mikudagur 4. juni 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 105 - 4. juni 2008
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
bilar
Bilradio flutt til týsdag
Sendingin Bilradio á Rás2, sum higartil hevur verið send hósdag millum kl. 16.00 og 17.00,
er nú flutt til týsdag millum kl. 16.00 og 17.00
Sendingin verður endursend fríggjamorgun millum kl. 8.00 og 9.00, og leygardag kl. 13.00
Flutningshjálpin
hjá Bilrøkt
Flutningshjálpin hjá
bilfyritøkuni Sp/f
Bilrøkt í Stiðjagøtu
er víðkað til tveir
flutningsbilar, sum
eru til tænastu alt
samdøgrið. Talan er
um sergjørdar bilar til
endamálið
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Bilfyritøkan Sp/f Bilrøkt í
Stiðjagøtu í Havn hevur víð
kað sína flutningstænastu
soleiðis at teir nú hava tveir
sergjørdar bilar til hjálpar
og flutningstænastur. Talan
er um ein 6tons MAN og
ein 3tons MercedesBenz,
sum báðir eru bygdir til
endamálið.
Tænastan er skipað sum
døgntænasta, har fólk kun
nu ringja alt samdøgri um
t.d. ein bilur er uppstøðgaður
og stendur í vegin fyri ferðs
luni.
Tað tað kann eisini vera
bilar sum skulu á verkstað,
ella bilar sum bert skulu
flytast úr einum staði í ann
að, sum t.d. nýggir bilar
sum skulu koyrast frá havna
lagnum og til bilhandlaran.
Hjálpar og flutningsbilar
nir klára at flyta allar vanlig
ar persón og vørubilar,
eins og trukkar og onnur
arbeiðstól. Jákup á Borg frá
Sp/f Bilrøkt sigur, at enda
málið er at kunna veita eina
góða tænastu til tey sum
hava brúk fyri slíkum bilum
til ymiskan flutningstørv.
Til flutningshjálpina hoy
ra nógvar tænastur sum t.d.
starthjálp, hjólskift, hjálp
um skeivt brennievni er
koyrt á bilin, koyring av bil
um til sýn og hjálp um lykl
arnir eru læstir inni í bili
num.
Vit hava skipað tað soleið
is, at fólk kunnu ringja eftir
hjálpar og flutningsbilinum
alt samdøgrið á telefonin
588880, sigur Jákup á
Borg.
Sp/f Bilrøkt hevur annars
spesialiserað seg í at polera,
reinsa og lakkforsegla bilar,
sølu av brúktum bilum eins
og útleigan og umvæling av
bilum. Fyritøkan umboðar
eisini ymiskar vørur til bil
røkt so sum 1Z ella Einzett,
ið er eitt týskt kvalitetspro
dukt við øllum tí sum skal
til fyri at gera bilin sum
nýggjan. Einzett vøran verð
ur eisini seld á servicestøð
um og í handlum kring land
ið.
Tað eru feðgarnir Heini
og Jákup á Borg og Geir
Wardum, sum eiga og reka
Sp/f Bilrøkt.
Sigurbjørn Ragnarsson frá Bilrøkt við MAN og Mercedes-Benz flutningsbilunum
Geir Wardum frá Bilrøkt
við sergjørdum amboðum
til at lata upp um lyklarnir
eru læstir inni í bilinum.