Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 4. juni 2008 13 Andlát og jarðarferðir Helma Michelsen, fødd Rubeksen andaðist á Lágargarið 1. juni, 94 ára gomul. Kistan fer av Lágargarði mikukvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl 14.00. Tey, ið vilja minnast Helmu kunnu lata eina peninga­ gávu til sunndagsblaðið. Konta í Eik. Bønarhald fyri Annie Helmsdal Poulsen verð­ ur hóskvøldið klokkan 20 í Katólskukirkjuni. Jarðarferðin verður úr sama stað fríggjadagin 6. juni klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Annie kunnu lata Franciskanar­ kleystrinum Kerit eina gávu. Konta í Eik banka. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaði pápi, abbi og langabbi okkara Esmar M. Hansen Klaksvík ættaður úr Mikladali fór heim til Harran týsdagin 3. juni, 84 ára gamal. Kistan fer frá kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hóskvøldið kl.18. Jarðarferðin verður úr Betesda fríggjadagin kl. 13.30. Familjunnar vegna Anna, Malena, Óla Jákup og Jógvan Kári Tey, ið vilja minnast Esmar kunnu lata eina peningagávu til Zarepta. Konta í peningastovnunum. Herfinnur Durhuus Vestmanna andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 30. mai, 56 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum týsdagin 3. juni kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju mikudagin 4. juni kl. 14.00. samband við politiið at fáa tikið skipið, áðrenn tað sleppur úr norskum sjóøki. Men norski skergarðurin er stórur og her var ikki lætt at leita. Her var Janus eisini kunnugur. Tað varð rópt eftir teimum í skipstelefon­ ini, men teir svaraðu sjálv­ sagt ikki aftur. Tað eydnaðist Janusi í seinastu løtu at fáa sent avboð til ta manning, sum var á veg umborð á Heklu eftir skipinum. Tað er sunnudagin 19. august kl. 16,30, at teir loysa, og týsdagin 21., kl 9,30 leggja teir at í Kolla­ firði. Har var nógv fólk at taka ímóti og kommunufor­ maðurin Johannes Debes helt røðu. Annan dagin eftir var far­ ið til Havnar, har gestir vóru bodnir umborð og farið var siglitúr. Tað frættist einki aftur frá skipasmiðjuni. Tað kom bert eitt bræv frá varastjór­ anum, har hann segði tað vera púra beint, sum Janus hevði gjørt. Farið var til Grønlands at fiska við snellu og línu. Seinni róðu teir út við bátum. Um veturin var tað ísfiskur. Vanligt var at landa í Bretlandi. Tá ið fiskimark­ ið varð flutt út í 1964, og bretar settu avmarkingar í verk, varð onkuntíð landað í Týsklandi. Eirikur Jallur endaði seinni í Vágunum og bleiv til ísfiskatrolarin Mars. Aft­ ur seinni var hann seldur av landinum, og tað allar sein­ asta sum frættist var, at hann var tikin sum narko­ smuglaraskip. Nakað samstundis sum hetta hendi, varð Kardu­ mummubýurin framførdur í útvarpinum. Fólkaspeiið gav Eiriki Jalli navnið Suffía mostir Farmasigling og ferðamannasigling Aftaná at hava roynt fiski­ skap í nógv ár fór Janus í farmavinnuna. Hann var við í Star reiðarínum, sum var ein roynd at skapa eina føroyska farmavinnu. Hetta gekk ikki nakað serligt. Tey seinastu árini á sjón­ um var Janus við Strand­ ferðsluni. Í 1984 fór hann sum skipari við Pride, sum mest sigldi útferðartúrir, millum annað til Myki­ nesar. Síðan fór hann sum skipari umborð á Ternuna, har hann var til á vári 1993. Á Strand­ ferðsluni var Janus væl dámd­ ur hava vit fingið at vita frá ovastu rók. Við Elisabeth fekk Janus trý børn. Tað er Bjarni, gift­ ur við Jórun f. Jacobsen úr Kollafirði, Anna, gift við Magnus Skýlindal, og Hjørd­ is, gift við Erling í Liða. Tey eiga fýra børn í part. Elisa­ beth doyði í 1973. Gjørdist vestmenningur Janus giftist aftur við Annu­ fíu úr Vestmanna, og tey eiga dótrina Elisabeth. Janus er eisini blivin lang­ abbi til Aron hjá Elisabeth hjá Bjarna. Janus eigur eis­ ini sonin Kára, og eru báðir synir Janus eisini skiparar. Hóast Janus í árum eldist, er hann framvegis sera bragdligur. Hann er virkin á ymiskum økjum við báti, sigling, veðrahald og í undirhúsinum í Vestmanna. Janus býr nú í Vestmanna. Honum dámar væl at greiða frá og kanska eisini at reypa eitt sindur sum ein fram­ vegis rættur kollfirðingur! Men Janus er eisini trúfast­ ur. Samanhaldið í ættini er gott í allar ættir. Janus hevur altíð verið tjóð­ skaparmaður. Hesum hevur hann ikki dult fyri. Men familjan spennir vítt eisini á hesum økinum. Ein svágur, giftur við systrini Dydduni, er erkasambandsmaðurin Benny Samuelsen. Her er grundarlag fyri einum triva­ ligum kjaki. Mestsum man Benny fara at arga Janus við, at hann er føddur sjálvan danska grundlógardagin. Annars var kona Benny og eisini okkurt barnabarn hjá teimum eisini fødd grundlóg­ ardagin. Men hetta er meira í samsvar við politikkin! Sjálvsagt verður dagurin hildin í Kollafirði. Hetta verður í bygdarhúsinum frá kl. 12­18, har øll eru væl­ komin. Ynskt verður honum hjartaliga tillukku. ó. Dagurin 5. juni. Grundlógar­ dagur, hildin til minnis um at fría stýrisskipanar­ lógin kom í gildi í Dan­ mark henda dag í 1849 Eirikur Jallur kemur inn á Kollafjørð 21. august 1962 Janus við konuni Annufíu, børnum við makum og abbabørnum Janus og Elisabeth saman við soninum Bjarni Hetta er onnur myndin av Janus í bindibókini hjá ommu­ beiggjanum