mikudagur 4. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 NORÐOYASTEVNAN 2008 Sosialurin 4. juni 2008
Fyri sløkum tveimum
árum síðani fingu
hjúnini Berghild
og Jákup Martin
Gullaksen í Klaksvík
sær eina hitapumpu.
- Hetta hava vit ikki
angrað eina einastu
løtu, siga tey bæði
Orka
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Klaksvík: - Tilboðið var so
gott, so at vit kundu snøgt sagt
ikki siga nei, siga tey bæði.
Fyri nøkrum árum síðani
byrjaðu fólk at tosa um tær
sonevndu hitapumpurnar og
hvussu nógv, ið hesar kundu
spara tí einstaka húsarhaldi-
num í útreiðslum til olju.
Hetta tosið var eisini at hoyra
millum klaksvíkingar, og somu-
leiðis á arbeiðsplássinum hjá
Berghild.
So væl var tosað, at tær
samdust um at spyrja seg fyri
hjá KBI um at fáa eitt gott
felags tilboð uppá hitapumpur.
Og hetta tilboðið fingu tær
eisini.
- Ja, vit vóru einar 5-6
kvinnur sum snøgt sagt
avgjørdu at fáa okkum
hitapumpu, greiðir Berghild
frá.
Um hetta mundið var oljan
ikki eins dýr og hon er nú. Fyri
teimum var tað kanska ein
spurningur, um tað yvirhøvur
mundi loysa seg at keypa sær
eina slíka við verandi
oljuprísum.
- Ja, vit ivaðust eitt sindur, tí
tað kostaði okkum hóast alt
15.000 krónur við uppsetingini,
skoytir maðurin uppí.
Í dag kostar ein tilsvarandi
hitapumpa heldur meiri –
slakar 17.000 krónur, uttan tó at
hetta hevur ávirkað
eftirspurningin.
Stutt eftir at hitapumpan var
sett upp hjá Berghild og Jákup
Martini í august mánaði 2006,
hendi tað sjáldsama og kanska
óvæntaða, at oljuprísurin
lækkaði nakað.
- Tá hugsaði eg: Ja, hatta var
so hatta! Men í dag er oljan
vorðin minst dupult so dýr,
staðfestir Jákup Martin sum als
ikki hevur angrað keypið.
Best í stovuni
Eitt var at keypa sær eina
hitapumpu. Eitt annað evni at
taka støðu til var staðið, har
hitapumpan skuldi plaserast.
- Onkur ráddi okkum til at
seta hana í gongini, men vit
ivaðust eitt sindur í hesum. Vit
avgjørdu tíbetur at seta hana
upp inni í stovuni. Her ger hon
nógv størri nyttu og betri mun,
sigur Jákup Martin.
Inniklima’ið er vorðið betri,
og tað er altíð heitt inni, sjálvt
tá kuldi og kavi eru uttandura.
Og so er hitapumpan als ikki so
ljót, sum onkur kundi hildið.
- Vit eru øll von við at hava
radiatorar í stovuni. Teir eru
broytir sera lítið hesi seinastu
20-30 árini. Og satt at siga, so
haldi eg ikki at teir eru serliga
vakrir at hava í stovuni.
- Nei, eg haldi faktiskt at hon
er vøkur á at líta, í øllum førum
um tú sammetir við ein
vanligan radiator, slær Jákup
Martin fast.
Týðilig sparing
Sparingin hjá hjúnunum
Gullaksen er eisini týðilig at fáa
eyga á. Hetta sæst so sanniliga
aftur í oljurokningini, sum er
minkað rættiliga nógv.
Í august 2006 høvdu tey eitt
fast inngjald fyri olju uppá
2450 krónur um mánaðin. Hálvt
ár seinni varð hetta talið rættað
og lækkað til 1100 krónur.
Fyri tey merkti hetta eina
sparing uppá 1350 krónur í olju
um mánaðin, bert orsakað av
hitapumpuni!
Samstundis hækkaði
elrokningin frá 800 upp í 1000
krónur um mánaði. Men
summa summarum er, at olju-
og elrokningin vorðin góðar
1000 krónur minni um
mánaðin.
- Í dag kunnu vit bara fegnast
um, at hitapumpan er spard
væl og virðiliga inn aftur. Eg
meini, - 1000 krónur um
mánaðin er jú eisini peningur,
staðfestir ein fegin Jákup
Martin.
1000 krónur er eisini peningur
50 pumpur í ár
Ein av fyritøkunum, ið selur hitapumpur er KBI í Klaksvík.
Bert í ár eru 50 slíkar seldar til kundar kring alt landið.
Dagin fyri at Snoddi var á vitjan hjá hjúnunum Gullaksen
høvdu menn frá fyritøkuni sett eina hitapumpu upp hjá
einum eldri manni, sum búði einsamallur í húsum sínum í
Klaksvík. Samstundis við hesa, vóru teir í ferð við at
fyrireika uppseting av 10 øðrum hitapumpum teir komandi
dagarnar. Orsøkin til hetta finst í teimum høgu
oljuprísunum, eins og ein útrokning frá KBI vísir: 1
kilowatt-tími av hita framleiddur í oljufýring kostar 75
oyru, meðan 1 kilowatt-tími av hita framleiddur í
hitapumpu kostar einans 30 oyru.
»Í august 2006
høvdu tey eitt fast
inngjald fyri olju
upp á 2450 krónur
um mánaðin. Hálvt
ár seinni varð hetta
talið rættað og lækk
að til 1100 krónur«
»Eg haldi faktiskt
at ein hitapumpa
er vøkur á at líta, í
øllum førum um tú
sammetir við ein
vanligan radiator«
Vit kunnu í dag fegnast um, at
hitapumpan er spard inn aftur,
bæði væl og virðiliga, sigur
Jákup Martin Gullaksen
KBI í Klaksvík hevur higartil selt einar 300 hitapumpur – longu í ár eru
50 seldar. – Vit rigga nú til at seta 10 tær næstu upp, sigur montørurin
hjá KBI, Signar Kallsberg