi hann seg í tele
fonini á ramligum kolla
fjarðarmáli: ”Hvussu kann
tað vera. Gørnini eru sum
stoppitráður!” Hetta var
ikki niður aftur lagt.
”Ræningin” av
Eiriki Jalli
Eitt sum gjørdi Janus sera
kendan var ”ræningin” av
Eiriki Jalli í 1962. Sum so
nógvir aðrir føroyingar tá í
tíðini vildu kollfirðingar
eisini hava línuskip. Teir
bygdu tískil Eirik Jall í
Noregi. Tá gjørdu teir tann
feilin, at teir bíløgdu skip
og maskinu hvør sær. Tá
skipið var klárt at fáa motor
in ísettan, var motorurin
seinkaður frá Tuxhamverk
smiðjuni.
Tískil
krevur
skipasmiðjan,
at
goldið
verður kr. 150.000 eyka fyri
seinkanina av motorinum.
Hetta er nógvur peningur
fyri eitt skip, sum hevur
kostað eina góða millión.
Janus segði nei. Teir høvdu
fingið tann pening, sum
avtalaður var. Hann helt seg
hvørki hava skyldu ella
møguleika at gjalda so nógv
eyka fyri skipið.
Skipasmiðjan helt fast
um sítt og noktaði at lata
skipið frá sær. So her máttu
snildir nýtast.
Í hesi støðu bjóðar skipa
smiðjustjórin Janusi at fara
eina útferð saman við sær
og konuni út á eina oyggj
nærindis. Her kundu teir
sóla sær og hava tað hugna
ligt. Tá farast skuldi, sigur
Janus við stjóran, at hann
føldi seg sjúkan og ikki
kundi koma við. Kona stjór
an helt, at nú høvdu tey
gjørt seg klár, so fóru tey
bæði kortini.
Stjórin
hevur
neyvan
ánað óráð, tí tað vóru bert
skipari og meistari umborð.
Janus hevði sent boð til Før
oyar eftir meira manning at
sigla skipið til Føroyar, og
teir skuldu koma tveir dagar
seinni við ferðamannaskip
inum Heklu.
Men Janus var als ikki
sjúkur. Hann hevði spurt
meistaran Johannes Juel Ask
ham, um hann var við uppá,
at teir báðir fóru avstað einsa
mallir við skipinum. Hesum
játtaði hann, og Janus bað
hann hava motorin kláran at
fara. Sjálvur hevði hann
avgreitt tollvaldið.
Tá ið stjórin er farin og
komin væl uppá pláss, nú
loysa teir. Teir sigla fram
við oynni, har stjórin var
farin úrferð. Hann er farin
útí at svimja, tá ið hann sær
Eirik Jall koma undan nesin
um. Janus ger ikki vandari,
enn at hann siglir inn ímóti
oynni og floytar til stjóran!
Hesin skundar sær at
svimja í land og setir seg í
Janus í Bindibókini 80 ár
Janus verður 80 ár í morgin
Her er Janus saman við foreldrum og systkjum. Standandi f.v: Palli, John, Kaj, Frida, Janus,
Dyddan, Alf, Arngrim og Dagmar. Sitandi: Silvurlýn, foreldrini Trina og Emil, Ingigerð og Piddi